Skriva út
Her í Mikladali vóru øll sum EITT
11.01.2019 Tíðindi
- Tað er gott, at vit soleiðis kunnu fara til eina slíka gudstænastu og veruliga merkja, at vit eru saman – og at vit eru at meta sum eitt einstakt kirkjulið!
Orðini eigur Marjun Lómaklett, prestur í Norðoya vestara prestagjaldi, sum umframt Klaksvík umfatar millum annað tær báðar kirkjurnar á Kalsoynni – kirkjuna í Mikladali og kirkjuna á Húsum.
Ein partur av arbeiðinum hjá henni sum prestur er at skipa fyri gudstænastum í sóknini. Og soleiðis var eisini gjørt sunnukvøldið 6. januar, tá kallað var til serstaka gudstænastu trettandakvøld í Mikladali.
Her var talan um eina felags gudstænastu fyri alla oynna eitt slíkt kvøld, har ein eisini hevði fingið vitjan bæði av Toftum og úr Klaksvík.
- Eg haldi sjálv – og tað søgdu fólk eisini við meg aftaná – at gudstænastan var góð. Tað var stuttligt at tað kundu vera so nógv fólk úr Kalsoynni saman í kirkjuni, men eisini stuttligt at tað eisini komu fleiri fólk úr øðrum oyggjum, sigur Marjun Lómaklett.
Gudstænastan byrjaði kl. 19 í Mikladals kirkju, og aftaná var drekkamunnur og framløga í húsunum hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag.
EIN STÓRUR FELAGSSKAPUR
Fyri Marjun Lómaklett er eingin ivi um, at ein slík gudstænasta, har ein bjóðar øllum oyggjafólkinum í kirkju, hevur stóran týdning – bæði fyri kalsoyingar, men so sanniliga eisini fyri hana sjálva:
- Tá vit prestar hava gudstænastur okkara í Mikladali ella á Húsum, so er tað ofta lagt soleiðis til rættis, at vit rímiliga skjótt kunnu sleppa inn aftur til Klaksvíkar við Strandferðsluni.
- Hetta dámar mær ikki altíð so væl, tí við eini slíkari skipan hevur tú als ikki møguleika ella stundir at steðga á og fáa eitt prát í lag við kirkjufólkið á staðnum, greiðir Marjun frá.
Men hon leggur í sama andadrátti aftrat:
- Henda dagin høvdu vit hinvegin sera góða tíð til prát, bæði áðrenn og aftaná gudstænastuna. Tað var sera gott, vísir Marjun á.
Við hesum fær ein eisini víst í verki, at vit eru í einum kristnum felagsskapi hvør við annan. Og so er líkamikið um tú býrt á Trøllanesi ella á Syðradali, í Sumba ella á Viðareiði.
Við eitt slíkt høvi eru øll at meta sum eitt, óansæð hvar tú býrt, óansæð hvussu nógv ganga í kirkju, og óansæð um tú ert yngri ella komin til árs.
- Kalsoyingar tóku tí eisini sera væl ímóti hesi gudstænastuni, og tað hevur ikki staðið á at fáa fólk at hjálpa til við øllum tí praktiska – líka frá tí at baka og dekka borð, til at syrgja fyri flutningi til og frá ferjuleguni í Syðradali.
- Í mínum eygum er eingin ivi um, at ein slík felagsgudstænasta er eitt eyka input í teirra gerandisdag og kirkjulív, staðfestir Marjun Lómaklett.
ØLL KUNNU STUÐLA
Lýst var frammanundan við hesi felagsgudstænastuni, ið skuldi vera fyri allar kalsoyingar. Hetta forðaði tó ikki fólki aðrastaðni frá at koma til Mikladals hetta kvøldið.
Gudstænastan gekk eins og so mangar aðrar.
Til gudstænastuna hevði prestur boðið kórinum í Undirhúsinum á Toftum at syngja nakrar sangir. Hesir sangir settu sín serliga dám á gudstænastuna, har prædikuteksturin snúði seg um vísmenninar, sum sambært søgnini komu úr ymsum ættum, og fóru langa leið fyri at finna lítla Jesus-barnið í krubbuni.
Eftir hendingarnar fóru teir nevniliga heimaftur at siga øllum hinum frá tí, sum teir høvdu sæð og upplivað í nærveru Frelsarans. Teir vórðu soleiðis – kann ein siga – trúboðarar í teirra heimlandi, nú teir sjálvur høvdu sæð Guds son.
Aftaná gudstænastuna varð boðið til eina drekkamunn í Fráhaldshúsinum, har Hilda Viderø, trúboðari greiddi frá felagsskapinum Mirjam, sum virkar fyri at hjálpa kvinnum undan fátækadømi millum annað í Liberia.
- Í arbeiðinum millum hesar fátæku kvinnurnar í hesum afrikanska landinum kann ein og hvør vera við at stuðla. Takk eisini fyri tykkara stuðul, segði Hilda Viderø í framløgu sínari.
Undir gudstænastuni varð eisini savnað inn júst til hetta arbeiðið.
(Meiri verður at frætta frá hesi gudstænastuni hesar komandi vikurnar. Her práta vit við fólk úr Kalsoynni, umboð fyri Undirhúsið á Toftum og við urguleikaran í Mikladali.)
Orð/mynd: Snorri Brend
Onnur tíðindi