Skriva út

Hoyvíkar kirkja

16.08.2016 Tíðindi
Hoyvíkar kirkja

Ein "nýggjur" klokkari gjørdi fyrstu ferð tænastu undir guðstænastuni í Hoyvíkar kirkju síðsta sunnumorgun. Tað var kollfirðingurin Eli Joensen (myndin), sum nú býr í Hoyvík. Hann er annar av teimum nýggju klokkarunum, sum júst eru settir. Hin er Berit Unn Petersen.

Tey eru komin fyri Annitu á Fríðriksmørk og Henrik Weihe Joensen, sum hava borið seg undan klokkarauppgávuni í hesum umfarinum orsakað av broyttum arbeiðsuppgávum. Vit takka teimum fyri tænastuna, samstundis sum vit bjóða teimum nýggju vælkomnum.

Í Hoyvíkar kirkju eru fýra klokkarar, ið skiftast um tænasturnar. Hinir báðir eru Carl Mikkelsen og Petur Dahl.

Tólvti sunnudagur eftir trinitatis varð síðsta sunnudag, og Henning Bøgesvang, prestur, prædikaði. Deknur var Ólavur á Skipagøtu og Albert Pætursson var organistur.