Skriva út

Hin dulda girndin / misnýtsla.

05.02.2014 Tíðindi
Hin dulda girndin / misnýtsla.

Innanfyri girðingina í tí heimliga kenda. Vandaleys, uttan ekka, trygg. Spælandi, læandi og kát sum fuglurin á heiði. Innanfyri girðingina er vónin bjørt sum bjartur hásummar dagur. Sól og geislandi ljós einastaðni og allastaðni.

Uttanfyri er alt øðrvísi. Eins og hin ódámligi mjørkin, ið rekur ófrættakendur um fjøll og røkur. Eingin veit veruliga, hvat tað veruliga er. Eingin roknar við nøkrum serligum, og rokna verður tó við øllum. Tað er jú uttanfyri girðingina. Har kann vera kalt, rátt og hart. Innanfyri skal ein varða seg fyri lívinum uttanfyri, tí tað kann enntá vera ljótt.

Men innanfyri er ikki einans innanfyri mark og mørk. Innanfyri er eisini innan ta útsjónd og tað andlits brá, ið trínur fram sum vælgerð og umhugsað tala. Viðhvørt skal ein vara seg fyri tí innara, tí tað innara, ið er innanfyri tað dulda, kann hava skaðiliga ávirkan á lív og ytri umstøður.

Viðhvørt verða mørk brotin innanífrá, og skaðin er óendaligur.

Mørk avmarka og seta karmar. Mørk gera tilveruna einfalda, ella gera lívið einfaldari. Mørk eru neyðug, tí uttan mørk er tilveran markleys.

Mørk eru ymisk, tey eru jalig og neilig. Viðhvørt eru mørk sett í tilveruna, og eingin veit veruliga hví. Onkur sigur eitt, annar eitt annað. Men nakað veruligt svar fast ikki. Tað er bara so, tað er tann frægasta útsøgnin. Hugsanin staðfestir tað sama og sigur, at er tað so, ja so er tað so.

Hugsa vit um mørk, so eru eisini tey ymisk. Ein girðing, ið er bygd við tí í huga at byrgja inni, kann í sjálvum sær vera skaðilig, sjálvt um ætlanin var góð. Lívið í Berlin var torført báðumegin Berlin-múrin. Handan múrin búðu næstringar og kenningar, men alt beinleiðis samskifti á manna vísi var ómøguligt. Múrurin gjørdi skilnað millum eitt og sama fólk, gjørdi lívið óliviligt.

Meðan múrurin stóð var lívið óliviligt hjá fólkinum báðu megin múrin. Tá múrurin fall, livnaði fólkið og tók frástøðu frá mørkum, ið einans vóru mørk vegna markleysa tráan eftir stýring.

Verður gingið rundan um ein urtagarð, síggja vit eina heilt aðra girðing. Vit síggja tvørtur ígjøgnum hegni. Tað er gjøgnumskygni, og blómurnar sveiggja í mjúkum fleyri ein vakran summardag. Tær sovna um sólsetur á teirra lívskvøldi. Tú sært, og eygað sær. Tað er einki fjalt og dult. Lívið er vart, men kringumstøðurnar eru opnar.

Í mínari tíð sum prestur havi eg hugsað, at tann kristna kirkjan / samkoman var eitt gott stað at vaksa upp í, eitt gott stað hjá ungum, tilkomnum og eldri. Hesa fatan havi eg enn, og tað kirkjuliga umhvørvið eigur at vera gott og sunt.

Við árunum mentist tann hugsanin, at ikki alt einvíst er gott. Tað ónda, sum øll hildu var uttanfyri, var brádliga innanfyri. Ístaðin fyri at veita vernd og verju, so tað ónda ikki trongdi inn á vart øki, gav girðingin gróðrarlíkindi, so tað innara í menniskjanum kundi vella fram og gera ónáðir á tað ytra hjá øðrum menniskjum í sama umhvørvi. Tað ongum vardi kom óvart.

Tá ið ferð kemur á rørslurnar, og mørk verða flutt og traðkað undir fóti, hendir nakað sjáldsamt. Menniskjans ytra verður ein trupulleiki í sál og sinni, ið síðani aftur er ein trupulleiki í likaminum. Har mørk verða vanvird, kann skaðin verða ómetaligur, líðingin fullkomin og tilveran kryplað.

Tað er júst prísurin fyri tey fluttu mørkini, ið er til umrøðu í alheims fjølmiðlum júst nú. Avdúking eftir avdúking sigur frá, at eisini innan í teim kristnu kirkjunum er kynslig misnýtsla av børnum. Avdúkingin skapar eina vreiði, vreiði mót kirkjuni og teim leiðandi.

Í danska blaðnum KD hevur verið nógv at lisið um ta katólsku kirkjuna. Ja, enntá pávin fær at kenna vreiði fólksins. Fólkið krevur, at kirkjan finnur amboð, so kynslig misnýtsla av børnum ikki finnur stað, og framd brot fáa somu viðgerð og sama dóm sum í borgarliga samfelagnum. Saman við tí katólsku kirkjuni koma alt fleiri protestantiskar kirkjur fram í ljósmálan. Trupulleikin er hin sami.

Innanfyri í kirkjuni / samkomuni er trupulleikin hin sami sum uttan fyri kirkjugátt. Mørk eru góð, men mørkini skapa eisini eitt fríøki hjá tí markleysa. Eingin roknar við, at kynslig misnýtsla gongur fyri seg á kirkjunnar varda øki.

At hugsa slíkt er fjart frá teim flestu. Tað er ikki einans ein spurningur um at avnokta veruleikan. Tað finst ein veruleiki á skuggasíðu kirkjunnar, ið vit ikki hava verið varin við, ið vit als ikki hava gáað um.

Um onkur fyri nøkrum árum síðani kom til mín við einum barni, ið hevði trupulleikar við samskifti, svøvni og áti, og bað meg meta um ella gita, hvat var galið, ja so vóru 100 orsøkir fremri í huga mínum enn kynslig misnýtsla.

Hesin tekstur varð upprunaliga skrivaður til ein temadag, ið felagsskapurin KRIS skipaði fyri í Kelduni í Skálafirði í februar 2010. Í kvøld 4 ár seinri verður tað sama evnið tikið upp í Vesturkirkjuni.

Tað er gott og neyðugt, at kristnar kirkjur og samkomur varpa ljós á duldar gøtur og døpur mein. Vit mega verja livandi lív og viðkvom børn. Vit mega lekja sár, ið bløða í likami, sál og sinni. Hin dulda girndin, trongdin ella sjúkan skaðar ómyndig, verjuleys og sakleys. Skaðin avlagar barnaárini, og vaknar aftur til lívs við styrki, tá ið barnið er vaksið og skal liva sítt kynslív saman við makanum.

Opinleikin gagnar, eisini har dyr eru stongdar. Vit mega lekja sár teirra, ið gerast offur. Tey, ið framdu skemdargerð, mega fáa hjálp og viðgerð. Vit ynskja øllum lív og framtíð, bæði teim særdu og teim særandi.

Vit mega verja børnini móti óviðkomandi fingrum, ið leita til teir partar á likaminum, sum í búnum aldri avmynda menniskjans dýrd, tá ið sjálvvalda ástin leikar í javnbjóðis spæli millum elskandi.

Vit mega gera tað, ið gerast kann, so sálin ikki verður krypil.

Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Tórshavn 5. februar 2014.