Hin góði hirðin!
Prædika, sum Steintóra Gleðisheygg Joensen helt í Vesturkirkjuni 2.s.e.páskir, 18. apríl 2021, tá ið hon varð skipað í embætið sum virkandi sóknarprestur í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Evangeliið 2.s.e.páskir: Jesus segði: ”Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar. Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði. Jóh 10,11-16
Jesus er hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.
Umframt hetta verður í dagsins teksti ikki gjørt nógv burturúr at greiða frá um tær praktisku uppgávurnar, ið fylgja við hesum at vera hin góði hirðin; vit verða í størri mun gjørd varðug við sinnalagið og tilknýtið ímillum hirðan, Jesus, og seyðin, okkum menniskju.
Hirðar og seyðir eru í ríkan mun at finna í Gamla og Nýggja Testamenti, og Jesus umtalar ofta okkum menniskju sum seyðir.
Men hetta við at tosa um okkum sum seyð, kann lættliga provokera modernaða, karrieru-mind’aða menniskjað.
Eg kenni ikki nakran um hann kundi valt at verið eitt djór, at hann so hevði ynskt at verið ein seyður.
Seyðurin er ikki heimsins klókasta djór. Hann er fittur, men ikki nakað sterkt, sjálvstøðugt róvdjór, eins og m.a. úlvurin. Seyður skal leiðast, hann gongur og melur, verður onkuntíð burtur frá hirðanum og restini av fylginum. Um hann gerst fastur onkustaðni ella kemur í óføri, má hann hjálpast, - so ja, seyðir eru rættiliga hjálparsleysir. Teir hava tørv á einum hirða.
At vera hirði í gamla landbúnaðarsamfelagnum, sum Jesus í dagsins teksti talar til, var ábyrgdarfult og strævið. Hirðin hevur bæði ábyrgd av, at seyðurin er tryggur, at hann trívist, og at seyðurin fær mat og svøvn.
Sum vit hoyrdu lisið úr Ezekiel í áðni: “Hitt burtvilsta skal eg leita upp; tað, ið burtur er stygt, skal eg reka aftur; hinum beinbrotna skal eg binda um hjá, og hitt sjúka skal eg styrkja. Men hinum feita og hinum sterka skal eg hava eyguni eftir; eg skal røkta tað, so sum rætt er.”
Bæði um dagin og um næturnar mátti hirðin vera til reiðar at berjast fyri sínum seyði, um nú annaðhvørt tjóvar ella úlvar hóttu ein ella fleiri í seyðafylginum. Og alt hetta gekk fyri seg úti á stóru opnu grasfløtunum.
Men tað er ikki bert hugni og harmoni úti á grasfløtunum!
Eins og Jesus vísir á, eru úlvar har úti, ið knappliga leypa harðliga á, gera seg inn á og spjaða seyðafylgið. Og tað er júst har, tá ið harðast leikar á, at Jesus er øðrvísi enn leigusveinar og leigaðir hirðar. Hin góði hirðin letur sítt egna lív fyri seyðin, heldur enn at lata úlvin taka hann. Men hvør ella hvat er úlvurin í øllum hesum?
Jú, úlvurin er fyrst og fremst syndin í øllum sínum skapilsum. Úlvurin er øvund, hatur, fordómar, lygnir – ja alt tað ónda, ið kann skaða tilknýti ímillum hirðan og seyðin og tilknýtið innanhýsis ímillum seyðin í fylginum.
Men í evangeliietekstinum í dag vísir Jesus á, at hann heldur fast í hvørjum tí einasta av okkum; við sínum orði fer hann altíð at stilla seg ímillum okkum og syndina, og bjóða okkum inn í sína tryggu og góðu rætt.
Og nú vit eru við úlvin, so er tað heldur úlvar enn hjálparsleysir seyðir, ið samfelagið í nógvum førum eggjar okkum til at vera. Úlvar eru sterkir, úlvar hava ábyrgd fyri egnum lívi, og úlvurin missur bæði status og føði við at vera veikur. Tað er ikki pláss fyri at vera ein veikur úlvur.
Í fólkaskúlanum skulu vit vera úlvar fyri at fáa karakterir at sleppa inn á studentaskúla, í studentaskúla skulu vit vera úlvar fyri at sleppa inn á okkara dreymaútbúgving, og undir útbúgvingini skulu vit vera úlvar, fyri síðan at vera spennandi fyri arbeiðsmarknaðin, har vit av álvara skulu vera úlvar millum úlvar. Tað er also ikki pláss fyri at vera ein einfaldur seyður, hvørs lív er bundið at einum hirða.
Í vikuni hoyrdi eg eina bandaða samrøðu ímillum tveir prestar, har teir komu inn á bókina, ”Utilstrækkelig”, ið danski teologurin Christian Hjortkjær hevur skrivað. Í bókini sigur hann, at vit eru farin frá einum samfelag, ið er stýrt av reglum, til eitt samfelag stýrt av idealum. Og tað er ikki ósatt; vit skulu øll leiða okkum sjálvi, vit skulu vera tann besta útgávan av okkum sjálvum - hvat tað so enn merkir.
