Skriva út

Hósvík: 85 ára hátíðarhald hóast stóra umbygging

10.12.2014 Tíðindi
Hósvík: 85 ára hátíðarhald hóast stóra umbygging

Hóast kirkjan í Hósvík stendur fyri eini stórari umbygging, fer tað ikki at halda kirkjufólkinum aftur í at hátíðarhalda 85 ára dagin hjá kirkjuni.
Komandi sunnudag, sum er 3. sunnudagur í advent eru nevniliga liðin 85 ár síðan at Hósvíkar kirkja varð vígd.
Í hesum sambandi hevur kirkjuráðið valt at hátíðarhalda dagin.
Hetta hátíðarhaldið verður av góðum grundum ikki í kirkjuni, sum í løtuni stendur undir umbygging og umvæling.
Tað verður ístaðin í Bygdarhúsinum í Hósvík.


KUNNA UM UMBYGGINGINA
Ætlanin var vist upprunaliga, at arbeiðið skuldi verða liðugt til 85 ára hátíðardagin nú sunnudagin, men soleiðis verður altso ikki.
Henda hátíðarliga gudstænastan verður kortini hildin í Bygdarhúsinum, har gudstænasturnar annars verða hildnar, meðan arbeitt verður.
Við gudstænastuna, sum verður klokkan 15, fer Jógvan Fríðriksson, biskupur, at prædika.
Aftaná verða øll boðin til ein góðan drekkamunn. Ætlanin er her at kunna bygdarfólkið um støðuna við umbyggingini av kirkjuni.
Nevnast kann til stuttleika, at tá kirkjan í síni tíð varð bygd, tók tað eisini eitt sindur longri tíð enn mett at fáa hana lidna.
Hetta sær ein best út frá árstalinum á kirkjuni – 1927. Hetta stendur eisini á teirri fyrstu klokkuni.
Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni sæst, at tað gekk heldur spakuliga við byggingini, tí lítið varð til av peningi. Ikki fyrrenn í 1928, tá Løgtingið endiliga játtaði studning, kom ferð á byggingina.
Loksins, 15. desember í 1929 - 3. sunnudag í advent - varð kirkjan vígd av Jákup Dahl, prósti.
Nú eru longu 85 ár síðani.


Eftir Snorra Brend