Skriva út
Hoyvíkar kirkja: Fingið nýggjan messuakul sum gávu
09.01.2014 Tíðindi
Eftir Snorra Brend
Sunnudagin verður hátíðargudstænasta í Hoyvíkar kirkju, í sambandi við at ein nýggjur messuakul verður tikin í nýtslu.
Ein slíkur messuakul verður brúktur til hátíðarligar gudstænastur og í samband við altargongd í kirkjuni. Hoyvíkar kirkja eigur frammanundan ein hvítan messuakul, men fær nú ein aftrat við tí grøna litinum, ið somuleiðis skal nýtast í samband við gongdina í kirkjuárinum.
Hesin grøni messuakulin verður brúktur í tí partinum av kirkjuárinum, sum vit nú eru í – tað er: trettanda-tíðin ið varir fram til sunnudag í føstuinngangi, og í Trinitatis-tíðini, sum er frá eftir hvítusunnu og heilt fram til adventina.
- Talan er tí um ein messuakul sum kann verða brúktur teir flestu sunnudagarnar í einum kirkjuári, upplýsir Sonja Klein, sum er ein av prestunum við Hoyvíkar kirkju.
Nýggi messuakulin er haraftrat gjørdur soleiðis, at allir prestar, óansæð stødd og kropsbygnað, kunnu brúka hann í kirkjuni.
SJÓNLIGT ÚRSLIT
Aftanfyri henda messuakulin er eitt bæði drúgt, stórt og nærlagt arbeiði.
Upprunaliga var talan um eitt listarligt samstarv í Norðurlondum, sum fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm átti ein virknan leiklut í.
Hann ynskti at okkurt sjónligt úrslit sást aftur í hesum samstarvinum, og tí kom henda verkætlanin um messuakulin í lag. Hesin skuldi latast sum gáva frá Norðurlandahúsinum til eina nýggja føroyska kirkju.
Í hesum sambandi fekk kirkjuráðið í Hoyvík fyrispurning um henda messuakulin, og svarið haðani var sjálvandi játtandi.
DRÚGT ARBEIÐI
Danska vevkonan, Karen Dam, ið er vorðin kend fyri sínar mongu messuaklar til danskar kirkjur, fekk fyrispurning um hetta og játtaði eisini hesum arbeiðinum.
Hon hevur í grundiga forarbeiði sínum verið á vitjan í Føroyum, har hon eisini var til gudstænastu í Hoyvíkar kirkju. Og so hevur hon eisini tosað við Paulinu Eliasen í Syðradali, sum hevur gjørt fleiri messuaklar til føroyskar kirkjur.
- So tað er eitt drúgt arbeiði aftanfyri henda messuakulin, har Karen Dam hevur arbeitt við hesum út í eitt hetta seinasta hálva árið, greiðir Sonja frá.
Messuakulin er, sum myndin vísr, grønur á liti. Hevur tann latínska krossin aftanfyri og Sigmundarkrossin frammanfyri, umframt at seks fiskar, ið eru tað fyrsta kristna súmbolið, eru innvovnir, bæði frammanfyri og aftanfyri.
Til gudstænastuna sunnudagin fer Jógvan Fríðriksson, bispur at prædika, meðan prestarnir Sonja Klein og Ann Dahl Hansen standa fyri altartænastuni.
Aftaná gudstænastuna verða øll boðin í kirkjukjallaran til ein kaffimunn.
Onnur tíðindi