Skriva út

Hósvíkingar sleppa aftur í kirkju í juli

18.02.2015 Tíðindi
Hósvíkingar sleppa aftur í kirkju í juli

Eftir Snorra Brend

Arbeiðið at umvæla Hósvíkar kirkju hevur, av ymiskum orsøkum, tikið longri tíð enn ætlað.

Einaferð var ætlanin at hetta arbeiðið skuldi verða liðugt á jólum í fjør. Men soleiðis varð ikki.
Ein orsøk til hetta er, at fyritøkan, ið stóð fyri arbeiðinum fór av knóranum. Arbeiðið lá tískil stilt í nakrar mánaðir, men nú er ferð komin á tað aftur.

Sambært tí, sum kom fram í ”Degi og Viku” í farnu viku, líður umvælingini og útbyggingini so mikið væl, at tað ganga neyvan meiri enn fimm mánaðir aftrat, til hósvíkingar aftur sleppa í bygdarkirkjuna.

Signheðin Davidsen, formaður í kirkjuráðnum upplýsti fyri sjónvarpinum, at miðað verður eftir, at arbeiðið verður liðugt um mánaðarskiftið juni/juli.

Nú Hósvíkar kirkja verður umvæld og útbygd, fer tað at síggjast aftur bæði uttanveggja og innanveggja, millum annað í sjálvum kirkjurúminum. Sjálvt rúmið verður óbroytt, men verður tað nú, í mun til áður, málað.

Vegna seinkingina verður arbeiðið nakað dýrari enn áður mett. Umvælingin fer at kosta góðar 6 milliónir krónur, verður upplýst.

(Mynd: Dan Kruse Thomsen)