Skriva út

Heiður tær veri – eitt sindur um páskasálmar

27.04.2023 Tíðindi
Paskasalmar

Føroysku páskasálmarnir eru ”uppreisnarsálmar”. Teir proklamera fyrst og fremst, at Kristus er risin frá deyðum og gleðina við hesum. Nakrir byggja brúgv frá Jesu uppreisn til tíðina, vit liva í við vónini um, at vit eisini ein dag skula fylgja frelsarinum innar í ævinleikan. Men tað sær út til, at tað er teir stytri sálmarnir við tí meira einfalda boðskapinum, ið eru teir best umtóktu.

Leif Hansen, tónlistafrøðingur

Í Sálmabók Føroya kirkju (1990) er 22 sálmar bólkaðir undir ”Jesu uppreisn. Páskir” og fýra í bólkinum ”Jesu uppreisn” í Sálmabókauppískoytinum (2014). Gamla sálmabókin, sum kom í 1960 hevði 12 páskasálmar, hvar teir 11 eisini komu í nýggju sálmabókina.
Verður hugt eftir høgtíðarsálmum í sálmabókini Jól, Páskir og Hvítusunna, so sæst, at jólasálmarnir eru nógv flestir í tali. Jólasálmarnir eru 39 og hvítusunnusálmarnir telja einans fimm.

Longu tá núverandi sálmabók kom út í 1990 var eyðsæð, at hon í mangar mátar ikki talaði til samtíðina, og at sálmabókanevndin var nóg so konservativ í sínari redaktión av bókini. Allir prestanir í sálmabókanevndini vóru farnir frá fyri aldur tá sálmabókin kom í brúk.

Páskasálmarnir eru helst ein góð mynd av hesum. So gott sum allir sálmarnir eru yrktir ella týddir fyri 1960, flestu av teimum í fyrru helvt av 20. øld. Einans 7 av teimum 22 páskasálmunum eru upprunaføroyskir, har tann eini hjá Mikkjali av Ryggi, nr 214 Dagsins ljós enn ungt man loga, hevur ávísan íblástur frá Grundtvigsa Tag det sorte kors fra graven.

Av teimum 22 páskasálmunum í sálmabókini eru einans tveir yrktir við sama versfóti, nr. 198 og nr. 214.
Nr 193 og 194 kundu í gomlu sálmabókini syngjast við sama lag, men tá nr 193 Krist reis upp frá deyða fekk Halleluja-ørindið aftrat í nýggju sálmabókini, má hesin syngjast við tí upprunaliga lagnum.  Átta av teimum hava serstakan versfót, sum eingin annar sálmur í sálmabókini hevur, t.d. Krist reis upp frá deyða (193), Frøist nú hvør, ið frøast kann (203) og Statt upp, mín sál, á morgni fró (209).  Av teimum 22 verða teir 13 vanliga sungnir við einum lagið, sum er skrivað til tekstin, td. (Páskablóma, hvat vilt tú? nr 211, Kristus reis frá deyðum nr.194 og Aldri var sigurin størri enn tá nr 210). Fýra páskasálmar hava upprunaføroyskt lag (nr. 195, nr 202, nr 203 og nr 210), men ikki er greitt, í hvønn mun lagið hjá H. J. Højgaard verður brúkt til nr 195 Deyði, hvar er nú broddur tín.

Tekstir og løg
Hymnologi er læran um sálmar, og umfatar vanliga bæði eina tekstliga og eina tónleikaliga tilgongd.
Verður hugt eftir teirri hymnologiski gransking, sum hevur verið í sálmasangi í Føroyum, so er einki at ivast í, at tónleikaligi parturin (melocentrisk) hevur fylgt mest. Umfatandi arbeiðið hjá Karl og dóttrini Marianne Clausen við gomlum føroyskum sálmaløgum er ikki til at koma uttanum. Tey sonevndu kingoløgini hava verið samleikaberandi, ikki bara hjá okkum í einari romantiskari fatan sum tjóð, men eisini hjá sálmunum sjálvum - verður ein kingosálmur nevndur, so er tað oftast lagið ella lagvarianturin hugsað verður um.