Og tað kann væl vera, at samfelagið í nógvum førum krevur, at vit eru úlvar! Men hyggja vit eftir tølum av børnum, ungum og vaksnum, ið stríðast við strongd, angist, tunglyndi, rúsevnir og o.a. eru hesi møguliga eitt tekin um, at úlva-strategiin, ið vit øll á ein ella annan hátt eru vavd inn í, hvørki er sunn ella røtt.
Í ljósinum av hesum er tað so statt nakað frígerandi í evangeliinum í dag – ein lætti – at vit kunnu ganga og tøssa saman við hinum góða hirðanum, ið bæði gongur aftanfyri okkum og við síðina av okkum, og heldur okkum á røttu kós. Saman við honum kunnu vit bara vera.
Ein góður hirði kennir hvønn tann einasta av sínum seyðum. Hann kennir holdið og sinnalagið. Hann setir merkið í oyrað, og sum oftast hevur hann givið øllum seyðunum navn.
Jesus sigur í dag: eg kenni míni. Grikska orðið γινώσκω, sum vit umseta ’eg kenni’, hevur ofta, og eisini her, eina djypri meining enn tað bara at kenna, at vita hvør onkur er; grikska orðið verður eisini nýtt, tá ið talan er um eitt inniligt tilknýti. Jesus kennir okkum veruliga, og vit eru hansara.
Sostatt: at vera Jesu seyðir og at verða umtalað sum seyðir, noyðist nú ikki at kennast provokerandi hjá okkum. Um vit vilja tað ella ikki, er okkara lív og tilvera, eins og hjá seyðinum, bundin at restini av fylginum - til øll onnur menniskju. Tað vil siga, ikki bert tey, ið eru í okkara fylgi, men eisini øll tey, ið eru uttanfyri og aðrastaðni bæði so og so. Tvs. øll tey, ið liva og eru øðrvísi enn júst vit.
Vit menniskju hava altíð býtt okkum upp í flokkar. Vit eru limir í alskyns fylgjum. Tað kann vera vinarbólkum, ítróttarfeløgum, lesi- og bindiklubbum, politiskum flokkum, trúarsamfeløgum og so framvegis. Men vit mugu altíð minnast til, at hesir flokkar, sum vit menniskju sjálvi býta okkum upp í og halda saman við, einans eru undirflokkar av tí størsta flokkinum, sum fevnir um øll menniskju, og hevur Jesus sum hirða.
Og hesin altfevnandi flokkurin er vælsignaður við einum hirða, sum hevur eitt so sterkt band í okkum, at líkamikið hvat vit gera, siga ella fara, kunnu vit ikki vera mist av honum.
Í dag nevnir Jesus teir leigaðu hirðarnar, teir ið ikki eiga seyðin og flýggja, tá ið vandi er á ferð. Tað er leigusveinunum, teimum leigaðu hirðunum, ið vit kunnu vera og verða mist av.
Vit hava eitt hav av leiðarum í okkara samfelag. Vit hava politikkarar og í øllum privatum og almennum stovnum eru ein ella fleiri leiðarar. Alskyns bøkur verða útgivnar, ið snúgva seg um góðu leiðsluna, leiðslustýring, leiðslufilosofi o.s.fr. Hesir leiðararnir ofra ikki sítt lív fyri okkum. Hinvegin er tað aloftast umvent hjá okkum menniskjum, at tá ið tað m.a. snýr seg um niðurskeringar, er tað ikki leiðarin, ið niðurleggur sítt starv, men tað verða heldur onkrir av seyðunum, ið vera offraðir. Jesus er leiðarin, ið ofrar seg fyri okkum. Hann ofrar ongantíð okkum, og tað er grundleggjandi munurin á himmalska og menniskjaliga leiðaranum.
Teksturin í dag er fyrst og fremst ein lýsing av Jesu sinnalagi og tilknýti til okkum, ein lýsing av, at hann er Gud hjá okkum øll. Somuleiðis er tað ein áminning um tann samhuga og ta virðingina, vit skulu hava fyri øllum flokkinum; fyri teimum, ið okkum kanska ikki dámar so væl, fyri teimum, ið eina ella fleiri ferðir hava sárað okkum og fyri teimum, ið vit barasta ikki skilja. Í einum flokki fara ósemjur altíð at taka seg upp, men tað er sera umráðandi, at halda fast í at síggja menniskja, og ikki ósemjuna.
Í nýútkomna dokumentarinum um Ingálv av Reyni, vísir Ingálvur til ein franskan listamann, tá ið tað stóð honum í boði at ogna sær ein nýggjan málning, tá valdi hann sær altíð ta myndina, ið hann skilti minst. Tað var tí, at tann myndin, ið hann skilti minst, kundi hann veruliga læra nakað av.
Vit eru vælsignaði við einum hirða, ið er kelda til allan kærleika og tann kærleikan hava vit ábyrgd av at sýna hvørjum øðrum. Sum Jesus sigur í dag: “og har skal verða eitt seyðafylgi og ein hirði.”
Amen.
Sálmar: 26, 488, 503 – 667, 694