Skriva út

Heimsins fyrstu luthersku kvinnuprestar

23.08.2018 Tíðindi
Heimsins fyrstu luthersku 
kvinnuprestar

Fyri 70 árum síðan fekk fólkakirkjan í Danmark sínar fyrstu kvinnuligu prestar. Og Johanne Andersen, Ruth Vermehren og Edith Brenneche-Petersen vóru ikki bara fyrstu kvinnur í Danmark, ið fingu prestakall, tær vóru eisini heimsins fyrstu luthersku kvinnuprestar. Sløk 30 ár seinni varð fyrsta kvinnan í Føroyum prestvígd, Elsa Funding úr Funningi

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com


Fert tú til gudstænastu í Danmark, er 50 pst. møguleiki fyri, at tað er ein kvinna, sum prædikar. Sjúti ár eru liðin síðan tríggjar tær fyrstu kvinnurnar vórðu prestvígdar í Danmark og fingu starv í fólkakirkjuni.

Johanne Andersen, Ruth Vermehren og Edith Brenneche-Petersen vórðu ikki bert tríggjar tær fyrstu kvinnuligu luthersku prestarnir í Danmark, tær vóru eisini heimsins fyrstu.

Tær vórðu prestvígdar 28. apríl 1948 sambært lóg, sum heimilaði kvinnum at taka við prestaembæti. Lógin kom í gildi 1947, meðan Carl Hermansen (V) var kirkjumálaráðharri.

Men bert Hans Øllgaard, biskupur á Fjóni, játtaði at prestvíga tær. Allir hinir biskuparnir í Danmark vóru ímóti, at kvinnur fingu kall sum prestar. Vígslan var í Sankta Knúts kirkju, sum er dómkirkja í Odense.

Hundraðtals prestar hóttu við at rýma
Rættindi hjá kvinnum at fáa atgongd til almenn størv merkir í 1930-árunum í rættiliga stóran mun orðaskiftið um frígering og mannarættindi. Og røkk fyri støkk síggjast alt fleiri kvinnur í almennum størvum. Men í kirkjuni var ikki talingur um.

Við nýggju lógini um størv í fólkakirkjuni varð eftir seinna heimsbardaga latið upp fyri hesum møguleika, at kvinnur eisini kundu taka við prestastarvi. Og í Nørre Alslev prestagjaldi á Falster vóru kirkjuráðini sinnað at seta 33 ára gomlu Johanne Andersen, cand. theol., sum hjálparprest.

Men trupulleikin var, at ein biskupur skuldi finnast, ið vildi víga hana til prest. Flestu biskuparnir vóru á einum máli um, at kvinnur einki høvdu at gera í slíkum embæti. Sambært Halgubók var tað einans tilskilað monnum.

Men biskupurin í Odense, Hans Øllgaard, hugsaði øðrvísi. Hann var kendur fyri at vera meira frílyndur enn aðrir biskupar. Og sum tann einasti beyð hann sær til at víga Johanne Andersen.

Hesa uppgávu átók hann sær, tí at hann ikki sá nakra haldgóða gudfrøðiliga grundgeving fyri, at kvennkynið ikki skuldi hava rætt til prestaembæti á jøvnum føti við kallkynið.

Hetta frættist skjótt, og áðrenn langt um leið meldaði seg fyrst Ruth Vermehren, síðan Edith Brenneche-Petersen til at verða prestvígdar.

Men hetta varð roknað sum ranglæra, serstakliga innan heimamissiónina. Christian Bartholdy, formaður í Dansk Indremission og sóknarprestur í Haslev-Freerslev sókn á Sælandi, segði hetta gera enda á kirkjuni og skýrdi Hans Øllgaard ein svíkjara – ein Judas.

Av teim uml. 1500 prestunum í Danmark skrivaðu 514 undir mótmæli. Teir hóttu allir við at taka seg úr fólkakirkjuni, men hetta vísti seg at vera »stormur í einum vatnglasi«, tí eingin av prestunum gjørdi álvara av hóttan síni.

Øllgaard vikaðist ikki
Í eini samrøðu í DR-sjónverpssendingini »Hjemme hos ‒« greiðir Hans Øllgaard í 1966 frá øllum rokinum, sum stóðst av prestavígsluni í Odense á vári 1948.

