Skriva út

- Her í Hvannasunds kirkju koma sálmarnir til sín rætt

08.10.2014 Tíðindi
- Her í Hvannasunds kirkju koma sálmarnir til sín rætt

Eftir Snorra Brend

Vit kenna øll sangaran Niels Midjord úr Fuglafirði – hann við sanginum um tær fimm feitu flugurnar og tann gráa Fordin.
Tað eru kanska ikki øll, ið vita um tann stóra áhuga hansara fyri teimum góðu og gomlu sálmunum. Og ikki minst løgum teirra.
Henda stóra áhuga hansara fyri sálmum og løgum hava fleiri føroyingar longu fingið høvið at fáa størri kunnleika um.
Niels hevur sett sær fyri, at frambera eina heila sálmarøð uttanat, við ikki færri enn 11 sálmum úr Sálmabókini.
Tað serstaka við hesum er, at løgini til fleiri av hesum sálmum eru uppskrivað í ymiskum støðum kring oyggjar okkara. Og hann hevur eisini framført tey í fleiri støðum.
Eitt týskvøld í farna mánaði framførdi hann í Hvannasunds kirkju. Og tað gjørdi hann av eini ávísari orsøk:
- Henda kirkjan hevur júst eina slíka stødd, har hesir sálmarnir koma til sín rætt, sigur Niels Midjord.


HÓSKANDI STØDD
Til framførsluna í Hvannasunds kirkju hevði hann ein guittara við sær. Einki annað. Ikki eingang eitt nóta-stativ til tekstirnar. Teir dugdi hann allar uttanat.
Líkt er til, at tað er júst eina slíka samanseting, ið honum dámar best: Teir vælskrivaðu sálmarnar. Ein guittara. Og eina livandi framførslu av hesum sangskatti.
Niels Midjord hevur sín hátt at handfara ein guittara, og júst til sálmarnar hjá Mikkjali á Ryggi var guittarin eitt hent ljóðføri.
Og meiri enn tað:
- Eg haldi sjálvur, at ein guittari hóskar sera væl til hesa kirkjuna her í Hvannasundi.
- Hon hevur eina passandi stødd – ikki ov stór og ikki ov breið. Tí kemur ljóðið av álvara til sín rætt her, sigur Niels Midjord.


RÁTT TIMBUR
Niels Midjord hevur sum nevnt framført hesa røðina við bønarsálmunum hjá Mikkjali á Ryggi í fleiri størri og minni kirkjum kring oyggjarnar.
Hann hevur millum annað verið í so ymiskum kirkjum sum í Sumba, Funningi, Gøtu, Hoyvík og á Glyvrum.
Hesar kirkjur eru bygdar í ymiskum sniði og úr ymiskum tilfari. Men tað er kortini eitt, ið Nielsi dámar allar best.
- Mær dámar best kirkjur úr timbri. Tað er serliga gott at syngja í eini kirkju, sum er klødd innan við ráðum timbri.
- Ein slík kirkja er júst henda í Hvannasundi. Og tí haldi eg eisini, at framførslan í kvøld gjørdist serlig, sigur Niels Midjord.
Nevnast kann at enda, at í kvøld – mikukvøld – hevur hann konsert í Havnar kirkju.