Skriva út

Her rann saman við fyrstu sjón

11.04.2013 Tíðindi
Her rann saman við fyrstu sjón

Níti ár síðan eitt frumeyðkenni fyri gomlu føroysku bygdarkirkjurnar, Dímunar kirkja, varð tikin niður og eingin bygd uppaftur

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Tó at ørindini vóru eini onnur, so varð tað einamest føroysku bygdarkirkjuna, eygað festi seg við, tá danski arkitekturin og kgl. bygningsinspektørurin Thomas Havning (1891-1976) vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í 1929.

Í seinna bindi av verkinum Føroyar (Dansk-Færøsk Kulturfond 1958) sigur Thomas Havning m.a. um føroysku bygdarkirkjuna, at kønur maður, sum sær eina gamla kirkju og kannar hana, hugsar í sama viðfangi um, hvussu sambandið er við kirkjur aðrastaðni í heimi og við veraldarliga bygging frá somu tíð. Hann sleppur ikki undan at meta um støðu hennara, bæði í londum og í listasøgu. »Her rann saman við fyrstu sjón,« sigur hann um føroysku bygdarkirkjuna og heldur fram:

»Eg var tí bilsin, tá eg sá ta føroysku kirkjuna. Tað var so, at mær varð sagt, at kirkjurnar av hesum slagi vóru bygdar í tíðarskeiðinum frá o.u. 1830 til upp ímóti miðjuni av seinastu øld [19. øld], men her hómaðist einki av tí sein-empire – keisarastílinum, sum tá ráddi í Europa. Hin køni fer í huganum at kanna eftir, um okkurt er, sum sipar til kirkjubyggingar aðrastaðni í Norðurlondum, ella um farvegur sæst eftir eldri føroyskum kirkjusniði. Hesin seinni spurningurin er lættari at svara: Dímunar kirkja, sum nú er burtur.«

Tá ið Thomas Havning vitjaði í Føroyum vóru seks ár liðin síðan Dímunar kirkja varð tikin niður og eingin kirkja bygd aftur á staðnum. Tað var í 1923, og eru so statt liðin níti ár síðan.

Thomas Havning kundi tí einans meta um kirkjuna í Dímun við eini kámari ljósmynd sum grundarlagi, og annars teim upplýsingum, sum seinni vóru at finna hjá Trap um kirkjurnar í Føroyum.

Sambært Trap er seinasta kirkjan í Dímum bygd í 1873, men hevði so forn snið, at sannlíkt var, at hon varð uppafturbygd í sínum upprunaliga líki, heldur enn at vera gjørd av nýggjum, ella at hon varð bygd ógvuliga lík kirkju, sum áður hevði verið.

Henda kirkjan var laðað av gróti og takt við flagi, og Daniel Bruun (1856-1931), danski herovastin, ið sýndi føroyskari forngripasøgu stóran ans, sigur í sínum bókarverki um Føroyar, at hon var bróstað innan. Á nevndu mynd eru trý vindeygu á syðru síðu. Kirkjan hevði einki torn.
Thomas Havning heldur seg í Dímunar kirkju síggja eitt frumeyðkenni fyri kirkjurnar, ið bygdar vórðu áðrenn trækirkjurnar (Hvalvíkar kirkjan tann fyrsta, bygd í 1829):

»Er tilgitingin bein, síggja vit so statt – vit hugsa okkum tá, at aðrar gamlar kirkjur hava líkst Dímunar kirkju – ein framvøkstur í kirkjubygging frá steinhúsi til træhús javnan við framvøksturin frá roykstovu til glasstovu í sethúsabygging.«

Bóndin røkti kirkjuna

Umframt nevndu, kámu ljósmynd av Dímunar kirkju, er til skjals á Landsbókasavninum vatnlitamynd av kirkjuni eftir donsku myndlistarkvinnuna Floru Heilmann (1872-1944), og nú níti ár eru liðin síðan kirkjan varð avdankað, skulu vit greiða eitt sindur frá henni og øðrum kirkjum undan í Dímun.

Dímun er bygd longu í landnámstíð og er nevnd í Føroyingasøgu, sum er skrivað í Íslandi og varðveitt í gomlum íslendskum handritum. Føroyingasøga er ikki til sum sjálvstøðugt verk, men er sett saman av nøkrum brotum, sum eru at finna í kenda íslendska handritinum Flatoyarbók.
Nær kirkja er bygd í Dímun av fyrstan tíð er ilt at siga, men haldast má, at so nær Føroya elsta kirkjuliði – tí hjá Simundi Brestissyni í Skúvoy um ár 1000 – hevur kirkja verið bygd har tíðliga eftir kristnitøkuna.

Dímunar kirkja lá til Sandoyar prestagjald. Tá hitt umfatandi kirkjusýnið fer fram í Føroyum í 1729, skrivar Sandoyar prestur Michel Arrheboe um Dímunar kirkju: »Besigtiget den 20. juni 1729, kun et lidet kapel, som underholdes af den ene bonde paa øen for ham selv og familie, ligesom de andre kirker udvendig med sten, og indvendig med tømmer; tækket med halm. – Dens brøstfældighed har bonden Joen Hansen paataget sig at reparere. Inventarium: En gammel kalk af sølv med træfod under, og disken af tin, næsten af ingen betydning.«

Hetta sigur – um ikki so nógv – eitt sindur. Skilið, kirkjan er í, vísir, at hon er gomul; og kalikur og diskur, ið eru merkt av tíðarinnar tonn, siga frá, at tey hava verið har enn longur; kanska síðan katólska tíð.

