Heri og Bergur í 25 ár
Sunnudagin 19. november 2023 verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni kl. 11. Høvið er serligt á tann hátt, at sóknarprestarnir Heri J. Joensen og Bergur D. Joensen hava røkt tænastuna í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í 25 ár.
Tann 1. desember 1998 tóku Heri og Bergur við embætinum sum sóknarprestar. Tann 6. desember sama ár vóru teir skipaðir í embætið.
Heri Joensen
Heri J. Joensen og Bergur D. Joensen avloystu tveir sóknarprestar, sum frá tí at Suðurstreymoyar Vestara prestagjald var upprættað í 1976 høvdu tænt sóknarbørnum væl og trúliga. Heri kom í embætið hjá Kjartani Mørkøre, ið var kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. Bergur avloysti Høgna Poulsen.
At tvær ferðir tveir sóknarprestar hava starvast í so langa tíð í einum og sama prestagjaldi ber boð um, at í prestagjaldinum er gott at vera, og at prestarnir trívast í kalli og tænastu.
Bergur Debes Joensen
Saman við prestunum virka kirkjuráð, kirkjutænarar og fjøld av tænastufólki. Álit, virðing og trúfesti skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, so tað ber til at hava einans tvær ferðir tvær prestasetanir í eina hálva øld.
Heri og Bergur fingu hollan stuðul, tá ið Derhard Jógvansson í februar 2010 var settur sum tann triði sóknarpresturin í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Derhard er fallin væl til, og teir tríggir sóknarprestarnir eru eitt vælvirkandi toymi í øllum prestagjaldinum. Tann fakliga dygdin og teirra ymiskleiki eru prestagjaldinum mikil vinningur.
Tillukku við 25 ára starvsdegnum, Heri og Bergur!
Takk fyri tænastuna allir tríggir, Heri, Bergur og Derhard.