Skriva út

Hjalgrím Poulsen, deknur, in memoriam

24.06.2013 Tíðindi
Hjalgrím Poulsen, deknur, in memoriam

Miðvikudagin hin 12. juni andaðist Hjalgrím Poulsen, fyrrv. deknur í Sjóvar kirkju, og fór til gravar á Strondum leygardagin. Kirkjan var fullsett, nú ið gamli deknur og lærarin fyri seinastu ferð var í Sjóvar kirkju. Veðrið var av tí allrafagrasta. Vakurt var um landið alt , men henda dagin á Strondum tóktust okkum tað serliga vakurt. Tað var, sum vildi bygdin heiðra og veita trúgva syni sínum hitt seinasta brosi.

Hjalgrím var sonur Janu og Johan Poulsen, fyrrv. løgtings- og fólkatingsmann á Strondum. Johan Poulsen var limur í kirkjustjórnini í 32 ár og deknur í Sjóvar kirkju øll árini, hann var lærari á Strondum, og meira enn tað, tilsamans 50 ár.

Hjálgrím gjørdist deknur í Sjóvar kirkju eftir faðirin í 1968 og var tað til 1. s. í atvent 2004, í tilsamans 36 ár. Tá var bara ein deknur, men onkuntíð høvdu teir hjálpardekn, sum las. Hjá Hjalgrími var hjálpardeknurin Carl á Flatutrøð á Strondum. Hjalgrím dugdi tiltikið væl at lesa. Tann fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði varð sungið og lisið á donskum, eisini “Fadervor” og bønirnar inn og út. Frammanundan hevði tað verið annanhvønn sunnudag á donskum. Men miðskeiðis í sjeytiárunum samtykti kirkjuráðið at fara yvir til bara føroyskt. Onkur vildi geva mær skylduna ella heiðurin, men sannleikin er tann, sum lítli-Jógvan á Viðareiði plagdi at taka til, at eg vildi hvørki taka lut í málsviðgerðini ella atkvøðugreiðsluni. Strandingar skuldu sjálvir sleppa at gera tað av, og sambandsmenninir á Strondum valdu at fara yvir til bara føroyskt í gott samljóð við Jógvan Poulsen, fyrrv. lærara á Strondum, ið skrivaði bíbliusøgu sína á føroyskum, og man hann vera tann, ið hevur ávirkað gomlu strandingarnar til at skrivað føroyskt á teir elstu gravsteinarnar í gamla kirkjugarði.

Hjalgrím var lærari á Strondum 1957-58 og aftur 1966-96 og varaskúlastjóri frá 1978, og lærdi hann um kvøldarnar nógv av teimum ungu á Strondum og Skála at spæla klaver. Hjalgrím sat eitt skifti í bygdaráðnum og tók annars dúgliga á sín friðarliga hátt lut í nógvum av tí virksemi, sum var í Eysturoynni. Hann var í 1969 við til at stovna Lions í Eysturoy og tók íðin lut í tí virkseminum, m.a. við listaframsýning og árligu kappsiglini á Skálafjørðinum við 4-manna førum við seglum, ið byrjaði í 1971 og fer framvegis fram.

Hjalgrím fekk sær konu av Nesi í Eysturoy, hvar ið hann var lærari á Toftum 1958-66, Marjun f. Danielsen, sum trúføst hevur verið við lið hansara øll árini. Marjun og Hjalgrím eiga 3 børn, elstur av teimum trimum er Jóhan, sum eg havi konfirmerað. Tá var abbin, gamli sambandshøvdingin Jóhan Poulsen, eisini við. Síðan er tað arkitekturin Heidi, sum eg eisini havi konfirmerað, og yngst er Jana, sum eitur eftir ommuni, og sum eg havi doypt. Tað hevur verið ein fragd at verið saman við teimum. Marjun sang í Stranda kóri saman við Elsebeth undir leiðslu av Ámundi Berthelsen, tær báðar spældu eisini flogbólt saman, og minnast vit ein skemtiligan fótbóltsdyst, tær spældu á Skála til frama fyri nýggja vøllin, Strandakvinnur móti Skálakvinnum.

Tað vóru ríkar løtur í Sjóvar kirkju saman við Hjalgrími sum dekni, sitandi á beinkinum frammi í kór mannfólkamegin, og Jóhan Dávid á beinkinum í hinum borðinum, meðan Christian Høj sat við urguna. Trúfastir tænarar og góðir samstarvsfelagar vóru teir, altíð við tí góða. Seinni tók bróðirin Erhard við sum klokkari eftir Jóhan Dávid og Ámund Berthelsen við sum urguleikari eftir Christian Høj, og gingu teir í somu sporum. Hjalgrím var fyrikomandi og altíð til reiðar við tí góða. Amandus plagdi standa í forkirkjuni og bíða, um tað var okkurt, sum ikki var, sum tað skuldi. So noyddist hann at fara í hernað, sum hann segði. Og minnast vit seinastu ferð, Amandus var í kirkju og til altars, at hann tók nýstroknan lummaklút upp úr lummanum og streyk sær um munnin, sum hann plagdi, reistist og fór ikki út úr kórinum, men tók fetini yvir til Jóhan Dávid og Hjalgrím og gav teimum hondina. Tað var skilligt, at hann vildi takka fyri trúgva tænastu og gott samstarv. Hann doyði knappliga nakrar fáar dagar aftaná.

Tey seinastu árini fór heilsan at bila hjá Hjalgrími, og nú er hann so farin tann veg, sum eingin okkara sleppur undan. Hjá sær í ferðini hevði Hjalgrím tann frelsara, hann so trúfastur hevði tænt við lestri sínum í kirkjuni tey nógvu árini. Við honum eiga vit ikki bara trúnna, men eisini vónina um ein dag at síggjast aftur handan deyða og grøv.

Friður veri við minninum um Hjalgrím Poulsen!

np