‒ Ja, tá var sanniliga gartan. Men mær gjørdi tað ongan mun. Eg hevði tikið støðu og sá onga skilagóða grundgeving ikki at útinna hesa tænastu.

Tá sjálv prestavígslan fór fram var sera friðarligt. Dagin fyri vóru tær tríggjar kvinnurnar komnar til Odense og stóðu prestaroyndina. Og sum tíðin leið móti vígslugudstænastuni, streymaði stór mannfjøld til dómkirkjuna at uppliva hesa merkishending í kirkju teirra.

Meiningakanningar vístu, at tey vóru ikki so fá, ið vildu hava kvinnur settar í prestastørv.

Og hetta var ein av orsøkunum til, at Øllgaard beyð sær til at víga tær tríggjar kvinnurnar til prestagerningin, at hann visti sær stuðul í fólkinum. Tað vóru ymsar stevnur innan fólkakirkjuna, ið mótmæltu, ikki fjøldin.

Og tað er ikki sørt – 70 ár seinni – at trábeittar kreftir enn tala ímóti kvinnum sum prestum.

Kvinnur eisini í bispastólin
Í dag, 70 ár seinni, er ikki óvanligt at síggja eina kvinnu í prestakjóla við altarið og á prædikustólinum. Heldur hinvegin. Tí í roynd eru 51 pst. av øllum prestum í donsku fólkakirkjuni kvinnur.

Og tær hava eisini tikið við sum biskupar í Danmark. Í 1995 tók Lise-Lotte Rebel sum fyrsta kvinna við embæti sum biskupur í Helsingør. Hon var tá 44 ára gomul. Í dag eru fýra av landsins tíggju biskupum kvinnur.

Sama árið tók Sofie Petersen við sum biskupur í Grønlandi. Grønlendska kirkjan var tá undir donskum fyrisæti.

»Tær skulu vera vælkomnar«
Elsa Funding úr Funningi er fyrsti føroyski, kvinnuligi prestur. Hon tók gudfrøðiligt embætisprógv á Keypmannahavnar Lærda Háskúla í 1977 og varð prestvígd í Havnar Kirkju 7. august 1977.

Hevur í 1998 tikið cand.phil.-prógv í norðurlendskum máli – við høvuðsatliti til føroyskt – á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur greitt úr hondum ritgerðina »Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir« (Fróðskapur 2007).

Prestur í Suðuroyar norðara Prestagjaldi (Hvalba) var Elsa Funding 1977-84. Seinni var hon prestur í Norðoya eystara Prestagjaldi til hon fór frá við eftirløn í 2011.

Frammanundan er sagt, at tað serstakliga var innan kirkjuligu heimamissiónina í Danmark, at mótstøðan var størst, at kvinnur skuldu taka við prestakalli. Og tað er ikki sørt, at vit í Føroyum hava merkt slíka afturundirgerð.

Men hvørja støðu hevði formaðurin í stýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroyum, Johan Weihe, prestur, tá hann í 1977 varð spurdur um kvinnur sum prestar? Jú, hann svaraði:

TÆR SKULU VERA VÆLKOMNAR!

Í dag eru fimtan prestagjald í Føroyum. Tað eru 62 kirkjur tilsamans, og 60 av teimum eru framvegis í brúki. Gamla kirkjan í Gøtu og kirkjan á Nesi eru ikki longur í føstum brúki, men verða tó framvegis brúktar við serlig høvi. Kirkjuráðini eru eisini 60, eitt við hvørja kirkju.
Prestarnir eru 26 í tali. Av teimum eru átta kvinnur.

(mynd)

Tríggjar tær fyrstu kvinnunar, ið vórðu prestvígdar í Skt. Knúts kirkju í Odense 28. april 1948. Vinstrumegin frá: Johanne Andersen, Ruth Vermehren og Edith Brenneche-Peterse.

Mynd: Odense Stadsarkiv

(mynd)

Elsa Funding er fyrsta kvinna í Føroyum, sum er prestvígd. Tað var í 1977. Hon tók við kalli sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara Prestgjaldi hetta árið. Seinni var hon sóknarprestur í Norðoya eystara Prestgjaldi

Mynd: Kr. Dagblad