Heystið
Summarið er farið. Tíðin, har vit fara í hvør sína ætt: Mikladals, Barcelona, Kina og Sumba. Saman við ljósinum og blómunum, kemur ófriður á okkum, og vit vita ikki, hvar vit skulu fara, tí nú er summarið her. Vit keypa markisur, hitaapparat og tjúkk teppi, og vit vilja so fegin, at summarið skal vera gott.
Tá tað er summar – gerast øll í ørviti!
”Mamma, sólin skínur!” Kom út í Sandágerð nú, kom skunda tær, áðrenn sólin fer!” Vit pakka niður í taskur og posar, sum skuldu vit flyta: keks, saft, sólkrem ,bólt, teppi, sólbrillur, gummibát, breyð og eina rúgvu afturat. Skjótt gongur, tí man kann ikki vera heima við hús, tá sólin skínur, nei vit skulu út til havið. ”Costa del Sandágerð” – akkurát sum ordentligt.
Komin higar verður alt pakkað upp og breitt út á teppi. Børnini eru komin í svimjuklæðir, og eg havi blást og blást svimjiringar og svimjidjór, so eg hyperventileri, stuni og kikki eftir ondini, men umsíðir leggi eg meg niður á teppið og smílist friðsælt til tey, sum liggja nærhendis. Tað gongur ein lítil tími, so fer fyrst eitt og so fleiri skýggj fyri sólina… ”Mamma, tað er so kalt nú”. Síggi, at fjáltur kemur eisini á tey rundanum okkum, hyggja ráðaleys og undrast, hvar sólin fór? Soleiðis eigur tað ikki at vera. Ein kona sigur við harðari rødd sigur við tey, sum eru beint við: ”Eg havi ringt til Leynar. Kenni nøkur har, og tey siga, at har skínur sólin!”
Tað eru flest kvinnur, sum eru á hesi sólveiðu við ótólnum børnum , men heimkomin í grannalagi eru tað menninir, sum eru farnir útum. Menn og eldur hoyra saman, og soleiðis hevur tað altíð verið. Tað er urmaðurin, tað er maskulint. Tað er onki mansligt at tendra eina gassgrill; tað kann kvinnan gera. Nei, menn skulu hava kol, eld og glóðir. Teir steikja kjøt, ikki bleikar høsnarungar, nei, KJØT! Og teir biðja børn og konur ikki koma ov nær grilluni, tí hetta er vandamikið arbeiði.
Konurnar fara og skera salat, cherrytomatir og kinakál, bera ketsjup og leyk út í tún, leggja blomstrutan dúk á borðið, ljós og serviettar, meðan maðurin stendur og eygleiðir spruttandi kolið við sjáldsamum brái og vendir búffarnar so hugagóður, sum var hetta tarvur úr Pamplona, sum hann sjálvur hevur dripið. Men búffarnir eru frá boppusíðari, kálvakníggjaðari danskari kúgv.
Og so er alt til reiðar, og konan skumpar salatið runt, meðan maðurin leggur ein búff fyri og annan eftir til tey svongu, sum sita rundanum borðið.
Um summarið tosa eisini allar kvinnur um at lætna, og um at gera høvuðsreint, tí støvið sæst so væl, tá ljósið kagar inn ígjøgnum vindeyguni. Men nú er so deiliga myrkt. Støvið slangar sær á kørmum og bókreolum, dellurnar hava góðar dagar undir tjúkkum føroyskum troyggjum og verða skjótt fleiri í tali av góðum, røstum kjøti. Veðrið er vánaligt, regn og vindur, og eingin væntar nakað serligt, tí tíðin er komin at hugna sær innandura, at práta, drekka kaffi og eta sjokulátu, at ganga á kafé og fara í bindiklubb til langt út á náttina. Konfirmatiónirnar eru farnar afturum, tá kvinnur fara út í regnið við pastasalati í eini hondini og marengsbotni í hinari, tí vit hjálpa hvørjum øðrum. Tað gevur samanhald. Og borðspølini verða tikin fram aftur, og børn og foreldur hugna sær saman og byrja so smátt at gleða seg til jóla.