Skriva út
Hoyvík og Kaldbak innstillað prest
08.04.2019 Tíðindi
Á felags kirkjuráðsfundi tann 8. apríl, hava kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi innstillað Bergtór Hjelm Bjarkhamar sum komandi sóknarprest teirra.
Bergtórur hevur í átta ár røkt kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoy við sæti í Hvalvík. Hetta verður so hansara næsta embæti. Ætlandi verður tikið við nýggja embætinum 1. august í ár.
Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin.
Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mánað játtan til eitt embæti afturat. Framman undan er ein sóknarprestur í prestagjaldinum. Kirkjuligu myndugleikarnir mettu, at neyðugt var við einum embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur umleið 4.500 fólk.
Fýra umsøkjarar vóru til kallið.
JF
Onnur tíðindi