Skriva út

Heysttakkargudstænasta í Sands kirkju

28.09.2016 Tíðindi
Heysttakkargudstænasta í Sands kirkju

Nú heystið og slaktið er í hondum verður skipað fyri eini heysttakkargudstænastu í Sands kirkju. Sands bygd er landbúnaðarbygd burturav. Her verður nógv velt. Bæði epli, korn, røtur og annað grønmeti. Og oktober er mánaðurin, tá ið slaktið er, og á Sandi er sera nógvur seyður, og menn eru spentir at vita, hvør ið eigur tann størsta veðrin og tyngsta lambið.

Leygardagin, 1. oktober, er eplafestivalur á Sandi, og tað er í hesum sambandi at heysttakkargudstænasta verður. Leygarkvøldið, 1. oktober, kl. 18.00 møta vit í kirkjuni. Børn fara at luttaka við at bera grøðina fram í kór, so vit síggja ein part av grøðini, vit fara at takka fyri.

Til eina heysttakkargudstænastu er eisini hóskandi, at fólk fáa møguleika at geva eina heysttakkargávu. Tá fólk koma inn í kirkjuna, fáa tey ein brævbjálva, sum tey kunnu leggja heysttakkargávuna í. Undir gudstænastuni verður offurgongd. Offurgongd verður hildin í fleiri kirkjum í Føroyum. Undir eini offurgongd fer kirkjufólkið fram at altarinum og leggur gávuna á altarið. Gávan fer til Luthersku kirkjuna í Tansania, í landslutinum Mara, til at útbúgva deknar og hjálparprestar.

Eplafestivalurin verður annars hildin í Trøðum á Sandi. Har eru tiltøk av ymsum slagi. Matur verður gjørdur og høvi verður at njóta ársins grøði – við vælsmakkandi rættum. Eftir gudstænastuna verður kyndlagonga frá kirkjuni og yvir í Træðir.

Tað er sera hóskandi, at vit, tá ið vit hava ein eplafestival, har vit hátíðarhalda alla grøðina, kunnu hava eina heysttakkargudstænastu, har vit takka Gudi fyri grøðina. Tí uttan hansara hjálp er eingin grøði. Tað er sum í sálminum: “Guð, tú tín akur má signa og verja”, tá ið vit syngja: “Sáa og væta, tað kunnu vit eina”. Eins og í Guds ríkis arbeiði, har tað er Gud, sum gevur vøksturin, meðan vit einans kunnu vera hansara amboð. Soleiðis er eisini við landbúnaði. Vit kunnu gera okkara besta við at sáa og velta, væta og lúka, men uttan Guds hjálp er eingin grøði. Grøðina mugu vit takka Gudi fyri!

Orð: Havstein Klein