Skriva út

Heri prestur í lestrarfarloyvi

19.03.2021 Tíðindi
Heri 2.png

Í november 1989 tók Heri Jógvan Joensen við kallinum sum prestur í Suðuroyar sunnara prestagjaldi. Hera dámdi væl har suðuri. Sigast kann við vissu, at suðuroyingar tóku sera væl ímóti nýkomnu prestafamiljuni. Heri prestur gjørdist í orðsins jaliga týdningi fólksins ogn.

Í góð 20 ár hevur Heri røkt kallið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Tey fyrstu 10 árini saman við Bergi Debes Joensen, og nú tey seinnu tíggju árini hevur Derhard Jógvansson verið teirra samstarvsfelagi.

Talan er um eitt gott toymi, ið er myndað við trimum dugnaligum, tó rættiliga ymiskum, prestum. Ymisleikin og fjølbroytni er umráðandi til tess at fevna alt tað kirkjuliga lendið, tí fólkakirkjan skal onkursvegna fevna øll menniskju, hóast ósamd á máli um eitthvørt.

Heri prestur hevur ikki verið nógv burturfrá, síðan hann byrjaði í 1989. Trúfastur og nærlagdur hevur hann røkt tænastuna. Nú er hann so farin í farloyvi, farin at granska heimlig kirkjulig viðurskifti.

Dómprósturin grundgav við væl valdum orðum, hví tað var skilagott av biskupi at játta Hera farloyvi:

“Undirritaði heldur, at tað er rætt, at Heri J. Joensen fær høvi at arbeiða við siðsøguligum kirkjuligum tilfari í heimbygdini og aðra staðni í økinum í Norðoyggjum. Hetta kann koma kirkju okkara til góðar – bæði tí staðbundnu kirkjuni og kirkjuni sum heild í Føroyum. Heri J. Joensen er fróðarmaður og dugir hegnisliga væl bæði í orði og í skrift at siga frá virðismiklum í søgu og skrift.”

Væl mælt av dómpróstinum, og avgerðin var løtt at taka. Vit ynskja Hera góðar dagar í heimbygdini, bæði í lestri og frítíð.

Heri verður burturfrá kallinum í eitt knapt hálvt ár frá 1. mars at rokna. Søkt verður eftir vikari.

JF