Skriva út

Herfyri varð skipað fyri túri til Wittenberg í Týsklandi.

08.06.2017 Tíðindi
Herfyri varð skipað fyri túri til Wittenberg í Týsklandi.

Stórt ferðalag, ið taldi um 120 fólk, hevði leitað sær til Týsklands at ganga í fótasporum Martin Luthers. Vitjað varð á støðum, ið hava serligt tilknýti til ella týdning fyri lív og virki hansara. Túrurin varð gjørdur í sambandi við, at tað í ár eru liðin 500 ár, síðan Martin Luther hin 31. oktobur í 1517 negldi tær 95 tesurnar á Slotskirkjudyrnar í Wittenberg, og reformatiónin fór av bakkastokki. Ein góður og gevandi túrur.

Vitjað varð millum annað í Mariukirkjuni i Wittenberg, har eisini guðstænasta varð hildin á føroyskum máli henda dagin. Á døgum Luthers var Mariukirkjan sóknarkirkja í býnum, og har prædikaði Luther sjálvur yvir túsund ferðir
.
Í hesi kirkju hongur sermerkt altartalva, ið eisini stundum verður kallað Reformatións-altartalvan, ið listamaðurin og vinmaður Luthers, Lucas Cranach, hevur málað.
Á altarmyndini sæst Luther, ið stendur á prædikastólinum. Vinstra hond hansara heldur niður á Halgubók, meðan hann við høgru hond síni peikar á hin doyggjandi Jesus Kristus, ið hongur á krossinum í miðjuni. Á myndini sæst eisini kirkjuliðið í Wittenberg, kona og børn Luthers og onnur, ið búðu í býnum tá.

Myndaevnið á altartalvuni er sostatt, at Luther á prædikastólinum í prædiku síni málar hin krossfesta Jesus Kristus ljóslivandi fyri kirkjuliðnum í Wittenberg. Ja, at hann í prædiku síni peikar á hin krossfesta.

“Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg,” sigur Jesus.
Men hvør er talsmaðurin? Og hvørja uppgávu hevur hann? Jú, talsmaðurin er eingin annar enn sjálvur Heilagi Andin, ið er sendur til jarðar. Heilagi Andin, ið skal vegleiða okkum á leið okkara í hesum heimi; hann, ið peikar okkum á hin krossfesta Jesus Krist á krossinum.

Jóhannes evangelistur nýtir orðið „talsmaður“ um Heilaga Andan. Upprunaliga merkir orðið uggari og hjálpari. Tað er Heilagi Andin, ið kveikir trúnna í hjørtunum. Vit eru kallað at ganga lívsskeiðið saman við hinum krossfesta Jesusi, honum, ið varð borin í heim sum lítið barn í Betlehem, honum, ið er til staðar og er nærverandi við sínum Heilaga Anda; ið, eins og eg nevndi við altartalvuni í Mariukirkjuni í Wittenberg, peikar á hin krossfesta og upprisna Jesus Krist sum frelsara heimsins. Á kærleika og góðsku hansara. Tað er Heilagi Andin, ið fær trúnna, vónina og kærleikan at spretta í hjørtunum.

Tað er talsmaðurin, ið peikar okkum á, at Kristus ikki bert er ein leivd ella eitt minni úr fornari tíð, men at hann tvørturímóti er hin livandi og lívgandi lívsins harri, ið støðugt er til staðar hjá okkum. Hann, ið styðjar og uggar okkum við anda sínum ávegis gjøgnum lív okkara. Ja, Heilagi Andin peikar okkum á hin krossfesta sum heimsins frelsara og bót fyri syndir okkara.

Kristi himmalsferðardag, ið var hósdagin, varð Jesus tikin upp til himmals, men Jesus lat ikki lærusveinarnar eftir einsamallar, og heldur ikki letur hann okkum eftir einsamøll: Hann er hjá okkum! Í Jesusi Kristi eru vit ikki uttan Guðs kærleika, tí Kristus gongur við okkara lið, rættir okkum hond sína, og við anda sínum ynskir hann at leiða okkum á gøtu okkara.

Jesus segði jú: “Komið higar til mín øll tit sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg er spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu hjá mær fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.” Jesus er tann, sum kemur til okkara í gerandisdegi okkara, og hann er tann, ið er spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta. Hann hevur umsorgan fyri børnum sínum. Hjá honum er lívd og kærleiki at finna. Og hann býður okkum øllum at koma til sín við teimum byrðum, ið eru okkum ov tungar at bera, og hann lovar at bera tær saman við okkum; at hjálpa okkum at bera á leið okkara; at styðja okkum. Tá brekkan gerst ov brøtt at ganga og leiðin ov tung, kunnu vit leita til hansara, ið hevur lovað at verða við okkum allar dagar alt til veraldar enda; ið hevur lovað at ganga við okkara lið og styðja okkum ávegis gjøgnum okkara lív.

Hetta vikuskiftið hava vit hildið Norðoyastevnu. Fólk eru komin saman til gamans og álvara. Stuttligt er at hitta ætt, vinir og kenningar eitt slíkt vikuskifti. Hetta er ein hugalig árstíð, tí summarið er nú av álvara komið. Tað spírar úr jørðini, og tað grønkast í hvørjum. Smálombini spæla sær so kát á bønum, og tjøldur eru aftur at síggja. Ja, vit kunnu siga, at skapanarverkið nú skiftir ham fyri eygum okkara hesa ársins tíð.

Og Heilagi Andin ger eisini gerning sín við atliti at skapanarverkinum, tí tað, at skapanarverkið verður uppihildið og endurskapað, at tað á hvørjum ári byrjar at vára og spíra og grønkast, er eisini ein andans gerningur. Tí tað er eingin annar enn Guðs skapanarandi, ið hvønn dag veitir lív og vøkstur, og uttan skapanarandan var alt oyðið og bert, so var einki vár, og so fánaði alt burtur í einki; ja, so vóru ongar blómur og einki djóralív at frøast um. Vit kenna hetta aftur úr Gamla Testamenti, tí tað var ikki, fyrr enn Guð blásti lívsandan í menniskjuna, at hon varð til eina livandi skepnu. Fyrstani tá varð menniskjan livandi. Guðs andi, Heilagi Andin, er tí lívgevandi og uppihaldarin av øllum lívi á jørðini. Hvørt eitt fræ, ið vinnur sær leið upp úr døkku jørðini, og hvør ein blóma, ið sprettur; hvørt eitt egg, ið verður vorpið í reiður og brestur fyri nevi, ja, hvør ein andadráttur er í botn og grund ein Heilaga Andans gerningur.

Vit kunnu tí fegnast um, at Guðs heilagi andi, Talsmaðurin, ger gerning sín og saman við Mikkjali á Ryggi syngja:

Vælkomin summartíðin
við sól um fjøll og fjørð!
Sjá, blomsturskrýdda líðin
av signing Guðs væl grør;
tað, vetrarfonnin fjaldi,
Guð gav so góðan blund,
at styrknað tað upp nældi
á vársins lýggju stund.

Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir! Amen

Orð og mynd: Jóannes Purkhús