Skriva út
Hin góði luturin
27.11.2018 Tíðindi
UM KIRKJUGONGD: Nakrar sannroyndir og ábendingar, nú kirkjuárið 2018 fer aftur um bak og vit stíga inn í eitt nýtt Harrans náðiár
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
»Ein gomul gøta eitur ‘kirkjan’. Sum kirkjan savnar okkum øll í dag frá teimum einstøku heimunum og teimum mongu ymisku viðurskiftunum, soleiðis eigur hon altíð at vera tann felags fundarstaðurin hjá okkum øllum at møtast á. Kirkjan er halgidómurin. Okkum er tørvur á, at nakað er heilagt bæði í lívi og yvir lívi okkara. Annars fer ikki at vita væl við. Annars verður alt bara gerandisligt og fær ongan hátíðardám yvir sær.
Eitt lív av berum gerandisdøgum verður stríggið og berligt. Eitt lív við ongum halgidómi, eitt fólk við ongari kirkju, tað er sum at liva undir einum dimmum, skýfullum himli, har sum sólin aldri sleppur út úr.
Mong fara burtur av hesi gøtuni. Kirkjugøtan grør til hjá teimum. Gongd teirra er allar aðrar staðir. Men tey mistaka seg. Felagsskapurin við hitt heilaga verður slitin, og tað er ein stórur missur.
Verðið tit ikki teirra millum! Tey bestu og dúgligastu í fólki okkara niður ígjøgnum tíðirnar í øllum verkum og í øllum ferðum, annaðhvørt tað vóru menn ella kvinnur, hava altíð verið slík, sum gingu kirkjugøtuna. Tit vinna nógv við at ganga í kirkju, tit missa nógv við at lata vera, og tað av slíkum, sum lívið ikki tolir at missa, uttan at tað verður fátækt. Eydna og sæla eru knýtt til tað at ganga hesa gøtuna. Tað hylnast ikki og verður uttan signing, sum ikki er í samfelagi við hitt heilaga. Heim og halgidómur, árnur og altar, hava altíð verið teir føstu og tryggu stuðlarnir undir einum góðum fólkalívi.«
Soleiðis tekur J. Dahl til í kapitlinum »Gamlar gøtur« í savninum »Stavnhaldið« (1944), har hann umrøður týdningin í at ganga í kirkju og ikki lata kirkjugøta grógva saman. Kirkjuárið 2018 fer nú aftur um bak og fyrsti sunnudagur í advent, tá nýggja kirkjuárið 2019 byrjar, er 2. desember. Tá er prædikuteksturin eftir fyrru tekstarøð.
Kirkjuárið byrjar í advent. Advent merkir ‘koma’ og sipar bæði til komu og afturkomu frelsarans. Fýra eru sunnudagarnir í advent; teir fýra fyri jól. Fyrsti sunnudagur í advent kann í fyrsta lagi koma fyri 27. november, í seinasta lagi 3. desember.
Jólaføstu nevndu tey gomlu adventina, sum eisini er tilskilað í álmanakkum. Um hetta sigur Axel Tórgarð í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum«, at eins og føstan var ein fyrireikngartíð fyri páskir, var adventin ein fyrireikingartíð fyri jól. Ein leivd av jólaføstuni mundi vera tann siður, at eingin skuldi giftast í advent, og ikki heldur varð dansað hesar dagarnar.
Tey gomlu søgdu, at tær fýra vikurnar fyri jól vóru mynd av teimum fýra túsund árunum, ið gingu frá syndafallinum til føðing Krists.
EIN 85 ÁRA GAMAL segði um kirkjugongd soleiðis: »Tá ið eg var ungur, kundi eg ganga í kirkju, men vildi ikki, og nú eg vil, kann eg ikki ganga.«
Jú, soleiðis er, slíta vit høgan aldur, so koma ellisbrekini. Men tey gomlu vóru von við lestur og sálmasong heima. Og sjálvur hevur Jesus sagt, at har fólk – fá- ella fjølment – savnast í hansara navni, har er hann teirra millum. Tað er ikki júst húsið við torni og klokku, ið umræður, men at vit savnast um gudsorðið, tað veri seg heima ella úti undir víðum lofti.
Mær rennur í huga ein fólkafund í heimbygd míni í Hesti ein alfagran sunnudag í juni 1934. Gudstænasta skuldi vera í kirkjuni og Jákup Dahl, próstur, skuldi prædika, men so mong fólk vóru komin til bygdar henda dagin, at rúm var ikki í kirkjuni. Avgjørt varð tí at hava gudstænastuna úti, Heima í Túni, sum er mitt í bygdini. Í skúlan varð farið eftir pultinum til próstin at hava sína tænastu.
