Skriva út

Hoyvíkar kirkja - hátíðarguðstænasta, morgunmatur og framsýning

31.10.2017 Tíðindi
Hoyvíkar kirkja - hátíðarguðstænasta, morgunmatur og framsýning

Sunnudagin 5. november, alla halganna sunnudag, heldur Hoyvíkar kirkja sín 10 ára vígsludag.
Kirkjuráðið bjóðar til morgunmatar í Kirkjukjallaranum kl. 9 hendan morgunin, og øll eru vælkomin!
Kl. 11. verður hátíðarguðstænasta, har Tarira syngur. Eisini fara trompet og saxofon at stuðla urguni undir felagssanginum. Ein nýggjur sálmur verður sungin til høvið. Sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen prædikar, og eisini taka aðrir prestar lut undir guðstænastuni.
Leygardagin 4. november kl. 15. letur upp listaframsýning í Kirkjukjallaranum, sum Kinna Poulsen hevur staðið fyri. Eisini verður myndaframsýning at síggja frá byggingini og vígsluni av Hoyvíkar kirkju.

Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur av Margretu drotning hin 20. juni 2005. Arbeiðið, sum umfataði allar partar av vanligum byggiarbeiði, byrjaði 5. septembur sama ár. Hesum stóð Articon fyri.

Kirkjan stendur út í Tútakannutjørn, er stoypt upp frá grundini og heilt upp í tornið. Tekjan er úr kopari. Innan er kirkjan klødd við oregon pine, eins og benkur og prædikustólurin eisini eru úr oregon pine. Gólvið er úr ask. Doypifunturin er úr gróti frá Grótvirkinum í Skopun.

Kirkjan bleiv latin Tórshavnar eystara kirkjuráði 14. septembur 2007 og vígd av Hans Jacob Joensen, biskupi, allahalgannasunnudag 4. novembur 2007 sama ár.

1. september 2014 gjørdist Hoyvík saman við Kaldbak sjálvstøðugt prestagjald.