Skriva út

Hevur tú sæð mín morgunmat?

18.06.2018 Tíðindi
Hevur tú sæð mín morgunmat?

Skrivað stendur, at “menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, sum gongur út av Guðs munni”.

Kanska situr tú beint nú og etur franskbreyð, fullkornsbreyð, ciabatta ella heimabakaðan bolla? Ella kanska havragrýn ella ein smoothie? Kanska hevur tú verið og runnið dagsins túr og stendur undir brúsuni? Kanska hevur tú tikið eitt selfie av frukttallerkinum og lagt á Instagram, so øll kunnu síggja, at tú livir sunt og rætt. Og tað er gott, tað er so púra vist.

Matur hevur alstóran týdning. Matur bindur saman og gleðir menniskjuna. Vit hava torført við at sessast kring borðið saman við fólki, sum ikki eru blíð og vilja okkum tað besta. At eta saman krevur, at vit eru góð við hvønn annan.

Í dag er livandi Guð skúgvaður eitt sindur til viks. Heldur lurta vit eftir, hvat detox kann gera fyri okkum, matætlanir, kolhydratir og proteinir, føsta. Vit eiga bert løtuna nú og so ævinleikan, so vit mugu royna sum best at liva sum longst. Og øll vita vit, at høgt kolestorol og høgt BMI og vánalig kondi er av tí ónda, so vit óttast og gera, hvat vit fáa at vita er rætt.

Kosmetikídnaðurin er “anti age”, so koyr ov mikið á andlit og armar, so aldur ikki sæst á tær. Aldur er nakað ræðslukent, hóast vit øll vilja liva longri.
Og broccoli, ingifer og tomatir kunnu fáa teg at yvirliva, men ikki endiliga at liva...

Um vit bara eta og ongi orð koma við, so seta vit alt í hálsin. Lívgevandi orð mugu til. Orð, sum siga, at tú ert ein menniskja sum ikki bert er livrunnin vera, men menniskja, sum hevur annað og størri virði enn maturin. Ein menniskja, sum er elskað og hevur ein himmalskan Faðir.

Í dag verður sagt, at Jesus kappast við steinaldarkost, detox og mindfulness. Tilboðini eru mong í dag og ofta torført er hjá menniskjanum at sálda burtur – at velja til ella frá. Onkur heldur, at hevði Jesus hildið fjallaprædikuna í dag, so hevði Hann skoytt fleiri “sæl eru...” uppí:

“Sæl eru økoaktivistarnir, tí teir verja náttúruna og savna plastikk saman
Sæl eru tey, sum ikki happa
Sæl eru tey, sum fara væl um skaparverkið og lurta eftir Pál Weihe
Sæl eru tey, sum flyta aftur til Føroyar
Sæl eru tey, sum hjálpa børnunum
Sæl eru tey, sum lurta eftir teimum gomlu
Sæl eru tey, sum hjálpa strongdu familjuni”

Vit kjakast leingi og inniliga, um breyðið hevur kjarnir ella fibur, um hvat er lukka og hvussu vit kunnu verða eydnusom.

Ímynda tær, um Jesus í dag hevði gjørt “breyðundrið,” tá hann mettaði eina rúgvu av fólki við nøkrum fáum fiskum og breyði. Kanska høvdu fólk farið at muta ímóti og sagt:
” Hey, túvé Jesus - er gluten í breyðnum? Ha? Eg toli ikki hvítt breyð, hví er tað ikki sólkjarnubreyð?”

Við fiskinum skuldi ikki verði nakar trupulleiki. Ivaleyst hevði Hann fleirfaldað makrel, tí vit kenna alt til kvotur, og hvørt mansbørn í Føroyum kennir ein makrel. Ella kanska hevði Hann sagt:
“hetta er eitt tápuligt ættarlið – eg lati breyð vera breyð og fisk vera fisk og gevi teimum nakrar eydnubollar ístaðin”.

Gott er at vera miðjumjáður og vera spelkin og frískur, tí tá fellist alt so lættari. Og við lágum BMI og sunnum likami, so vísa vit eisini bæði mær sjálvum og Skaparanum, at eg eri takksom fyri mítt likam og geri, hvat eg kann fyri at røkja hann.

Men vit mugu eisini fóðra sálina, so vit ikki verða heiladeyð og andsloysingar. Gott er at vera gott fyridømi og renna og eta sunt, men alt er forgongiligt og likamið ferst, sum liljan á markini og fuglurin á flogi, men hvussu við orðunum ?
Orð, sum skapa tað tey siga, orð, sum ikki venda tóm aftur, orð, sum kunnu fáa skipanir at ridla og byggja eina menniskju upp...

Vit biðja “gev okkum í dag okkara dagliga breyð”. Vit kunnu ikki liva uttan breyð, men vit kunnu bert yvirliva av “Lívsins breyði”.