Skriva út

Holgar: - Í kirkjuni finni eg frið

19.02.2015 Tíðindi
Holgar: - Í kirkjuni finni eg frið

Eftir Snorra Brend

Mong eru tey, sum eru forðað at fara í kirkju ein sunnumorgun. Orsøkirnar til hetta kunnu vera so ymiskar – sjúka, elli, arbeiði ella annað.

Fyri hesi fólkini – og onnur áhugað – hevur Kringvarpið kortini ta tænastu at senda føroyskar gudstænastur seinnapart sunnudag. Hesar gudstænastur og møti eru fólk sera fegin um, og sum skilst eru tær millum mest sæddu sendingar í sjónvarpinum.

Seinasta sunnudag var sent frá eini gudstænastu í Sørvágs kirkju, har sóknarpresturin, Inga Poulsen Dam prædikaði. Tað er eisini haðani at myndin stavar.

Sum nakað heilt serligt var skipað soleiðis fyri, at ein framførsla av tónleiki eisini var á skránni. Hesaferð var tað kendi tónleikarin og yrkjarin Holgar Jacobsen úr Sørvági sum spældi fýra løg við klassiska guitara sínum fyri teimum, sum vóru komin í kirkju – og fyri okkum øðrum, sum sóu gudstænastuna í sjónvarpinum.

Hesa uppgávuna kom hann sera væl frá.

TIL KONUNA
Holgar Jacobsen hevur drúgvar royndir á palli, bæði saman við bólki, solistum og tá hann einsamallur framførir løg og sangir.

Soleiðis var eisini í Sørvágs kirkju seinasta sunnudag.

Hann spældi fyrst tvey kend sálmaløg – ”Nú hvítna tindar” og síðani ”Lít allar tínar leiðir”.
Triðja lagið sum hann spældi við klassiska guitaranum var lagið Halleluja eftir Leonard Cohen.
Tá hann kom til fjórða og seinasta lagi var Holgar í tí sera persónliga partinum.

Prestur hevði frammanundan av prædikastólinum kunngjørt at hann fór at spæla eitt lag, sum var til konu hansara, sum andaðist í fjør.

Stillisliga, inniliga og konsentrerað framførdi hann hetta serstaka lagið sum eina kvøðu til konuna. Kirkjufólkið lýddi á, meðan hann hegnisliga flutti væl vandu guitar-fingrar sínar hegnisliga eftir streingjunum.

So væl var framført, at her nýttust ikki orð at leggja nakað aftrat.

- Gud hevur givið mær eina gávu at spæla tónleik, og hesa gávuna vil eg fegin geva víðari av, greiðir Holgar Jacobsen frá.

Honum dámar væl at spæla løg síni á heimum og har hann kann gera mun.
Eitt av hesum støðum er í kirkjuni – í hesum føri í Sørvágs kirkju.

- Í kirkjuni finni eg frið, sigur Holgar Jacobsen.

(Gudstænastan, sum Kringvarpið sendi úr Sørvágs kirkju, kann síggjast í fullari longd við at trýsta á hesa leinkjuna: http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/02/15/gustnasta-r-srvgs-kirkju)




Les seinni:
- Sálmarnir uggaðu okkum, tá lívsins ódnir leikaðu í