Skriva út

Hoyvík: Nýggj kvøða til tað nýggja orglið

09.05.2022 Tíðindi
1 (15)

- Við nýggja sálminum ynskti eg at heiðra sálmasanginum sum heild, sigur Theodor E. D. Olsen, prestur við Hoyvíkar kirkju, sum hevði yrkt nýggjan sálm til høvið

Orð: Snorri Brend/Myndir: Hoyvíkar kirkja.

ORGULVÍGSLA: Tað er ikki á hvørjum degi, at ein nýggjur sálmur verður skrivaður. Og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at eitt nýtt orgul fær ein slíkan sálm yrktan.

Hetta var kortini júst tað sum hendi sunnudagin 1. mai, tá Hoyvíkar kirkja fekk sítt nýggja orgul, sum er bygt beinleiðis til kirkjuna.

Ikki tí, - tað hevur sjálvandi verið orgulljóð at hoyra í kirkjuni, síðani hon var vígd í 2007. Men nú var altso dagurin komin, tá hetta nýggja og munandi størra orglið, skuldi vígast og takast í nýtslu.

Við hátíðargudstænastuna fekk kirkjufólkið veruliga at hoyra, hvørjir møguleikar fyri ljóði, sum liggja í nýggja orglinum, sum Marcussen í Åbenrå í Danmark hevur bygt. Nýggja orglið hevur 25 røddir.

- Eg helt, at tað hevði verið stuttligt, um vit eisini sungu nøkur nýggj orð til orglið, sigur Theodor Olsen í sálminum, sum verður prentaður her niðanfyri.

FJØLTÁTTAÐIR MØGULEIKAR
At útvega eini kirkju eitt nýtt orgul er nakað, sum krevur drúgva fyrireiking. Tað hava tey í Hoyvíkar kirkju eisini sannað.

Tí var gjørt nógv burtur úr, nú alt var komið uppá pláss og vígslan dagfest. Til gudstænastuna var Kringvarpið eisini til staðar, og sendi gudstænastuna beinleiðis bæði í Útvarpi og Sjónvarpi.

Biskupur okkara, Jógvan Fríðriksson, vígdi orglið, meðan Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikaði. Gudmund Mortensen, sum hevur verið ráðgevi í sambandi við byggingina, segði nøkur orð um gongdina í verkætlanini.

Organistarnir í Hoyvík fingu eisini høvið at spæla uppá nýggja ljóðførið. Hesi vóru Anita Ellendersen, Ólavur Jøkladal, Albert Pætursson og Gudmund Mortensen, sum spældi eitt hugtakandi orgulstykki hjá Olivier Messian.

Her sluppu tey í kirkjuni, og tey, ið fylgdu við heima við hús, veruliga at hoyra, hvussu nógvir og fjøltáttaðir møguleikar liggja í nýggja orglinum.

FØROYSKAR RØDDIR
Eitt orgul hevur fleiri ymiskar røddir. Hesar eru knýttar eini røð av orgulpípum við ymiskari tónalegu og/ella klangi. Her kann organisturin aktivera ymiskar røddir, sum soleiðis eru við til at avgera klangin og ljóðstyrkina.

Til stuttleikar kann verða nevnt, at ein í samband við arbeiðið við byggingina av orglinum hevur sett sær fyri at føroyska nøvnini á teimum ymisku røddunum, ið hoyra til orglið.

Gudmund Mortensen nevndi her, at ein hevur samband við Málráðið og er komin fram til, at ein av røddunum, sum higartil hevur itið gedakt, skal nú eita gedaktur, og subbass hereftir fer at eita subbassur.

Tað eydnaðist eisini kirkjuráðnum at fáa samband við franska organistin, Olivier Latry, ið er ein av dómorganistunum við Notre Dame kirkjuna í París. Hann hevði stórfingna orgulkonsert sum ein part av skránni við vígsluna.

NÝGGJA KVØÐA
Tað var fyri at heiðra hesum nýggja orglinum, ið onkur hevur nevnt ”drotninganna ljóðføri”, at Theodor E. D. Olsen setti seg niður at skriva eina kvøðu til.

Hann hevði í huganum, at tað hevði verið stuttligt, um ein við eina slíka gudstænastu sungu, sum hann tekur til: ”nøkur nýggj orð, nýggja kvøðu, til nýggja orglið”.

Hyggur tú sálmin ígjøgnum, so merkir ein væl øll hesi ymisku orgulljóðini. Hugsa bert um hesi orðini í 4. ørindi: ”skírnarbørn, tey undir børu; unga fjøld og dagamødd”.

- Hesi orgulljóðini fylgja bæði ungum og gomlum í gleði og sorg. Ja, tey eru ein heiðran av sálmasanginum sum heild, sigur Theodor at enda.

---

Við loyvi frá yrkjaranum endurprenta vit sálmin her:

Lýð úr bjølgi lúðraljóðið
fagrir tónar streyma inn
ljóðar at hin hirði góði
grøða skal vár sál og sinn
Sálmar, sangir, tónar teir
tá vár orð ei røkka meir
góðska, list og blástur, pípa
hómast himins sólarrípa.

Spæliverk og ljómsins føri
einglakend fleirfaldað rødd
skírnarbørn, tey undir børu
unga fjøld og dagamødd
Lívsins hæddir litast her
tú tey falnu væl so ber
um at vera til vit kvøða
friður, tokki, er tín røða.

Klokka kallar, fjølgast meingið
sálmur stimbrar felagsmið
ung og gomul styrkt við sangi
fagna fróa orð um frið
Halgað verður kristna lið
ið bar boð og setti við
Sannleikin ger fræls, ei tálmar
ættir styrkja aldasálmar.

Vígd til verk um verøld vísir
Harrans blíða himnaboð
vítt um vík og dal nú rísur
tónaskapta fólkaflog
sum vit syngja tær til prís
feril av Guðs paradís’
nú hvør tóni, rødd er sáðið
Andin kvøður hátt hans náði.
(Theodor Eli Dam Olsen, 2022).