Heima hjá okkum
Onki og ongin eru sum børn!
Tey siga tað tey hugsa, hava onga fjalda dagsskrá og til ber at lesa hjartadýpið í teirra eygum.
Lítli ommusonurin hevur verið í Føroyum og vitjað. Gløgt er gestins eyga siga vit, men gløgt er eisini barnsins eyga, so sanniliga.
Tey varnast og geva gætur slíkt, sum vit als ikki síggja, tí vit eru so von við tað.
”Omma, hví eru fjøllini so grøn?”
”Eitur tað ”abbesin” (appelsin) sum abbi”?
”Hví eita fuglarnir so løgið og hví flúgva teir beint uttanfyri stovuvindeygað”?
Maturin er heilt kapitul fyri seg. Eina barnið helt eg át ”eitt sjelett”, tá vit ótu riv!
Og tá fagur summar og sól dagur brádliga upprann, so undraðist hann á, hví øll høvdu slíkan skund at fara út í havan ?
Serfrøðingar siga, tað vera av alstórum týdningi, at vit hava ymsar siðir, minnir frá barnaárum av, so barnið kann minnast aftur á og siga, at ”á jólum, so plagdu vit” ella ”hjallskøkuna plagdi mamma altíð at gera, tá vit høvdu føðingardag”. Hendingar og upplivingar, sum eru sum ein mosaikk mynd, sum gevur tær kensluna, at tað var gott ”at vera heima”.
Samskiftið hesar góðu summardagar í juli við okkara lítla ommuson, fekk meg at hugsa um nostalgi.
Fyri árum síðani, so var um at gera, eins og í dag, at seta føtur undir egið borð og tað var tað. Vit hava keypt eini hús, nú eiga vit eitt heim. Og húsini vóru so at siga tey somu øll árini.
Húsini fingu kanska onkra ábøtur, men tey vóru til at kenna aftur, sum árini gingu. Tað var heima, heima hjá okkum.
Orðið heima er vakurt orð, sum sólja og summar og barn. Men í dag hava vit kanska ikki so nógvar røtur, men heldur føtur, sigur onkur.
Kanska hava vit ikki lagt stóra týdningin í orðið heim. Hús eru ein investering, sum vit vilja skula síggja hipp og kul út, til vit kanska fara víðari til onnur hús, tí nú eru hini ikki nøktandi longur. Vit skulu jú mennast og flyta okkum og ikki vera verandi á sama staðið, hvørki á arbeiðsplássi ella húsum. Tað er tekin um stagnatión, halda fleiri. Men hóast vit eru framsøkin, so eru vit menniskju flest eisini nostalgisk.
Orðið nostalgia er sett saman av orðunum heimstaður og pína. Flest okkara vita, hvussu ringt tað er, at leingjast og tráa eftir at sleppa heim. Men at vera nostalgiskur er nakað fjákut, tí tá leingjast vit aftur til nakað, sum ikki er til longur, men sum vit hava eina hugmynd um. Sum Matador ella aðrar sjónvarpsrøðir, sum vísa eina farna tíð, sum hevði verið húsvill í dag.
Í dag eru vit næstan givin, at tosa um, at heimurin liggur tær víðopin, interrail og annað sorgleyst, sum einaferð var. Vit aftra okkum við at flúgva, tí tað dálkar, miðlar siga okkum við tað sama frá, tá bumbur bresta og djórasløg eru hótt og hvørva, stórir skógir hokna og vatnmongdin frá bráðnandi ísfjøllum rennur skjótt, har tað ikki hevur runnið í okkara tíð.
Vit setast aftur og leita aftur til tryggleika, til tartelettir og krebinettir, til teakreolina og ommusa song, vit fara at framkalla myndir og leggja fotoalbum fram aftur, vit vilja heldur leiga enn eiga, stuttligari at lána frá grannanum og lána honum, enn eiga sjálvur. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum og fara at virðismeta alt meira, sum er heima. Júst, sum vit seinastu árini alt meri bretta okkum á og fegnast um okkara vakra land og øllum tí tað hevur og gevur okkum. Hetta rákið í dag, sum tekur seg upp nevnist solastalgia.
Í mun til nostalgi, sum er at leingjast eftir nøkrum sum var, so er solastalgia at leingjast, hóast mann er heima og tað er tí, at onki er, sum tað hevur verið, náttúran er løgin, árstíðirnar broyttar, veðrið er ikki til at líta á, plantur og djór hvørva og menniskjan fær kensluna av, at onki er, sum tað hevur verið, men alt broytist, at lendið undir individinum so at siga hvørvur.
Nostalgikkarin heldur, at heima hevur altíð verið, men solastalgikkarin sær undirlendið og heimin allan hvørva undir sær. Hann fær ikki fótað sær.
Hetta er ein kensla, sum øll menniskju kunnu hava til felags, tí heimurin við djórum og plantum er tín og mín. Skalast javnvágin her, so skalast hon eisini har.
Tað sorgleysa hvørvur. Vit fara enn meiri at finna staðið, har eg hoyri til, har vit sum familja hoyra heima, sum er støðugt og óvikandi. Har eg hoyri til. Har alt er, sum tað altíð hevur verið.
Og søgan vísir okkum, at menniskjan ikki fellur í fátt. Har sagt hevur verið í fleiri ár,at vit hvønn dag, skulu eta seks ymisk grønmeti, tí tað er gott fyri meg, so vendir tilvitaða menniskjan fokus frá sær sjálvari og roynir at savna hvønn dag, seks rusk í náttúruni, ganga í somu klæðum fleiri dagar á rað, binda sínar troyggjur og pulshosur til børnini, fara at súkkla og hava nakrar hønur í havanum, gera ribssúltutoy og síggja allar sendingarnar ”Den store bagedyst” og smágráta, tá Jens ella Sára ikki fáa róman rætt pískaðan.
Liðugt við at góðtaka, at børnum ikki dáma fisk, tí tað er slutt við importeraðu kúnni frá New Sealandi, tí eg geri meg inn á næstan við at eta reyðan búff, nei, rognaknettini kyrra bæði sál og likam.
Og kanska verður ein síðuvinningur, at vit fara á seiðaberg og sita kúrr og hoyra havið kvøða og gloyma alt um status uppdateringar og ófrið?
So kanska kann eg við mínum klípi gera mítt til, at alt verður verandi trygt, sum tað eina ferð var?