Skriva út

Hon las og bað – og fekk styrki til dagin

16.11.2018 Tíðindi
Hon las og bað – og fekk styrki til dagin

(BØNARBÓK 2): - Tað ljóðar kanska undarligt fyri summi, men veruleikin er, at eg faktist eri vaksin upp við at lestur var lisin heima við hús – og at ættfedrar mínir gjørdu nógv brúk av at biðja tær bønirnar, sum eru prentaðar í Bønarbókini, sigur Anna Hentze í Søldarfirði.

Vit høvdu eina longri samrøðu við hana, harav ein partur var vístur her á heimasíðuni í farnu viku um nýtsluna av hesi Bønarbókini, sum er prentað í víðkaðu útgávuni av Sálmabókini.

Í samrøðuni greiddi Anna frá, at hon brúkti hana bæði fyri sína egnu skyld, men eisini fyri at biðja fyri sínum kæru, fyri sjófólkinum, fyri yvirvaldinum, fyri Orðsins tænarum, og sum heild, menniskjum.

- Bønin er kvikari enn øll onnur samskiftisamboð. Gud hoyrir hana, áðrenn hon er biðin. Og tað nýtist heldur ikki at vera ein skrivað bøn, nei, vit kunnu altíð biðja. Men viðhvørt er gott at kunna brúka somu orð, sum tann roynda trúgvin hjá øðrum menniskjum, sum undan eru farin, hevur skapað.

Hesin parturin snýr seg um, hvussu henda Bønarbókin – í hennara eygum ”henda vælsignaða Bønarbókin” hevur verið ein partur av uppvøkstri hennara, bæði á ein og annan hátt.

- Vit lósu lestur hvønn sunnudag heima við hús, og tá bleivi eisini dúgliga lisið upp úr Bønarbókini, greiðir Anna frá.

HVØNN SUNNUDAG
Tá Anna Hentze hyggur aftur á lív sítt, so kemur hon ikki uttan um hennara kæra og góða heim, har hon og tvey onnur systkin hennara, vuksu upp undir Gøtueiði.

- Hjá okkum var tað so, at tað var rættiliga langt at fara í kirkju heilt har úti á Glyvrum ella í Norðragøtu, - ikki minst tí at bilur ikki var hvørs mans ogn tá.

- Heima hjá okkum bleiv tí lestur lisin hvønn sunnudag, meðan døgurðin stóð útiá, um vit ikki fóru í kirkju, greiðir Anna frá.

Lisið var sum oftast úr lestrarbókunum hjá Jákup Dahl, prósti, eins og tilhoyrandi bønir úr Sálmabókini blivu lisnar.

- Tað var pápi okkara, Hákun sum las. Hetta var samstundis mítt fyrsta møti við allar hesar bønirnar í Sálmabókini, minnist Anna aftur á.

RÍK MINNIR
Tað skuldu kortini ganga nøkur ár, áðrenn Anna sjálv fór at lesa bønirnar. Pápin var ættaður úr Gøtu, og mamman, Mina, fødd Jacobsen av Glyvrum, og tí eru tað hesar báðar kirkjurnar sum hoyra við til hennara fyrstu og góðu barnaminni.

- Vit gjørdu eisini nógv av at vitja familju í báðar ættir, og alt hetta ber rík minnir við sær.

- Tá so pápi doyði meðan eg gekk at lesa, var tað fyrst mamma, og eisini eldra systir mín, Julia sum hildu fram við at lesa lestur heima við hús, greiðir Anna frá.

Eitt annað minni, sum hevur sett seg fast í minni hennara er frá fastur síni, Sannu Hansen á Rætt í Syðrugøtu.

- Ja, eg minnist enn, hvussu hon sat har, so friðarlig í teirri fleiri hundrað ára gomlu stovuni, innan fyri tað lítla sprossavindeygað við hvítum gardinum, við mannakornum og Bíbliu á borðinum, og Sálmabók í hendi.

- Her sat hon soleiðis og las, og fekk styrki til dagin, meðan kolkomfýrurin í roykstovuni hitaði tey smáu, vinsælu rúmini. Hon gav eisini ríkiligt frá sær, og var okkum yngru eitt gott fyridømi, sigur Anna.

LAS LESTUR
Eitt var so, hvat Bønarbókin í Sálmabókini hevði at týða fyri onnur. Men hvussu var so hjá Annu sjálvari? Nær fór hon av álvara at seta seg við Bønarbókini?

- Ja, skal eg siga sum tað er, so hugsaði eg ikki so nógv um ta stóru Sálmabókina í nógv ár, greiðir hon frá.

Men tað var nakað seinni, tá hon var biðin at lesa lestur í missiónshúsinum Bethel í Søldarfirði – tað sum nú kallast Bønhúsið í Søldarfirði, at hugurin at lesa í henni kom fram aftur.

- Eg byrjaði so spakuliga at lesa lestur. Og tá eg seinni bleiv ein av fleiri deknum í húsinum, keypti eg mær ta stóru sálmabókina.

- Eg havi av og á blaðað í henni, og steðgað við onkrar bønir. Tær siga so nógv, tær fáa líkasum afturljóð úr egnum bønum og tonkum. Hetta hevur tó ikki verið regluliga, men soleiðis inn ímillum, sigur Anna Hentze.

Hon leggur at enda aftrat:
- Og so eru tað allir teir ríku og góðu sálmarnir. At dvølja við orðini í sálmunum, annaðhvørt tað snýr seg um missión, himmallongsul, høgtíðirnar, lovprísan ella gudsbarnaálit, so verður sinnið lyft upp um gerandissjabbið.

- Tað eru ríkar løtur, sigur hon at enda.

Orð: Snorri Brend
Mynd: Savnsmynd av tiltaki í Bønhúsinum í Søldarfirði við Henning Bøgesvang, presti (innsett í myndina: Anna Hentze).