Skriva út
Hovs kirkja 75 ár
15.02.2018 Tíðindi
Hátíðargudstænasta í Hovs kirkju 11. februar 2018 í sambandi við, at 75 ár eru liðin síðani kirkjan varð vígd 14. februar 1943.
Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Amen.
Í dag er hátíðardagur í Hovi – kirkjan í bygdini er 75 ár.
Orðini, vit skulu hoyra hesa løtu, lesa vit í 1. Kor 15, 1-4: “Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fasti í, sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við ... Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini hava tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi skriftirnar og at hann var grivin, og at hann stóð upp samsvarandi við skriftirnar.” Amen.
“Um kirkju í Hovi lesa vit, at fyrsta kirkjan er bygd stutt eftir at kristindómurin varð boðaður føroyingum.
Søgnin sigur, at tá ið Leivur Øssurson giftist við Tóru Sigmundardóttir, og tey fluttu suður til Hovs at búgva, setti hon ta treyt við, at kirkja skuldi verða bygd í Hovi, skuldu tey búgva har. Kirkja varð bygd uttan fyri bóndahúsini. Har stóðu 5 kirkjur hvør eftir aðra.
Søgnin sigur, at seinasta kirkjan í Hovi varð flutt til Porkeris.
Kirkjugarður var uttan um kirkjuna, og seinasta fólkið, sum varð grivið í hesum kirkjugarðinum, varð grivið á sumri 1971. Tað kom fyri, at tá ið grivið varð í kirkjugarðinum, varð komið niður á grundirnar av teimum gomlu kirkjunum.
Eftir trúbótina er so eingin kirkja í Hovi. Søgnin sigur, at hovbingar vóru so fastir í síni gomlu trúgv, at teir vildu ikki taka við hesi nýggju læruni hjá Luther, tí varð eingin kirkja bygd aftur í Hovi.
Tá ið skúli varð bygdur í Hovi í 1880 árunum, varð lestur lisin í skúlanum halgidagar. Aðrar kirkjuligar handlingar so sum dópur, konfirmatión og brúdleyp fóru fram í øðrum kirkjum, serliga í Porkeris kirkju.
Tað er ikki fyrr enn í tjúgundu øld, at tað av álvara verður talað um at fáa nýggja kirkju í Hovi. Á vári 1914 kemur ein fyrispurningur frá Færø Amt og Provsti til kirkjuráðið í Vági um at lata hovbingum ta gomlu kirkjuna í Vági, tá ið vágbingar høvdu bygt nýggja. Hetta hevur kirkjuráðið einki ímóti og játtar at lata hovbingum kirkjuna fyri einki, av tí at einki av tí gomlu kirkjuni verður brúkt aftur í teirri nýggju, sum vágbingar ætlaðu at byggja.
Men drúgv tíð gongur, til kirkjan í Vági verður tikin í brúk. 25 ár seinni – 19. februar 1939 – verður nýggja kirkjan í Vági vígd, og ikki fyrr enn tá verður klárt at taka kirkjuna á Kirkjukletti niður og flyta hana til Hovs.” (Brot úr grein um Hovs kirkju í bókini: Kirkjurnar í Føroyum, sum Magnus Hansen hevur skrivað.)
Tann seinasta kirkjan á Kirkjukletti varð vígd 16. november 1862. Sostatt er endurvígda Hovs kirkja, vit sita í 156 ár!
Eg fari at ynskja kirkjuliðnum, kirkjuráðnum við presti og kirkjutænarum tillukku við hátíðardegnum við ynskjum um Guðs signing.
Nógv áhugaverd søgu er knýtt til hesa kirkju, sum væl er lýst í skrivligum keldum og myndum. Tá ið vit lesa um søguna hjá kirkjuni, so verður setningurin hjá ápostlinum staðfestur, tá ið hann sigur: “Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað, sum eg eisini havi tikið við...” Kirkjan á staðnum letur okkum fáa at vita ...
Orðini “letur okkum fáa at vita ...” boða frá nøkrum, sum vit hava fingið, og sum vit skulu lata øðrum ...
Tað er í hesum sambandi at vit viðhvørt brúka orðið traditión, sum er latínska týðingin av griksku orðinum: letur okkum fáa at vita ...
Tá ið vit savnast eina løtu í kirkjuni henda hátíðardag, so fáa vit so nógv at vita – bæði um kirkjuna, sum er karmurin um tað heilaga samfelagið, og um orðið, sum er innihaldið í kirkjuni.
Tað sigst, at onkur lutur finst í hesi kirkju, sum hevur verið í øllum teimum undanfarnu kirkjunum á Kirkjukletti heilt frá katólskari tíð. Ein, lutur sum er knýttur til innihaldið í evangelinum er áhugaverdur, men hetta er ein lutur, sum er forgongiligur. Øðrvísi er við innihaldinum, orðinum, sum boðað verður: hetta er óforgongiligt!
Tí eg læt tykkum fáa at vita ...”
Soleiðis hevur verið fortalt fyri okkum gjøgnum tíðirnar – eisini á hesum staði í søgu og í søgn. Henda bygd er rík av frásagnum úr Føroya søgu.
Tað er, sum eitt av skaldum okkara yrkir:
“Grein hon lívi, tí lítla –
hitt djúpa í fjøllunum fjalda,
tað, sum í hjørtunum hvellir
og sum í lotinum leiftrar,
og tað, sum í løtuni nøtrar –
bæði tað trúða og sædda ...
... Lívføri títt er slektin, tey, sum í mold liggja. Komu tey stutt ella longur, tú skalt víðari byggja.” (Brot úr Fedranna talu eftir Heðini Brú)
“Bæði tað trúða og sædda ...”
Tað er júst hetta, vit hava fingið at vita frá teimum, sum undan eru farin.
Tí stendur kirkjan á hesum staði bæði sum ein verji og ein viti um tað trúða og tað sædda!
“Tú skalt víðari byggja ...”
Tað er júst hetta, sum er uppgávan í hvørjum ættarliði hjá kirkjuni: At vit eisini bera so í bandi, at okkara ættarlið – eisini hetta kirkjuliðið, sum í dag hátíðarheldur vígsludagin hjá kirkjuni – fær náði og umstøður til at bera førningin longur fram á vegin ...
Førningurin er eisini gleðiligi boðskapurin, sum fólkið her hevur tikið við.
Bøn og ynski okkara fyri tykkum og okkum øllum er, at vit verða varðveitt í trúnni og at vit standa føst í hesum boðskapi: Tí boðskapurin um hin krossfesta og upprisna frelsaran, Jesus Kristus, er eisini boðskapurin, vit verða frelst við.
Hjartaliga tillukku við hátíðardegnum.
Harrans Jesu Kristi náði, kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum.
Amen.
Uni Næs, dómpróstur
Kórsangur: Ljómur
Myndir: Símun Berg
Fleiri myndir her:
Onnur tíðindi