Skriva út
Hósvíkar kirkja umbygd
19.12.2016 Tíðindi
Fyrst av øllum vil eg takka fyri, at tit hava boðið mær við til endurvígsluna og hátíðarhaldið, nú kirkjan er umbygd. Tað er mær ein heiður og ein gleði at sleppa at vera við í hesi stóru løtuni saman við tykkum.
“Gott er at bíða eftir góðum”, sigst, og eisini “Leingi er tað, ið væl skal vera”; men eg eri nú rættiliga vís í, at fleiri ferðir hesi seinastu árini vildu tit ynskt tykkum eitt sindur minni av tí góða í so máta.
Nú á døgum liggja vit undir fyri eini øðiligari politiskari korrektheit, sum minnir nógv um pátrúgv: Vit mugu fyri alt her í verðini ikki nevna summi av lívsins viðurskiftum við røttum navni. – Eitt nú er tað ikki gott at viðganga, at vit hava trupulleikar. Nei, avbjóðingar er tað rætta orðið!
Vit hava stórar avbjóðingar og smáar avbjóðingar; men viðganga at tær eru truplar, ella at tað er hart ella svárt, nei tað mugu vit fyri alt í verðini ikki!
Og hugsa vit um Hósvíkar kirkju, so mugu vit siga, at her hava avbjóðingar verið líka frá fyrsta degi, tá ætlanin var at byggja kirkju. Tað var við tógvið stríð, at tað eftir ein lítlan mansaldur yvirhøvur kom so langt sum at nøkur kirkja varð bygd. Byggingin gekk heldur ikki heilt eftir ánni tá, og vit mugu ásanna, at eisini nú, tit fóru undir hesar tiltrongdu ábøturnar og umbyggingina, so vóru avbjóðingarnar nógvar – nógv fleiri, enn nakar kundi hugsað sær frammanundan!
Men hóast allar trupulleikarnar, so hava tit hildið á. Hóast hóttaføll hava tit hildið fast í vónini, og tit hava dag um dag gjørt tykkara part, og meira enn tað, fyri at koma á mál.
Tað er tað, sum um er.
Halda fast í trúnna um, at tað ber til, halda fast við vónina um at tað fer at bera til, og halda á at virka í kærleika til kirkjuna. Tað røkkur ómetaliga langt – og tí kunnu vit í dag hátíðarhalda saman við tykkum, at nú eru tit komin á mál.
Men tað ber ikki til, bara at royna og vera tolin, og kempa seg fram móti einum máli, sum vísir seg at liggja nógv fleiri ár inni í framtíðini, enn ætlanin var. Sum tit hava upplivað í ríkiligt mát, so skulu vit eisini liva og virka – og summi eisini doyggja – meðan bíðað verður. Eisini her hava tit á ein heilt einastandandi hátt megnað veruliga at taka trupulleikan og gera nakað við hann: Tit eru til dømis landskend fyri, hvussu heilt einastandandi skjótt, friðarliga og effektivt tit megna at rigga bygdarhúsið um, ta lítlu løtuna, meðan fylgið er á kirkjugarðinum, so at alt er klárt til ervi, tá fylgið kemur aftur úr kirkjugarðinum!
Megna til at halda fast við slíkar samstarvshættir og slíka professionalismu, nú karmarnir eru blivnir so nógv betri, so eru av sonnum góðir dagar fyri framman fyri kirkjuliga lívið her. Og her hugsi eg ikki um góðu, bæriligu karmarnar, men teir livandi steinarnar, sum gera innihaldið.
Men um vit nú skulu dvølja við karmarnar eina løtu – og tað hava vit eina góða, vakra og loksins eisini væl úr hondum greidda orsøk til at gera í dag – so kunnu vit kanska spyrja, um tað er rætt at brúka so nógva tíð, orku og pening til kirkjubygningin, tá vit nú vita, at
“Harrin ei býr í húsum teim,
sum mannahendur her gera”
og at
“templini øll um allan heim
kunnu hans dýrd ikki bera”
Skulu vit? Tað er ein stórur og viðkomandi spurningur.
Nú eru vit í teirri hepnu støðu, at í fólkakirkjuni hava vit ikki fyri neyðini at vera samd um
spurningar sum hendan, men fyri mær er einki at ivast í, svarið er eitt heilt greitt “ja”!
Vit kunnu ikki gera nakað fyri at upphevja Gud. Vit kunnu ikki gera bygningar, sum kunnu
rúma ella hýsa Gudi; men so eru tað vit. Vit eru so jarðbundin, so ítøkiliga bundin at okkara
tilveru her og nú, og okkara stúran fyri og stremban móti morgindegnum, at vit hava brúk fyri
øllum, sum kann peika okkum á Gud og á trúnna.
Ella vit kunnu eisini siga tað soleiðis, at tá vit nú – sum teir fáfongdu skapningar vit eru – so
ella so brúka so nógva tíð og orku, og so nógvan pening, til at pjøssa og pynta uppá okkum
sjálvi, okkara ego og okkara image, og tá vit vita, hvussu nógv ið vanar, siðvenjur og karmar
hava at týða fyri okkum, og hvussu nógv tey ávirka okkum, hava vit so ikki eisini eina
sjálvsagda skyldu til at gera okkum karmarnar soleiðis, at teir stuðla okkum, hjálpa okkum og
halda okkum til, til at savna og hugsavna okkum um tað allar týdningarmesta – tað sum
røkkur út um tíð og stað, og peikar inn í ævinleikan?
Fyri meg er tað sjálvsagt, at svarið er jú, tað hava vit. Tí er kirkjan: Tann siðbundni formurin,
siðvenjurnar, ritualini, tann forsvarliga grundaða boðanin og tann bæriligi kirkjubygningurin
nakað av tí besta, sum vit eiga í okkara samfelag.
Tí er tað, at vit av álvara hava orsøk til at gleðast, og vera øllum teimum takksom, ið so ella
so hava givið sítt íkast til, at kirkjan nú stendur her, størri, sterkari, bæriligari og vakrari enn
nakrantíð fyrr.
Og sum sagt: Takk fyri at eg slapp at vera við í hesi stóru hatíðarløtu tykkara.
Takk fyri.
Orð: Rigmor Dam
Onnur tíðindi