Skriva út
Hoyvíkingar fáa egnan prest í heyst
22.04.2014 Tíðindi
Eftir Snorra Brend
Nú er umsíðir líkt til, at ynskið hjá hoyvíkingum um eitt egið prestagjald verður til veruleika.
Longu 1. september kann hetta koma í lag, har Hoyvíkar kirkja, saman við Kaldbaks kirkju verða skipað í eitt nýtt prestagjald.
Hetta váttaði Uni Næs, dómpróstur í samrøðu við Kringvarpið um páskirnar.
GAMALT YNSKI
Uni Næs greiddi frá, at síðani Hoyvíkar kirkja varð vígd á heysti 2007 hevur hetta ynskið staðið ovarlaga á skránni.
Ynskið hevur í fyrsta lagi verið at fáa egnan prest, og nú verður so alt skipað sum eitt nýtt prestagjald – Suðurstreymoyar norðara prestagjald.
- Kirkjuliðið í Hoyvík er stórt, og í tí nýggja prestagjaldinum koma at verða eini 4.300 fólk.
- Haraftrat kemur at fólkatalið í Hoyvík veksur, tí her eru so nógvar ungar familjur, sigur Uni Næs.
Við tí nýggja prestagjaldinum og staðbundna prestinum verður vónað, at ein av álvara kann gera eitt arbeiði og veita eina tænastu millum kirkjufólkið á báðum støðum.
Spurningurin er síðani, hvat hetta fer at kosta, nú eitt nýtt prestastarv skal skipast.
- Jú, tað fer sjálvandi at kosta pening. Men vit halda kortini, at hetta er ein góð íløga, vísti Uni Næs á.
Nýggja prestastarvið verður nú lýst leyst – helst í næsta mánaði, og sett í starv 1. september ella 1. oktober.
Onnur tíðindi