Skriva út
Hjartagrindin upp fyri konginum
21.03.2018 Tíðindi
Pálmasunnudagur er komandi sunnudag og er inngangur til dymbuldagavikuna og páskirnar. Evangeliið sigur frá innreið Jesu í Jerusalem. Men hvat var tað, sum veruliga hendi júst henda dagin? Vit vita, at tað kemur ein langifríggjadagur eftir innreið Jesu í Jerusalem, men eisini ein páskadagur við einum boðskapi um, at nakað er fyri framman
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum var komin til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerusalem, tóku tey pálmagreinar og fóru út at møta honum, og tey rópaðu: »Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.« Men Jesus fann ein ungan ásna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: »Óttast ikki, Sions dóttir, sí, kongur tín kemur, á ásnafyli hann situr.« (Jóhs. 12, 12-15)
Tvær ferðir í kirkjuárinum hoyra vit hesa frásøgnina um Jesus, sum ríður inn í Jerusalem, um kongin, sum kemur til okkara.
Fyrru ferð er tað í adventini, at vit síggja hann koma ríðandi, og alla jólaføstuna ganga vit og vænta og fegnast um alt tað góða, sum hann skal hava við til okkara, inntil vit loksins kunnu taka undir at syngja jólasálmarnar til prís hansara og æru.
Seinnu ferð er tað um várið, tá sólin hækkar og aftur vermir aftan á vetrarkulda, tá fannir bráðna í líðum, tá ið foldin tekur at spretta og tær fyrstu blómuspírurnar seta høvdið uppundan.
Vit vita, at tað kemur ein langifríggjadagur aftan á hesa seinnu innreiðina, men eisini ein páskadagur.
Barnið í krubbuni og hin krossfesti
Lat hurðar upp, ger borglið breið,
hin dýrdardrottur er á leið!
Hann valdið hevur um øll lond,
og øllum bjarga kann hans hond.
Mín hjartahurð skal opnast tær,
kom, Jesus mín, og gist hjá mær.
Lat tað av náði verða svá,
at eg tín kærleik ognast má.
Pálmasunnudagur er inngangur til páskavikuna, og neyvan nakað annað evangelium í kirkjuárinum – sjálvt jólaevangeliið undantikið – man hava tikið okkum soleiðis um hjartað og sett seg so fast í sinni okkara sum hetta um hin spakføra kongin, henda lítillátaða friðarhøvdingin, sum ríður inn í Jerusalem á einum ásna. Jødarnir flokkast um hann, breiða klæði síni á vegin fyri honum. Teir heiðra hann sum kong og veittra við pálmagreinum; harav navnið pálmasunnudagur.
Áðrenn innreiðina í Jerusalem varð Jesus salvaður. Og henda salving hevur týdning fyri uppfatan okkara av Jesusi, tí tað er her, at hann verður roknaður sum Messias (tann salvaði).
Tað man ikki vera av misgáum, at vit fáa hetta sama evangeliið tvær ferðir í kirkjuárinum. Tá ið teir gomlu kirkjumenninir løgdu soleiðis tilrættis, mundi grundin vera tann, at vit ikki skulu gloyma, at tann, sum kemur til okkara á jólum – barnið í krubbuni ‒ er hin sami, sum gekk síni tungu spor til Getsemane og Golgata og varð negldur á krossin.
Báðir hesir partar hoyra saman í kristidóminum.
Seinasta kvøldmáltíðin
Skírisdag etur Jesus seinastu máltíð sína saman við lærusveinunum og borðreiðir hina heilagu kvøldmáltíðina, ið saman við dópinum er annað av luthersku sakramentunum í kirkju okkara.
Innsetanin er lýst í Matteusar evangeliinum (26. kap.), men tað er orðaljóðið í Fyrra Brævi Paulusar til Korintmanna (11. kap.), sum er varðveitt í liturgi fólkakirkjunnar: »... Várharra Jesus Kristus, á teirri nátt, hann svikin varð, tók hann breyðið, takkaði og breyt tað og segði: ‘Hetta er likam mítt, ið fyri tykkum verður úthelt. Etið allir her av til mínar áminningar.’ Somuleiðis tók hann eftir máltíðina kalikin og segði: ‘Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum; gerið hetta, drekkið allir her av til mínar áminningar’.«
Undir somu máltíð verður Jesus svikin av Judasi. Hann er eftir fyriboðan Jesu tann av lærusveinunum, ið hetta svikið skal gera afturfyri pengar. Seinni fer Jesus út í Getsemane urtagarð og biður um at sleppa undan teirri kvøl, ið bíðar honum langafríggjadag. Hann verður sum kunnugt tikin og settur í fangatippi.