Tingakrossur hevði vikuna eftir frásøgn úr Hesti henda dagin. M. a. varð nevnt, at fyri opnum vindeyga sat gomul kona og lurtaði eftir prædiku og sang sálmar saman við fundarfólkinum. Hon var eitt av trúgvu kirkjufólkinum í bygdini, nú var hon lamin og orkaði ikki longur at ganga um tún, men henda dagin kom kirkjan til hennara.
Ikki í øllum bygdum er kirkja. Ein kirkjusókn kann fevna um fleiri bygdir. T.d. fevndi Nes sókn fyrr um gomlu markatalsbygdirnar Nes, Toftir, Lamba, Glyvrar og Søldarfjørð. Seinni komu so niðursetubygdirnar Skipanes, Rituvík, Lambareiði, Saltnes og Æðuvík aftrat. Tá messuboð vóru, gingu fólk – ella eisini róðu – til kirkjubygdina. Seinni hava so Glyvrar og Rituvík fingið egna kirkju og eru kirkjusóknir.
Ymsar staðir í Føroyum eru staðarnøvn sum Kirkjusteinur, Vígdá, Kyrjarheygur, Kyrjarsteinur, Krossstíggur o.s.fr. Nøvnini benda í summum førum á, at her hava verið gudsdyrkan og onkur halgigerð, ella eisini staðið, har kirkjan kom undan. Og her kendu fólk seg trygg, tí »her er Gud og kirkjan, trífoldigheitin øll«, sum tikið verður til í kvæðinum »Seyðamaðurin á Sondum«.
Og fóru menn í bakka ella til útróðrar, so befalaðu teir seg í Guds hond við at syngja sálmar. Náttúran gjørdist her á sín hátt tann stóra kirkjuhøllin og útilívið í henni ein gudstænasta við ákallan og bøn um at Harrin mátti vera við í ferðini og føra teir heimaftur í øllum góðum.
Í SÁLMINUM »Eitt er Harrans ár nú liðið« tekur skaldið Mikkjal á Ryggi (1879-1956) soleiðis til:
O, vit biðja, faðir bestur,
savna fólk várt saman her;
sálmar, bøn og halgur lestur
bøti okkum hug og gerð,
á títt lyfti, Harri Krist,
lær tú oss at líta vist:
Ættir føðast, ættir fara,
kirkja tín skal altíð vara.
Í kirkju okkara eru embæti og týðandi størv, sum eru neyðug bæði fyrisitingarliga og í dagligum yrki. Vit hava eitt undirvísingar- og mentamálaráð undir landsstýrinum, sum umsitur fólkakirkjuna, vit hava kirkjuráð, prestaembæti og kirkjutænarar: deknar, klokkarar, organistar og onnur, sum taka eina hond í. Allar góðar og týðandi tænastur.
Men ein tænasta verður ongantíð – ella ið hvussu er sjáldan – tikin upp á tungu, hóast hon er tann týdningarmesta av øllum. Var hon ikki, so var kirkjan als ikki til. Hetta er ikki ein lønt tænasta, als ikki, men í sjálvum sær er hon lønin hjá øllum hinum.
Og hvør er so henda tænastan? Jú, rætt gittu tit! Tann vit finna í frásøguni um vitjan Jesu hjá systrunum Martu og Mariu. Onkur heldur hesa frásøgn kanska lýsa tvey ymisk lyndisbrøgd hjá tveimum kvinnum, onnur meira arbeiðssom, hin meira andliga tilvitandi.
Og hesum er einki løgið í. Menniskju eru so ymisk. Eisini systkin eru ólík. Men frásøgan er í parti við hesi seinnu, og hon er eisini meira áhugaverd. Hon valdi hin góða lutin og settist við føtur lærumeistarans at lýða á talu hansara, meðan hin systirin valdi ikki at lurta, men at stákast við at seta á borðið.
Og her liggur kjarnin í júst hesum ikki at lata kirkjugøtuna grógva saman. Vit eiga at halda hvílidagin heilagan og leggja til viks alt strev og verðsligt sinni og leita inn í halgidómin, har Harrin sjálvur er til staðar og talar sítt orð til okkara.
Embætið, rikið varð framundir, er tað, sum við einum beinraktum, fólksligum heiti verður nevnt »hitt heilaga, almenna embæti kirkjufólksins«. Tað er at siga: embætið, sum er knýtt at boðskapinum í evangeliinum og í tí samanhangi at taka virknan lut í gudstænastuni, bøn, játtan og sálmasongi.
