- Her standi eg faktist mitt í kirkjusøguni
Kirkjusøga: - Tað var sanniliga eisini hugtakandi og áhugavert at vitja í Kirkjubø leygardagin. Her gjørdist søga okkara livandi gjøgnum frásøgn og uppliving, leggur hon aftrat.
Longu áðrenn tú ert komin oman í bygdina, gerst tú varugur við ta spennandi søguna, sum goymir seg her millum húsini, bóndagarðin, kirkjuna og Múrin í Kirkjubø.
Tá tú so fert til gongu inni í bygdini, kanst tú ikki sleppa undan at merkja tað søguliga súsið fyri hvørt fet, ið tú tekur á hesum søguliga staði. Alt angar av søgu – og ikki minst føroyskari kirkjusøgu.
Ikki er lætt at minnast allar staklutirnar, bæði frá kvøldskúlanum og frálíku frásøgnini frá Jóannes Patursson, bónda, líka frá tí at luttakararnir komu í túnið, - inni í Ólavskirkjuni, inni í Múrinum og at enda í Stokkastovuni.
Hinvegin er áhugavert at hugsa sær, at henda lítla bygdin sunnast á Streymoynni var biskupsstaður føroyinga í miðøldini. Og her finst mín sann eisini elsta kirkja okkara, Ólavskirkjan, her gudstænastur vera hildnar enn tann dag í dag.
Gongur tú víðari í bygdini, so mást tú bara inn í Magnusarkatedralin ella Múrurin í Kirkjubø, sum var bygdur fyri sløkum 800 árum síðani. Hvør einasti laðaði steinur í hesum múri sigur sína søgu.
- Eg vil siga tað so, at tá vit gingu runt her í Kirkjubø, so føldist tað akkurát sum um at vit vóru mitt í føroysku kirkjusøguni.
- Vit hava hoyrt nógv um trúbótina og um Luther í undirvísingini, og nú stóðu vit altso júst á tí staðnum, har trúbótin fekk sítt týðiliga gjøgnumbrot her í Føroyum, greiðir Anna Hentze frá.
Hvør einasti steinur í Múrinum í Kirkjubø talar sína serstøku søgu
Eitt skifti
Í undirvísingini fingu luttakararnir at vita, at umleið ár 1539 var eitt trúarskifti í Føroyum. Tá kom tann lutherska læran ístaðin fyri ta katólsku, eins og pávakirkjan var skift um við eina kongskirkju, sum 300 ár seinni var til eina fólkakirkju.
- Ja, tað vísti seg, at tann nýggi lutherski biskupurin, sum æt Jens Gregersen Riber, tók sær enntá bústað á bispasetrinum her í Kirkjubø.
Farna leygardag fingu teir 27 luttakararnir í skeiðnum um kirkjusøgu, sjálvir høvi at vitja hetta søguliga staðið og líkasum fáa sett alla undirvísingina í relief.
Tað skiltist á øllum luttakarunum, at hetta var ein góður endi á undirvísingini. Her fingu tey eina áhugaverda frágreiðing um alt tað søguliga í bygdini. Og nú kundu tey eisini sjálvi fáa sett nakrar av brikkunum uppá pláss um, hvussu tað var, tá føroyingar fóru frá einari trúgv yvir til eina aðra.
Hyggur tú í føroysku kirkjusøguna, so kann tað helst undra mong, at ikki færri enn 34 biskupar hava búð her í Kirkjubø!
Mál og mentan
Tað er sjálvandi altíð ymiskt, hvussu ein persónur fær fatur á vitan, sum hann heldur vera neyðuga fyri seg.
Onkutíð hoyrir ein ella lesur ein um tað í miðlunum ella teim sosialu miðlunum. Ella ein hoyrir tað frá fyrstahonds keldu. Júst soleiðis var tað hjá Annu.
Hon er útbúgvin lærari, og hevur sum eina av sínum uppgávum at undirvísa útlendingum í føroyskum, og sjálvandi eisini í føroyskari mentan. Hetta ger alt sítt til, at ein útlendingur fær størri møguleika at kunna trívast í landi okkara.