Pætur ápostul fylgir honum, men avnoktar tríggjar ferðir um náttina, at hann kennir Jesus. Eisini hetta visti Jesus og segði, at áðrenn hanin hevði galið tvær ferðir, hevði Pætur avnoktað seg tríggjar ferðir. Sáran græt Pætur, tá hann sannaði, hvat hann hevði gjørt.
Vanligt er skírisdag at hava altargangsgudstænastur í kirkju okkara her í Føroyum. Aðrastaðni er talan um veruligar máltíðir, onkustaðni meira at kalla súmbolskar, men allar eru til minnis um tað kvøldið, Jesus gjørdi upp við jødisku páskamáltíðina og stovnaði hin nýggja sáttmálan, og sum vit til altars minnast við víni og breyði sum tekin um Jesu dýrabara likam og blóð.
Orðið »skír« í dagsins navni merkir reinleiki. Tað var eisini hetta kvøldið, Jesus tváaði føtur lærusveina sína.
Tungur dagur, ið leiðir til gleði
Langafríggjadag verður Jesus avhoyrdur av rómverska landshøvdinginum Pontiusi Pilatus, sum tekur avgerð um at lata mannfjøldina fella dóm. Fólkið dømir Jesus sekan og krevur Barabbas, ein hópdrápsmann, leysan.
Sjálvur tváar Pilatus hendur áðrenn Jesus – sligin og tornakrýndur – sjálvur má bera krossin eftir Via Dolorosa – líðingarvegnum – niðan á Golgata, har hann verður krossfestur.
Har hongur Jesus á krossinum millum tveir ránsmenn. Annar spottar Jesus, men hin biður Jesus minnast til sín, tá henn kemur heim í ríki sítt. »Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í Paradís,« er svarið, Jesus gevur honum. Í níggjunda tíma rópar Jesus: »Eli! Eli! Lama sabaktani?» Tað merkir: »Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?«
Hann gevur upp ond og langafríggjadags myrkrið sígur niður yvir foldina. Kortini er vónin birt, soleiðis sum vit syngja í einum av mest yndaðu langafríggjadagssálmunum: »Mannamúgvan mikil gongur« eftir Mikkjal á Ryggi (SFK nr. 189). Skaldið endar við orðunum:
Jesus við sín harða deyða,
lívið vann til okkum øll,
sáligt lív, tí blóðið reyða,
tváar okkum hvít sum mjøll,
tváar okkum rein og góð,
syngja vit enn sorgarljóð;
sjálvt á hesum tunga degi
sorgin leiðir fram til gleði.
Seinastu árini er ein í kirkjuni langafríggjadag farin at halda sonevndar liturgiskar gudstænastur, har vit við lestri úr pínslusøguni og eitt sindur av tónleiki fylgja Jesusi niðan á Golgata.
Hann er staðin upp
Páskadag er tað, at kvinnurnar (Mariurnar báðar) síggja, at steinurin er koppaður frá grøv Jesu og at hann er ikki har. Ein eingil og skærum klæðum møtir teimum og sigur, at hann, tær leita eftir, er ikki har, hann er staðin upp frá deyða og farin til Galileu, staðið, har prædikugerningurin byrjaði.
Kvinnurnar kvika sær burtur – óttafullar og undrandi yvir tað, sum er hent Og tær vilja ikki siga nøkrum frá hesum. Men Jesus er staðin upp til lívs, og eisini tá fingu vit felagsskap við hann. Og at hann fer undan okkum til Galileu merkir lívið, sæluna, samfelagið eftir skilnaðin og samgleðin eftir sorgina. Hagar skal hann hava okkum við sær. Har skulu vit síggja hann.
Deyðin setir sítt mark her á fold, at alt er endað. At nakað er liðugt eiga vit at vera Gudi takksom fyri. Vit eiga ikki at gloyma, at nakað er, sum av hansara náði og miskunn er farið aftur um bak og vendir ikki aftur. At burtur eru synd, neyð, líðing og heimsins sára sút, sorg og tungmóð.
Hitt himmalska Galilea
Men at nakað er eftir, er fyri framman, sigur páskaboðskapurin okkum eisini. Hitt himmalska Galilea, har vit skulu møta Jesusi.
Leita vit eftir hinum krossfesta Jesusi, tá skulu vit møta hinum upprisna harra og frelsara. Tá skulu vit fáa hann at kenna. Hann, sum er staðin upp og livir. Og vit skulu eiga lív saman við honum.
Tá okkara fjørður einaferð er rógvin, skulu vit lenda á strondum í himmalska Galileu. Í lívsins landi.
Halda vit nú sigursfest,
gleðast, tí lívið skal valda.
Frelsari tøkk, at grøv tú breytst,
Hon tær ei kundi halda!
H. M. Jacobsen: Frøist nú hvør, ið frøast kann
Onnur tíðindi