Ógvuliga sjáldan er Dímunar kirkja at síggja í kirkjuroknskapunum. Í brævi, dagfestum 16. august 1745, til Peder Hersleb, biskup, sigur Michel Arrhebo orsøkina vera: »Store Dimons kirke findes ikke i nogen tid i kirkeregnskabsbogen indført, for dens menighed er kun een mand med sit husfolk, som altid selv haver beholdt al sin kirketiende, og derimod forsvarligen holdt kirken vedlige, holdt præsten betalt og hans roersmænd, uden noget regnskab.«

Stórt spell er tað, at kirkjan ikki er at finna í roknskaparbókini, tí hetta hevði verið holl kelda til kirkjusøguna. Men próstarnir skuldu av og á siga biskupinum frá, hvørjum standi, tær ymisku kirkjurnar vóru í, og millum teirra finna vit eisini Dímunar kirkju. Tá talan er um frágreiðing til biskup, so er tað Sælands biskup, ið Føroyar lógu undir.

Í juni 1759 sigur Christen Djurhuus, próstur, soleiðis frá: »Dimons kirke, som Dimon bonden vedligeholder, siges at være i god stand.«

Kirkjan niðurtikin og ikki bygd aftur

Dímunar bóndin Jógvan Hanusarson hevur umvælt kirkjuna væl og virðiliga, og er hetta ivaleyst sama kirkjan, sum tíverri í 1807 aftur er í ringum standi. 4. oktober 1807 sigur Sandoyar prestur Peter Hentze frá støðuni í brævi til N. E. Balle, biskup: »Dimons kirke er faldefærdig og maa af ny opbygges. Leylændingen tager alle indkomster og skal svare til dem.« Hetta váttar bóndin Janus Ólason við undirskrift sínari (Jens Olsen).

Hetta var tíðin undir napoleonskríggjunum, sum tarnaði skipaferðsluni almikið, so at trupult var at fáa fatur á nýtiligum timbri, men Janus bóndi gjørdi alt, hann kundi at fáa kirkjuna uppafturbygda, og tað eydnaðist honum í 1815. Hetta sama árið skrivar Peter Hentze, próstur og prestur í Sandoy, Friedrich Münter, biskupi, soljóðandi bræv: »Dimon kirke er af leylændingen nu ny opbygt og i god stand.«

Henda kirkjan stóð til 1873, tá ið Óla Jákup Jóhannesarson byggir av nýggjum. Andrass Andreassen – í Skraddarin yviri í Dali, Tórshavn – klæddi kirkjuna. Verfaðir Andrassar var úr Dímun, nevndur Dímunar Jóannes og var ein av fyrstu niðursetumonnunum í Skopun eftir Jóhan Hendrik Poulsen úr Hesti (reisti búgv í 1833). Andrass klæddi fleiri kirkjur í Føroyum.
Tíverri stóð kirkjan, Óla Jákup bóndi, reisti í 1873, ikki longur enn fimmti ár. Fyrst í 1920-árunum søkti táverandi bóndin, Óla Jákup Jensen, Løgtingið um studning at umvæla kirkjuna fyri.

Svarið var sýtandi við teirri grundgeving, at bóndin sjálvur hevði havt kirkjutíggjundina og samsvarandi átikið sær at røkja kirkjuna og byggja av nýggjum; tessvegna mátti hann roknast sum eigari hennara. Kirkjan varð so niðurtikin í 1923, og síðan hevur eingin kirkja verið í Dímun. Kirkjulutir sum kalikur, diskur, dópsfat og altartalva eru varðveitt á bóndagarðinum í oynni.

Reglan var annars, at tann pening, kirkjurnar høvdu fyri neyðini, fingu tær við tíggjunduni. Prestarnir fingu sín part av henni; løn teirra annars var ein bóndagarður, ið var sonevnd benificerað jørð, t.e. leiguleys jørð. Haraftrat fingu teir ávís gjøld, sum fólk skuldu lata fyri ymiskar tænastur.

Við tíggjundagjaldinum kundu kirkjurnar greiða sínar skyldur, bæði tær vanligu útreiðslurnar og nýbygging av kirkjum. Hvør kirkja hevði sín kassa og sín roknskap. Ofta varð peningur læntur millum kirkjurnar, serliga tá nýggj kirkja skuldi byggjast. Tað varð m.a. gjørt tá Eiðis kirkja varð bygd. Her varð so stórliga tikið til, at allir kassar vórðu tómir, tá kirkjan varð liðug í 1881.

Tíggjundin fall burtur fyrst í farnu øld og seinni – við nýggju jarðarlógini – mistu prestarnir garðarnar og gjørdust tænastumenn ájavnt øðrum prestum í danska kongaríkinum.