Skriva út

Hósvíkar kirkja vígd

12.12.2016 Tíðindi
Hósvíkar kirkja vígd

Kirkjuliðið í Hósvík hevur við spenningi sæð fram til dagin, tá ið kirkjan fór at verða tikin í nýtslu eftir um- og útbygging. Hóast Guð ikki býr í húsum, ið manna hendur byggja, so er kirkjan sum gudshús fremri í tign enn onnur hús. Kirkjan verður við vígslu eitt heilagt hús, har Guðs navn býr.

Arbeiðið at dagføra kirkjuna fekk óvæntaðar verkligar avbjóðingar. Tó, væl er úr hondum greitt, nú kirkjan á sínum 87 ára føðingardegi varð tikin í nýtslu sunnudagin 10. desember 2016, ið var triði sunnudagur í advent.

Í trý ár hevur kirkjuliðið húsast í skúlanum og í bygdarhúsinum. Við atliti at hølisviðurskiftunum er stór vælvild víst kirkjuliðinum. Hóast kirkjan varð saknað, hevur tað kirkjuliga lívið gingið væl hesa tíðina, arbeitt hevur verið í og runt um kirkjuna.

Vígslan var fyrrapartin kl. 11. Kirkjan var meira enn fullsett, og vígslan var avbera vøkur og rík. Saman við kirkjuliðinum vóru almennir og kirkjuligir gestir, t.d. landsstýriskvinnan, borgarstjórin og umboð fyri kirkjusóknirnar í Norðstreymoyar prestagjaldi.

Eftir gudstænastuna vórðu øll boðin til døgurða í Bygdarhúsinum. Góður matur, eitt gott úrslit og glað fólk gjørdu dagin minniligan hjá okkum, ið vitjaðu bygdina.

Seinnapartin kl. 17 vóru vit aftur í kirkju. Harrans borð varð borðreitt, og hin heilaga kvøldmáltíðin gagnaðist væl, tá ið vit á knøum lógu til borðs á nýggjum knæfalli.

Við hetta høvið var nýggi messuakulin, ið Elin Davidsen, hevur tilevnað og latið kirkjuni, tikin í nýtslu. Ein vøkur gáva væl úr hondum greidd. Hin grøni liturin, ið verður nýttur í tríeindartíðini í kirkjuárinum, ímyndar vónina um gróður og vøkstur. Og tað er ynski alra okkara, ið varða av fólkakirkjuni, at kirkjan í Hósvík enn sum áður má verða fólkinum í bygdini og vitjandi til gleði og signingar.

Kirkjuligu myndugleikarnir í Havnini ynskja kirkjuliðinum í Hósvík, kirkjutænarunum og kirkjuráðnum hjartaliga tillukku við tí stásiligu kirkjuni. Takk fyri tænastuna og gerningin.

Orð: JF

Sí fleiri myndir: