Hermaður og biskupur
Mortansmessa er 11. november og verður hildin til minnis um biskupin Martin í Tours í Fraklandi, sum á ungum árum var hermaður. Hann var føddur í tí landi, sum í dag nevnist Ungarn
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í lesibókini hjá A. C. Evensen, sum kom út á fyrsta sinni í 1907, stendur eitt gamalt skjaldur:
Sankta Mortan góði vinur mín
beyð mær inn í kjallara sín
har gav hann mær bæði mjøð og vín
tá var Sankta Mortan góði vinur mín.
Sankta Mortan gav mær eina gás
eg læsti hana undir mítt kistulás
tað komu tveir tjóvar ígjøgnum eitt hol
teir stjólu mítt góða gásakrov.
Sankta Mortan gav mær ein kálv
hann stóð úti undir veggi og skalv
so komu tveir piltar og bundu hann inn
teimum gav eg bæði kropp og skinn.
Sankta Mortan gav mær ein stara
eg visti ikki, hvar eg skuldi við honum fara
hann fleyg í eina holu frá mær
tann sama staran gevi eg tær.
Í lesibókini er eisini ein hugnalig mynd av teimum børnum, sum komu inn í henda kjallaran, har Sankta Mortan situr – ein blíður gamal maður við síðum skeggi. Líkist honum, sum tey nú rópa Jólamaðurin.
Í bók sínari »Dagar og nøvn í álmanakkanum« sigur Axel Tórgarð hesa myndina hava verið ta algongdu av Sankta Mortani. Ein blíður og gávumildur maður. Her hjá okkum munnu nógv eisini minnast »Jólatalið«, ið verður havt á gólvi føstulávintsmánakvøld: »Mær gav Sankta Mortan« ‒ teir tjúgu jóladagarnar alt gott!
Hvør var so hesin Mortan, sum kemur fyri í vísum og sangi og søgum? Sum hjá øðrum halgimennum er minningardagur hansara 11. november deyðsdagur hansara í 397. Á donskum og svenskum er navnið ‘Sankt Morten’ ella ‘Morten Bisp’. Og mangar eru siðirnir, ið loða uppi við honum. Til dømis verður mortansaftan, 10. november, í fleiri londum hildin sum sonn veitsla. Fólk ganga kyndlagongu og í Flandern og pørtum av Týsklandi eru fólk ílatin sum riddarar, tí riddari var Mortan eisini.
Í Danmark, Skána og pørtum av Týskland gera fólk sær til góðar við gásasteik – ‘mortansgás’; tó í dag munnu tey flestu leggja sær eina dunnu ella fleiri í ovnin at steikja. Hesin siður hevur ikki verið vanligur í Føroyum fyrr enn seinna helming av farnu øld. Í Skána hvur verið siður at eta súreplakaku oman á gásina.
SANKTA MORTAN varð útnevndur til biskup í Tours 4. juli 371. Kend er halgisøgan, at tann lítillátni Mortan ikki legði í at taka við so tingnarligum embæti. Hann krógvaði seg tí millum gæs, men varð funnin har, tá fólk hoyrdu gæsnar gáka.
Sum revsing afturfyri, at gæsnar høvdu svikið hann, álegði Mortan, at vissa árstíð (um heystið) skuldu tær slaktast og steikjast. Elsta kenda danska heimildin viðvíkjandi gásasteik á mortansmessu er frá 1616, men í Týsklandi eru nógv eldri heimildir um henda veitslusið.
Sankta Mortan var føddur umleið 315 í bygdini Savara við Donauánna, í landspartinum Panoniu, sum nú eitur Ungarn. Faðirin var rómverskur heryvirmaður.
Fimtan ára gamal fór Mortan í rómverska herin, í gallisku herdeildini undir Konstantini keisara 2. Átjan ára gamal varð hann doyptur og tók við kristnari trúgv. Hann segði seg tá úr hertænastuni og gjørdist m.a. trúboðari í Illýriu, sum staðfrøðiliga í dag umfatar Bosnia-Herzegovina, partar av Albania, Montenegro, Serbia, Kosovo, Makedonia, Kroatia og Slovenia. Rómverjar hertóku hetta landaøki í 168 f.Kr. og innlimaðu tað sum rómverskan landslut undir navninum Illyricum. Eitt skifti livdi Mortan sum einabúgvi.