Tó tykist fatanin av sálminum at vera ein onnur, tá hugsað verður um sjálva redigeringina av sálmabókum. Tá er tilgongdin nærum útilukkandi logocentrisk, tvs at teksturin er í miðdeplinum, og í øðrum lagi er tónleikaligi parturin komin og einans havt leiklutin sum miðlanin av boðskapinum í tekstinum. Tað vóru í høvuðsheitum teologar, sum redigeraðu báðar føroysku sálmabøkurnar, og útgangsstøðið sær út til at hava verið, at tekstirnir eru tað sentrala, sum einans hava eitt lag fyri neyðini fyri at kunna syngjast. Hetta er sum so ikki eitt serføroykst fyribrigdi, tí í danskari traditión er hetta eisini støðan, tó í minni mun. Verður hugt eftir hvussu lagávisingar hava verið gjørdar í føroyskum sálmabókum, so sæst týðuliga, at hesar til tíðir kunna tykjast púra tilvildarligar. Eitt og sama kann verða brúkt til ymiskar tekstir, ymiskar tíðir í kirkjuárinum og ymiskar partar av guðstænastuni, óansæð hvussu lagið upprunaliga varð hugsað. Men hesin tankin hevur uttan iva røtur í somu tónleikaæstetisku fatan viðvíkjandi sálmaløgum, sum eisini vóru galdandi á Luther’sa døgum. Pedagogiski tankin var, at eitt gott lag, sum fólk dugdu, var praktiskt at brúka í uppbyggingini av einum sálmasangi eftir reformatiónina.

Innan hymnologiina verður hendan endurnýggjan av sálmasanginum, sum tók støði í gomlum kendum fyri-reformatoriskum sálmaløgum og sangum nevnd ”kontrafaktur”. Hetta merkti, at tey kendu løgini fingu nýggjan tekst ella at tann gamli teksturin varð somikið broyttur, at hann passaði til nýggju læruna. Danski hymnologurin Peter Balslev-Clausen metir, at umleið helvtin av teimum innsungnu sálmunum í Danmark beint eftir reformatiónina vóru kontrafaktursálmar, broyttir sálmatekstir ella gamlir kirkjuligir sangir. Thomas Kingo innførdi síðst í 1600-talinum hópin av tátíðarinnar nýggju løgu í sína sálmabók, og ikki varð altíð hugt eftir, hvussu løgini upprunaliga vóru hugsað. Eitt áhugavert dømi um lagávísing, sum eisini er tikin við í okkara sálmabók er páskasálmurin hjá Kingo nr 204 O, kærasta sál, upp av beði (O kæreste sjæl, op at våge!). Kingo vísir til lagið, sum vit nú kenna sum jólasálmin Hin vænasta rósan er funnin. Men tá á døgum varð lagið brúkt til jarðarferðarsálmin ”Med Sørgen og Klagen hold Maade”.

Eina óslítandi symbiosu millum tekst og lag kenna vit tó í summum førum. Flestu løgini til jólasálmar, verða bara brúkt til ávísan tekst. Løgini til ”Gleðilig jól”, ”Eitt barn er føtt í Betlehem” ella ”Jólaklokkan aftur ringir” verða ikki sungin til aðrar sálmar ella aðrar tíðir í kirkjuárinum. Sama er við einstøkum páskasálmum. Men reglan er, tá um páskasálmar umræður, kann symbiosan lætt brótast. Løg, sum upprunaliga vóru hugsað sum páskaløg kunna verða sungin til aðrar sálmar eisini, t.d. lagið hjá Emil Hartmann til Sum vársól rísur og lagið hjá H. Rung til Tak tann svarta kross av leiði, og enntá er ein dymbildagavikusálmur (nr 191) yrktur til lagið Páskablóma, hvat vil tú?.