Saman við tí embætinum, sum boðar evangeliið og umsitur sakramentini – prestaembætinum – er kirkjugongdin treytaleyst tann týdningarmesta tænastan í kirkjuni. Hetta verður ikki sagt til tess at undirmeta aðrar tænastur í kirkjuni, men uttan at nakar hoyrir evangeliið og troystar á Harran í ákallan og bøn og sálmasongi, er eingin kirkja til.
Tað er hetta, sum evangeliið lýsir í frásøguni um Martu og Mariu. Marta stríðist við at borðreiða fyri hinum høga gesti, og gestablídni verður roknað sum góður eginleiki, men kortini verður tað roknað Mariu sum betri lutur, at hon setist við føtur hansara, ið komin er á vitjan. Hon gjørdi tað, ið sømdi seg, ja, tað einasta rætta, har ið Harrin sjálvur var til staðar. Hann, sum bar »orð Guds í holdi«, tá hann kom til jarðar. Tað at vera kirkja er í roynd tað, sum Maria gjørdi – at setast við føtur Harrans og lýða á orð hansara.
Vit eitast at vera góð við kirkju okkara og royna at dugna henni í allar mátar. Í sóknini hjálpa vit kirkjuráði, presti og kirkjutænarum at leggja til rættis konsertir, fyrilestrar, framsýningar o.a. fyri at »lokka fólk í kirkju«. Alt samalt vælmeint, men týdningarmest av øllum er kirkjugongdin sunnudag, tá gudstænasta er. Sjálvt orðið kirkja merkir »tað, ið Harrans er«. Og tessvegna eisini teirra, ið á Harran lýða.
BAGIR KIRKJUNI NAKAÐ? Hetta er ein spurningur, ið javnan verður havdur á lofti. Og svarini eru oftast eins mong, og persónarnir, ið spurdir vera. Onkur heldur kirkjuna vera ov gamaldags. Har átti ein pøs við frískum vatni oftari at verið oyst í støðuhylin.
Hetta siga ónøgd fólk. Og ónøgd smittar. Og fyri hesari sóttini eiga vit at ansa okkum sera væl. Tí eisini fólk, ið ikki leggja so nógv lag í sjálva gudstrúnna teljast í kirkjuliðinum. Men er tað ikki bara at fegnast um, tí á henda hátt koma tey at hoyra gudsorð og kunnu umsíðir taka við trúgv.
Her er vandin tann, at ikki umvend, gudilig fólk vilja skjótt krevja, at tey fáa eitt orð at siga um boðskapin í kirkjuni. Hava vit ikki mangan hoyrt: »Nú eru vit móð av at hoyra sama boðskapin um Jesus. Nú vilja vit hoyra annað sagt enn at Jesus var føddur, doyði, reis upp og fór til himmals. Latum okkum fáa ein meira fjølbroyttan boðskap, meira spennandi, tíðarhóskandi og undirhaldandi bæði í orðum og tónleiki.«
Slíkum úlvum í seyðaroði mugu kirkjufólk ansa sær fyri. Tí tey kunnu lata seg tøla og villast av leið og fara at rópa eftir onkrum, sum tey halda vera betri, men sum einki hevur við gleðiboðskapin at gera.
Danski teologurin, presturin Jørgen Thorgaard, sum var kendur frá sjónvarpssendingini »Eksistens« í Danmarks Radio, helt kirkjugongdina í donsku fólkakirkjuni vera so út av lagi lina, at ein akkurát tað sama kundi fylla betong í kirkjurnar. Ein døpur ásannan.
Skal kirkjuni vera lív lagað, er treytin, at hon eigur eina livandi meinigheit í sóknini. At kirkjan er annað og meira enn ein væl røktur, ásýniliga vakur bygningur og løntar tænastur. Sjálvt kirkjuliðið er saltið og ljósið, sum gevur kirkjuni lív.
Tað má tí roknast sum skilaleyst, um kirkjan í ráðaloysi fer at hugsa um nakað annað enn gudstænastuna til tess at tóknast fólki. Tá er hon ikki nakað gudshús longur.
Finna vit sess okkara í kirkjuni sunnudagar, so eru vit við hjáveru okkara við til at bera uppi prædiku og sálmasongi og eru sostatt almúgustabbarnir undir gudstænastuni. Gloymið tí ikki gomlu kirkjugøtuna, men latið Harrans hús verða stavnhaldið í nýggja kirkjuárinum og øllum teim komandi.
So einfalt er tað. So einfalt kann tað sigast – og skal tað sigast.
Onnur tíðindi