Eitt skifti var hon í starvi sum slíkur lærari í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Í samband við undirvísingina kom Anna í samband við integrasjónsprestin, Marjun Lómaklett, sum sjálvandi eisini hevði stóran áhuga í, at hesi fremmandu skuldu fáa eina so góða inngongd í føroyska samfelagið sum gjørligt.
- Vit komu at kennast og prátaðu væl saman. Í hesum samanhangi nevndi hon skeiðið í kirkjusøgu við áhugaverdum og hugnaligum kvøldum í skúlanum, og sum endaði við einum túri til Kirkjubøar.
- Og nú eri eg altso her í Kirkjubø, greiðir Anna Hentze frá.
Nýtt og gamalt
Íalt var talan um seks kvøld við undirvísing í mongum spennandi evnum í kirkjusøguni.
- Eg var tíverri ikki við til tað fyrsta, og tað eina kvøldið lá ikki fyri at vera við. Men eg skilji, at eg forsømdi meg hesi bæði kvøldini, tí her var so nógv áhugavert á skránni, sigur Anna.
Og hon leggur aftrat:
- Marjun hevur dugað sera væl at greiða frá øllum hesum ymisku evnunum. So vit hava øll lært nógv nýtt, og fingið okkurt av tí kenda endurtikið.
Altartalvan er málað av S. J. Mykinesi, fekk kirkjan hana í 1967 eftir umbyggingina. Hon lýsir Jesus saman við einum føroyskum árabáti. Sagt verður, at hetta var seinasti málningur hansara (Mynd: kvf.fo)
Tað, sum tó mundi vera við til at seta prikkin yvir i’ið, og sum líkasum savnaði alt saman í eitt, var útferðin til Kirkjubøar leygardagin í farnu viku.
Teir 27 luttakararnir fingu tá eina sera góða frágreiðing frá Jóannes Patursson, bónda um søguna, kirkjuna, Múrin, trúbótina og allar persónarnar, sum hava sett síni spor í hesi søguligu bygdini.
Uppfríska søguna
Tá Anna hugsar seg um, er tað serliga eitt, sum hon minnist aftur á frá undirvísingini.
Tað var kvøldið, tá evnið var um tað at halda Haloween, sett í mun til kristnu læruna. Hetta kvøldið gjørdist hon bilsin, tí hon undraðist á, at hetta evnið hevði nakað við kirkjusøgu at gera.
Tað var tó einamest undirvísingina um Luther og reformatiónina, har hon fekk nógv nýtt at vita.
- Eg gekk á bíbliuskúlanum í Børkop í Danmark í 1978, og har vóru vit sjálvandi eisini undirvíst um hesi viðurskiftini. Og alt hetta fekk eg so væl og virðiliga uppfrískað, nú Marjun greiddi so væl frá øllum tí sum hendi, í samband við trúbótina, greiðir Anna frá.
Ólavskirkjan er elsta føroyska kirkjan, har gudstænastur framvegis verða hildnar. Her er eingin urga, men forsangarar skipa sálmasangin (Mynd: kvf.fo)
Og Anna kom enn tættari til hendingarnar í 16. øld, meðan hon gekk á HF. Har skrivaði hon nevniliga 2. ársuppgávuna júst um ”Luther og reformatiónina”.
- So at hoyra hetta umaftur nú so nógv ár seinni, vísti mær bert, at her var nógv, sum eg ikki visti frammanundan. Jú, hetta hava verið nøkur sera áhugaverd evni, ið vit hava hoyrt um í kvøldskúlanum.
Anna endar prátið við hesi staðfestingini:
- Tað mest umráðandi í øllum hesum er kortini tað, at gjøgnum tey nógvu og ógvuliga ymisku tíðarskeiðini í kirkjusøguni, er boðskapurin um frelsara okkara, Jesus, varðveittur og borin víðari, ætt eftir ætt, nær og fjar – ja, heilt til okkara oyggjar.
Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)
Meiri fæst at vita um skeiðið í kirkjusøgu, við at trýsta á her.
---
Í eini komandi grein tosa vit við Johannes Poulsen úr Klaksvík um hansara upplivingar av undirvísingini og vitjanini í Kirkjubø.