Páskasálmar verða nýttir á ein heilt annan hátt enn jólasálmar. Tá jólini eru komin, hava vit longu sungið jólasálmar í fleiri vikur. Soleiðis er ikki við páskasálmum. Teir eru partar av einari dramaturgiskari liturgi, sum byrjar við føstuni og langa fríggjadegi. Ikki fyrr enn sólin rísur páskamorgun syngja vit páskasálmar. Páskatónleikur er á ongan hátt líka kendur sum jólatónleikur. Tann ovurhonds stóra produktiónin og ikki minst miðlanin av jólatónleiki, bæði andaligum og versligum er sjálvandi í einari serstøðu. Føstu- og páskatónleikur er nærum fráverandi í Kringvarpi okkara, og hevur millum fólk als ikki so sterkar associatiónir til høgtíðina, sum jólatónleikur hevur.

Kanning
Kanningin av páskasálmum byggir á 104 skrásettar guðstænastur í 26 kirkjum páskadag, páskakvøld og 2. páskadag árini 2017 og 2018. Í trimum kirkjunum í kanningini vóru tey tvær reisir í kirkju páskadag. Í meðal eru 5 sálmar sungnir við hvørja guðstænastu. Sungnir eru í alt 517 sálmar, og av teimum eru 382 ella 74% bólkaðir undir ”Jesu uppreisn. Páskir” í Sálmabókini (1990) ella í Sálmabókauppískoytinum (2014). Yvirlitið niðanfyri vísir hvussu ofta teir ymisku sálmarnir blivu sungnir:

1

205 Heiður tær veri

47 ferðir   ikki upprunalag

2

201 Grøvin sterka rivnað er

45 ferðir   ikki upprunalag

3

195 Deyði, hvar er nú broddur tín

33 ferðir   ymisk løg

4

197 Sum vársól rísur yvir fold

29 ferðir   upprunalag

5

194 Kristus reis frá deyðum

24 ferðir   upprunalag

6

203 Frøist nú hvør, ið frøast kann

24 ferðir   upprunalag

7

193 Krist reis frá deyða

23 ferðir   upprunalag

8

211 Páskablóma, hvat vilt tú?

23 ferðir   upprunalag

9

629 Tak tann svarta kross av leið

21 ferðir   upprunalag

10

196 Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól

16 ferðir   ikki upprunalag

11

198 Sum ígjøgnum sortar skýggja

14 ferðir   ymisk løg

12

206 O, sælasta stund – ein finst líki

14 ferðir   upprunalag

13

199 Vár Jesus upp er staðin

10 ferðir   ymisk løg

14

209 Statt upp, mín sál, á morgni fró

8 ferðir   upprunalag

15

213 Til Emmaus fram leiðin bar

8 ferðir   ikki upprunalag

16

631 Hann er upprisin

8 ferðir   upprunalag

17

200 Hin sterki Krist sleit deyðans bond

7 ferðir   ikki upprunalag

18

207 Hann livir! Gleð teg, andi mín

7 ferðir   upprunalag

19

214 Dagsins ljós enn ungt man loga

6 ferðir   ikki upprunalag

20

212 Hvør hugnaligt, tá okkum hjá

5 ferðir   ikki upprunalag

21

204 O, kærasta sál, upp av beði

4 ferðir   ikki upprunalag

22

208 Í deyðans bondum Jesus lá

4 ferðir   upprunalag

23

210 Aldri var sigurin størri enn tá

4 ferðir   upprunalag

24

630 Aftur páskasólin roðar

3 ferðir   ikki upprunalag

25

202 Rísur sólin páskamorgun

1 ferð   upprunalag

26

632 Harrin úr svøvni leyp upp so brátt

Ikki sungin   ikki upprunalag

Sungnir vóru altso 382 ferðir páskasálmar men einans 32 ferðir ella 8 %  varð sungið úr sálmabókauppískoytinum. Har er tað serliga týðingin hjá Axel Tórgarð av kenda páskasálminum hjá Grundtvig Tak tann svarta kross av leiði, sum verður sungin (21. ferðir).

