Skriva út

Hjartastartari

31.08.2024 Tíðindi

Øll, sum hava sæð hjartað hjá ófødda barninum á scannaramyndini, kenna til kensluna at síggja nakað so heilt ótrúliga serstakt. Vakurt og sárbart. Her fer at koma mannabarn í mínar hendur at elska og verja.

Tey, sum eisini hava sæð, tá hjartað ikki orkar meira og verður  til flata linju á skíggjanum, kenna ta kensluna, at nú verður hetta menniskja tikið úr okkara hondum og flutt.

Tá teldur og scannarar ikki megna at síggja hjartasláttur, tekur trúgvin yvir. Tí tað má vera meira til millum himmal og jørð ? Tað meira er kanska Guð ? Guð má vera har, sum kærleikin býr.

Hjartað, hesin ótrúligi vøddin við sínum harða arbeiði, er framúr. Vit tekna hjørtu, vit senda hjartaligar heilsanir, vit hava hjartamál, fáa ilt í hjartað, gleðast so hjartaliga, og vit varnast hjartað, tá tað fer at títta ella vit kenna “tað var sum hjartað steðgaði”, vit eta sjokolátahjørtu og hanga hjørtu á jólatræi, vit dána hendurnar sum hjørtu á festivalum og veitslum. Tí vit kunnu ikki liva uttan hjartað og hjørtu. Tað ber okkum boð um nakað sera gott og líka so ræðuligt er tað, tá onki hjartað er nakrastaðni, sum tá køld og hjartaleys menniskju ráða.

Okkara kenslur, sum vit so væl merkja í hjartanum, vinna ofta yvir vit og skil, sum heilin roynir at sannføra okkum um. Ofta gloyma vit at vera skilagóð og lata heldur hjartað tosa, lata kenslurnar taka yvir.

Vit fylgja heilsuráðum og ganga 10.000 fet, so hjartað verður verandi sunt, eta minni søtt og feitt, og tá vit verða strongd, merkja vit hjartað væl og seta so ferðina niður.

Tí liva vilja vit. Tað er so sera stutt millum at liva og ikki at liva, nevniliga bara ein hjartasláttur.

Í dag eru hjartastartarar nógvastaðni og tað er gott, tí vit skulu lívbjarga, har vit kunnu og megna.

Kirkjan tosar sítt hjartamál. Um náði og góðsku og frið og semju. At vit eru sett her á fold skamma stund, og løtan, hin signaða dýra, er so stokkut at tú veit ikki, nær hon er av. Og prestur sigur frá, at “Harrin gav, Harrin tók og Harrans navn verður lovað”..ikki so? Onki er at óttast, menniskja!

Men nú hava kirkjur fyrstuhjálparaskeið, og prestur skal læra, hvussu hann fær eitt steðgað hjartað í gongd aftur, tí fá okkara eru so djørv sum Job!

Bara soleiðis, so virkar hetta sum ein “stuttlig” andsøgn, at prestur, sum prædikar, at lívið bara er ein ferð og ein skuggi av tí himmalska, hagar vit trúgva at vit fara, tá hjartað loggar av, nú skal læra, hvussu hann fær hjartað at sláa aftur.

So næstu ferð ein fær ilt í hjartað í kirkjuni og prestur  kemur rennandi við hjartastartara....skuldi hann kanska heldur sagt: "ja, so slapp ein sál inn í sæluna, far í friði"

Vit kunnu ditta okkum at siga, at Skriftin er tann ultimativi hjartastartarin hjá presti, hansara orð skulu kveikja og inspirera okkum, so hjartað kvaklast við, so tú og eg  taka okkum betri partar fyri.

Í samfelagnum tosa vit um at hava ymisk kærleiksmál. Men hvat er kærleiksmálið hjá kirkjuni?

Um prestur ikki kennir mítt og títt kærleiksmál, so fer hjartað ongantíð at titra ella undrast ella lata upp fyri veruleikanum, at alt ikki endar her á matriklinum á bláu gongustjørnini.

Um allur kærleiki er gloymdur og ístaðin eru peikifingrar, boð og forboð og ongantíð nøkur lívsæl orð til menniskju, sum liva hektisk og torfør lív, so kenna fólk seg ikki aftur í tí, sum verður sagt ella øvugt, um alt er glasurur og alt er líkamikið?

So yvirskipað sagt, so kunnu vit siga, at er ongin hjartasláttur í orðunum á prædikustóli, so er tað kanska prestur, sum skal royna hjartastartaran, meðan tíð er og hjartað enn slær?