Skriva út
Holgar: - Sálmarnir vóru ein uggi í lívsins ódnum
10.03.2015 Tíðindi
- Eg havi alla mína tíð gingið í kirkju!
Soleiðis sigur kendi tónleikarin og yrkjarin, Holgar Jacobsen úr Sørvági, tá spurningurin kemur inn á viðurskifti hansara við kirkjuna.
Hóast sítt virkna tónleikalív, bæði sum einstaklingur, í duett ella í bólki, hevur hann ongantíð sett kirkjuna til viks – bæði tá tað gekk við, og tá tað gekk ímóti.
- Eg minnist, tá mamma fór leiðandi við mær sum smádrongur inn í kirkjuna. Eg sat kanska ikki altíð so stillur, men eg kendi longu tá, at har var okkurt sum bant meg saman við kirkjuna.
- Og mær dámdi at vera har. Ja, sunnudagurin manglaði okkurt, um eg ikki hevði verið í kirkju, greiðir hann frá.
ANDALIGIR SPURNINGAR
Í stuttum práti greiðir 51 ára gamli sørvingurin frá, at barna og unglingaár hansara runnu avstað.
Hann varð konfirmeraður av David Johannesen, sóknarpresti í Vágum, sum eisini var ein vinur hjá teimum og kom nógv inn í barnaheim hansara.
- Her tóku vit ofta andaligar spurningar upp til samrøðu, sigur Holgar.
Seinni fann Holgar sær unnustu, sum eisini gjørdist kona hansara. Henni dámdi eisini sera væl at koma í kirkju.
- Vit tosaðu ofta saman um, hvat kirkjan hevði at siga fyri okkum: Her vóru vit doypt, vígd og haðani fóru vit nokk eisini út frá, tá tann tíðin kom.
- Kona mín og eg gingu í kirkju so leingi hon hevði orku til tað, vísir hann á.
Konan gjørdist sjúk av sklerosu og andaðist í 2014.
EIN UGGI
Tey bæði høvdu nógv felags áhugamál, millum annað tónleikin.
- Eg havi spælt í sera ymiskum samansetingum. Eg spæli eisini klassiskan gittar, har eg spæli nógv sálmar, tí vit bæði elskaðu at hoyra sálmar.
- Hesir sálmarnir gjørdust mær ein uggi, tá lívsins ódnir komu yvir okkum, sigur hann álvarsamur.
Nú er kirkjan vorðin ein natúrligur partur av hansara lívi. Hetta verður hann ikki minst mintur á, tá hann hugsar um kirkjuna og garðin rundanum: Har liggja forfedrar hansara, ommur, abbar, mamman, pápin - og konan.
Hesin veruleiki sæst ikki minst aftur í sanginum, ið Holgar yrkti "Hon stóð við gluggan":
Við kirkjugarðsins hvíta fjálga lið
Har troyttar lagnur finna sálarfrið
Har farnir vinir sova sælan blund
Ein dag vit aftur seta teimum fund.
- Her í kirkjuni, - her finni eg frið, endar Holgar Jacobsen samrøðuna.
Eftir: Snorra Brend
Les eisini: - Í kirkjuni finni eg frið (19. februar 2015)
Onnur tíðindi