Viðmerkingar til kanningina

Mest sungni sálmurin á páskum er nr 205 Heiður tær veri. Hann varð sungin 47 ferðir í teimum 26 kirkjunum. Sálmurin stóð ikki í gomlu sálmabókini, men er at finna í Heimamissiónssangbókini frá 1975. Edmund í Garði hevur týtt hendan upprunaliga sveisiska tekstin til føroykst. Teksturin er skrivaður til kenda lagið hjá Händel ”See the conquering hero comes” úr oratorinum Judas Maccabæus, og einki er at ivast í, at pompøsa lagið er berandi lutur í sálminum og bakkar væl upp um tann nóg so einfalda boðskapin í tekstinum. Grøvin sterka rivnað er er sungin 45 ferðir. Sálmurin er upprunaliga norskur, sum Hans Biskupsstøð týddi til føroykst. Hann verður sungin við einum kendum lag, hevur bert tvey ørindi og er tí vælegnaður sum antin annar sálmur ella síðsti sálmur í guðstænastuni. Føroyski teksturin hevur tó ikki fingið ta upprunaliga triumferandi brái, sum norski teksturin hevur, har setningsbygnaðurin grundorð – sagnorð verður brúkt: ”Lynet blinker, jorden bæver, graven brast og Jesus lever”.
Fríðrikur Petersen eigur bara tríggjar sálmar í sálmabókini, men undrunarvert er tað, at allir tríggjir eru sera nógv sungnir. Gleðilig jól nr. 95 er mest sungni jólasálmur jvf kanning hjá mær um jólasálmar. Tíðin rennur sum streymur í á nr 544 verður nógv sungin á nýggjárinum og til jarðarferðir. (verður greinað í aðari grein) Triði sálmurin, Deyði, hvar er nú broddur tín er triðmest sungni páskasálmur sambært kanningini. Sálmurin er upprunaliga skrivaður til lagið Kirkjan, hon er eitt gamalt hús. H. J. Højgaard gjøgnumkomponeraði tekstin við trimum ymiskum løgum til hvørt av ørindunum. Í føroysku koralbókini er tíverri og óskiljandi einans lagið til 2. ørindi komið við. Kanningin kann ikki svara fyri hvørji løg verða brúkt til sálmin, men eg havi varhugan av, at vælumtókta lagið hjá Knúti Olsen til Kirkjan, hon er eitt gamalt hús, verður oftast brúkt til sálmin.

Á 5. og 7. plássi liggja sálmarnir nr 194 og 193: Kristus reis frá deyðum og Krist reis upp frá deyða. Samanlagt eru teir sungnir 47 ferðir, eins ofta og tann mest sungni sálmurin. Her skal havast í huga, at hesir báðir sálmarnir eru sera líkir í innihaldi og versfóti og verða tí neyvan báðir sungnir í somu guðstænastu. Uppreisnarproklamatiónin í fyrstu reglu og einglalovsongurin av Betlehemsfløtum í síðstu reglu gongur í báðum sálmum aftur í øllum ørindum. Í gomlu sálmabókini varð víst til sama lag til báðar sálmarnar.

