Skriva út
- Hugaligt at taka upp kring alt landið
17.12.2018 Tíðindi
Klokkan er farin at nærkast 12, og fólk eru ávegis í kirkju henda sunnumorgunin. Uttanfyri standa tveir stórir og fremmandir bilar, haðani ein hópur av káplum ganga inn í kirkjuna.
Hetta er besta tekin um, at nú skal ein upptøka til Kringvarp Føroya gerast.
Manningin er til reiðar, og bíðar í roynd og veru bert eftir at klokkarin skal ringja kirkjufólkið saman.
Í somu løtu hetta hendir byrjar upptøkan, sum fáar tímar seinni er at síggja í teimum túsundtals stovunum kring oyggjarnar, og hjá føroyingum úti í heimi umvegis Alnótina.
- Tað er altíð hugnaligt at koma runt kring landið, har blíðskapurin ofta er stórur.
- Vit møta haraftrat nógvum ymiskum persónum, sum hava tilknýti til kirkjuna ella samkomuna á staðnum. Tað er altíð áhugavert, sigur Osvald Joensen, ið er ein av teimum sum sunnudagin var til arbeiðis fyri Kringvarpið.
MØTA FÓLKI
Hvønn seinnapart sunnudag, tá klokkan er farin at nærkast 4, eru tað mong sum seta seg væl til rættis frammanfyri sjónvarpið.
Hesa løtuna, og teir næstu 60 minuttirnar, er nevniliga tann væl umtókta sendingin við upptøkum av gudstænastu, møti ella størri tiltaki frá kirkjum og samkomum kring allar oyggjarnar á skránni.
Soleiðis hevur verið í mong ár, og soleiðis verður vónandi eisini tey mongu komandi árini, tá størri og smærri kirkjur og samkomur eru í fokus, tá tær sleppa at seta sín dám á eina sending í Kringvarpi Føroya.
Hetta krevur sjálvandi sítt av Kringvarpinum og teimum fólkunum, sum trúføst sunnudag eftir sunnudag, og ár eftir ár, fara árla frá húsum í øllum veðri fyri at rigga til og taka upp.
Tey hava skipað seg soleiðis, at tað eru eini 10 fólk ið taka upp í kirkjuni ella møtisalinum. Í bilinum uttanfyri eru tríggir framleiðarar sum skiftast um teirra arbeiði, meðan upptøkufólkini skiftast um, soleiðis at tey eru úti umleið triðju hvørju ferð.
- Tað er altíð hugaligt at koma runt landið og møta fólkinum har, sigur ein av teimum royndu í fakinum, Osvald Joensen.
53 UPPTØKUR
Í tí annars tættpakkaðu sjónvarpsskránni er kortini tíð sett av til at lata tann kristna boðskapin verða sendan regluliga hvønn sunnudag. Ein fastur býtislykil um tal av sendingum er gjørdur millum tær ymisku kirkjurnar og samkomurnar.
Ein eigur so avgjørt ikki at gloyma gudstænasturnar sum verða sendar beinleiðis í útvarpinum hvønn sunnu- og halgidag árið runt, umframt aðrar góðar og viðkomandi sendingar við andaligum innihaldi.
Tá talan er um tær sjónvarpaðu upptøkurnar so verða hesar eisini sendar allar sunnu- og halgidagar. Tó ligga upptøkurnar stillar í nakrar vikur á hásumri, men tá verða gudstænastur úr stóra savninum sendar ístaðin.
- Í ár fara tað at verða 53 nýggjar upptøkur hjá okkum, vísir Osvald Joensen á. Tá eru gudstænasturnar báðar jóladagarnar eisini taldar við.
ÚT VIÐ BOÐSKAPINUM
Tað krevur sjálvandi bæði tíð, kreftir og úthaldni at standa í hesi trúføstu tænastuni ár eftir ár.
Sjálvur er Osvald ikki í iva, tá hann fær spurningin settan, um hví hann framvegis er við í hesi tænastuni:
- Eg haldi, at tað er gleðin við at fáa boðskapin longur út enn teir fýra veggirnar, sum samkoman ella kirkja er avmarkað til!
Sunnudagin vóru fimm mans og tóku upp í Viðareiðis kirkju (haðani myndin stavar), og komandi sunnudag verður farið í okkurt annað stað at gera upptøkur.
Hevur tú hug at síggja tær gomlu upptøkurnar av gudstænastum og møtum, so finnast tær á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya: http://kvf.fo/gudstaenastur-i-sjonvarpi?sid=89003
Hiðani verður veitt Kringvarpi Føroya ein hjartans tøkk fyri hesa tænastuna, sum mong fólk – yngri sum eldri – eru sera takksom fyri.
Orð/mynd: Snorri Brend
Onnur tíðindi