Skriva út
Hoyvíkar kirkja 11 ár
29.10.2018 Tíðindi
Allahalgannasunnudag 4. november eru 11 ár síðan Hoyvíkar kirkja varð vígd.
Sjálvur dagurin hevur øll hesi árini síðan vígsluna verið hildin, tí hoyvíkingar eru góðir við sína kirkju.
Fitt av tiltøkum fer fram í kirkjuni ta komandi tíðina.
Mikukvøldið 31. oktober kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta.
Fríggjakvøldið 2. november verður Allahalganna aftansongur við Kamarkórinum Aurora Borealis undir leiðslu av Ólavi Jøkladal, við serligum framførslum og liturgi.
Sunnudagin 4. november, ið allahalgannasunnudagur og vígsludagur kirkjunnar verður guðstænasta sum vant kl. 11. Longu kl. 9.30 bjóðar kirkuráðið til morgunmatar í Kirkjukjallaranum, har øll eru vælkomin.
Mikukvøldið 7. november kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkjuna. Heitið er “Boðskapurin í trænum”, har Edward Fuglø og Nils Ohrt greiða frá listaverkunum hjá Edwardi í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Mikukvøldið 14. november kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta í kirkjuni.
Sunnudagin 18. november kl. 16 syngur Stanley Samuelsen í kirkjuni.
Onnur tíðindi