Skriva út
Hoyvíkar kirkja 9 ár
03.11.2016 Tíðindi
Sunnudagurin 6. november er allahalgannasunnudagur. Hesin dagur er eisini vígsludagur kirkjunnar og sostatt dagurin, tá Hoyvíkar kirkja heldur sín 9 ára dag.
Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur av Margretu drotning hin 20. juni 2005. Arbeiðið, sum umfataði allar partar av vanligum byggiarbeiði, byrjaði 5. septembur sama ár. Hesum stóð Articon fyri.
Kirkjan stendur út í Tútakannutjørn, er stoypt upp frá grundini og heilt upp í tornið. Tekjan er úr kopari. Innan er kirkjan klødd við oregon pine, eins og benkur og prædikustólurin eisini eru úr oregon pine. Gólvið er úr ask. Doypifunturin er úr gróti frá Grótvirkinum í Skopun.
Kirkjan bleiv latin Tórshavnar eystara kirkjuráði 14. septembur 2007 og vígd av Hans Jacob Joensen, biskupi, allahalgannasunnudag 4. novembur 2007 sama ár.
1. september 2014 gjørdist Hoyvík saman við Kaldbak sjálvstøðugt prestagjald.
Tað verður Sonja Klein, sóknarprestur í Havnar kirkju, sum prædikar sunnudagin. Prædikuteksturin er úr Matteusarevangeliinum 5, 13-16.
Tórshavnar kamarkór syngur undir guðstænastuni.
Tey børn, ið hava hug, kunnu fara niður undir í sunnudagsskúla, sum byrjar beint fyri prædiku.
Eftir guðstænastuna bjóðar kirkjuráðið ein drekkamunn.
Onnur tíðindi