Í 361 stovnaði Mortan sítt fyrsta kleystur í Galliu (í Ligegé) og víðkaði nú kristniboðaravirki sítt til landaøkini við Donau. Tað var á kristniboðsferð, at Mortan, sum eisini verður nevndur »Ápostul Galliu«, doyði í november 397.
Í 659 var hann gjørdur halgimenni, eftir øllum at døma tann fyrsti, ið ikki eisini var blóðvitni.
Ein tann kendasta halgisøgan um Sankta Mortan er, tá hann sum hermaður á rossabaki við borgargrindir Amiu møtti einum fátækum, illa á holdum komnum manni, ílatin spjarrar. Við svørði sínum skar Mortan kappa sín sundur í tvey og gav arminginum aðra helvtina. Um náttina sýndi Jesus seg fyri Mortani í eini sjón, ílatin henda hálva kappan.
Navnið Mortan er latínskt og merkir stríðshugaður. Sankta Mortan er halgimenni hjá húsdýrum og niðurundirkomnum.
HESAR VEITSLURNAR, ið hildnar vórðu Mortani til heiðurs, vóru mangan ólátaðar og ósømiligar. Fólk dansaðu og drukku í kirkjunum. Axel Tórgarð nevnir í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum«, at katólskir leiðarar á kirkjufundi í Tours í árinum 567 settu sær fyri at steðga hesum.
Veitslurnar hildu kortini á. Nógv varð gjørt burtur úr teimum, eisini her í Føroyum. Sum eitt afturljóð av hesum veitsluhaldi hava vit tað, sum tikið verður til í Fuglakvæðinum:
Hiplingur gár for borðum breið
við øllum, her var inni
bakur og bensi á gólvi sita
og drekka Mortans minni.
Í eini aðrari uppskrift verður sagt:
Eg havi kvøðið um hvørt eitt dýr,
sum har var saman inni,
bjørn og bassi á gólvi gingu,
drukku Mortans minni.
Tann einasti fuglur, sum ikki er við í sjálvum veitsluhaldinum, er gásin. Men tað er kanska tí, at tað var hon, ið varð havd til veitslumat. Í øllum føri sigur revurin:
Hava teir nakað matartrot
so springið í gásadyst.
(...)
revurin spreingir gásina
so gásin kvaklaðist við.
Mongum man koma í hug tær mongu søgurnar um revin og gæsnar. Og eitt slag av talvleiki nevnist »revur og gás« (úr enskum ‘fox and geese’).
Mong pátrúgv loðar eisini uppi við mortansmessu, eitt nú veðurtekin. Svimur dunna á mortansmessu, skreiðir hon á jólum, men skreiðir hon á mortansmessu, svimur hon á jólum. Er lýtt á mortansmessu, so er frost á jólum – og øvugt. Og sum ættin er á mortansmessu, verður hon líka til kyndilsmessu. Í øllum Norðurlondum hevur mortansmessa verið hildin. Í Føroyum sum mishalgidagur, í katólskari tíð við messu og gudstænastu.
At enda skal verða trivið í dagin í sambandi við navnagavu. Tórgarð nevnir, at tey fólk, sum hava fingið navnið Mortan ella Martin, Mortina ella Martina, hava verið kallað upp eftir Martin úr Tours; tað er siga børn, fødd 11. november. Ikki hevur verið óvanligt at nýta álmanakkadagar í navnagávu, sum dømi kann nevnast at dreingir, føddir 29. september, sum er mikkjalsmessa, hava verið nevndir Hans Michael, Tummas Michael o.s.fr., gentur Michaelina, Mikala o.tl.
Men annar møguleiki er eins sannlíkur, at børn hava verið kallað upp eftir Martin Luther, sum varð borin í heim 10. november, mortansmessuaftan, og doyptur dagin eftir, sjálvan mortansmessudag.
Um góðgerð, sum hana Sankta Mortan sýndi arminginum uttan fyri borgargrindina, sigur Martin Luther: Tær góðu gerðirnar gera ikki ein mann góðan, men ein góður maður ger góðar gerðir.
Sankta Mortan sker kappa sín sundur og letur armingi aðra helvtina. Tær góðu gerðirnar gera ikki ein mann góðan, men ein góður maður ger góðar gerðir
Málningur: El Greco