Skal tú finna teir poetiskt sterkastu páskasálmarnir í sálmabókini; Kingosa: nr 198 Sum í gjøgnum sortar skýggja og Grundtvig-sálminn nr 211 Páskablóma hvat vilt tú?, so skal tú heilt niður á 8. og 11. pláss fyri at finna teir. Einsamalla ørindi nr 347 í sálmabókini Fyri halgu føðing tína, sum upprunaliga er 9. og síðsta ørindi í Kingosálminum, verður sungið í einstøkum kirkjum um páskirnar. Føroysku sálmabøkurnar hava eins og tær donsku til og við Den danske salmebog 1953, stytt sálmin og latið síðsta ørindi staðið sum guðstænastusálm. Í nýggjastu donsku sálmabókini (2002) hevur sálmurin aftur nýggju ørindi. Hetta eigur heilt víst eisini at verða umhugsað í einari nýggjari føroyskari sálmabók.

Hesir báðir sálmarnir eru longri enn teir, sum eru ovari á listanum, og kann tað verða ein orsøk til, at teir ikki eru sungnir so ofta. Kanningin tekur ikki hædd fyri, hvussu nógvar royndir organistarnir í ymsu kirkjunum hava. Hugsast kann, at lagið hjá Carl Nielsen til Páskablóman, hvat vilt tú? kann vera avbjóðandi hjá onkrum organistum og at hann tí ikki verður sungin. Lagið, sum nr 198 oftast verður sungin til, er sama lag sum nr 629 Tak tann svarta kross av leiði – hann er 9. mest sungni sálmurin. Tað kann hava við sær, at Kingosa sálmur ikki verður sungin so ofta, tí eitt lag verður vanliga ikki brúkt tvær reisir í somu guðstænastu.

”Uppskot um sálmar til sunnu- og heiligdagstekstir” í sálmabókini er ofta grundarlag fyri sálmavalinum hjá prestum, deknum ella teimum, sum velja sálmar til guðstænastu. Har verður víst til, at einans páskasálmar verða sungnir páskadag, men annan páskadag eru aðrir sálmar, sum hildið verður at hóska seg betri. Serliga annan páskadag eftir seinni tekstarøð, verður einans víst til tveir páskasálmar. Eisini sæst týðuliga í kanningini, at páskasálmar nærum einans verða sungnir páskadag og annan páskadag.
16. sunnudag eftir trinitatis verður nevndur ”heystpáskir”, tí at tað er áleið hálvt ár fyri páskir og tekstirnir til dagin hava uppreisnina sum tema. Eftir fyrri tekstarøð er tað ”Einkjan í Nain” og í seinni tekstarøð er tað Lázarus, sum verður vaktur til lívs aftur. ”Uppskot um sálmar” leggur upp til, at onkur einstakur páskasálmur verður sungin hendan dagin, t.d. nr 200 Hin sterki Krist sleit deyðans bond. Í umleið helvtini av kirkjunum í kanningini verður ein ella tveir páskasálmar sungnir og er tað serliga nr 200, sum í uppskotinum, ella 201 Grøvin sterka rivnað er.

Tað sær út til, at teir best umtóktu páskasálmarnir eru teir stytri, við einfalda boðskapinum. Uppreisnarsálmarnir sum einfalt proklamera, at Kristus er risin frá deyðum og gleðina við hesum. Tó at páskatíðin er frá páskadegi til hvítunusunnudag, so verða páskasálmar stórt sæð bara sungnir páskadag og ávísan mun annan páskadag. ”Uppskot um sálmar til sunnu- og heiligdagstekstir” í sálmabókini leggur heldur ikki upp til tað. Men prestar og onnur, sum velja sálmar til guðstænastur áttu at broytt hetta, tí sum nú er, eru týðilig tekin um, at teir sálmar, sum júst reflektera gleðina og vónina um, at vit ein dag skula fylgja frelsarinum innar í ævinleikan, einans verða sungnir tveir dagar um ári. Havandi í huga, at uppreisnarboðskapurin er sjálvur klangbotnurin í øllum kirkjuligum virksemi, eiga páskasálmarnir at verða sungnir oftari -  ja kanska heilt til hvítusunnu!

Kanningin byggir á uppteljing árini 2017 og 2018 í:
Argja kirkju, Christianskirkjuni, Eiðis kirkju, Fuglafjarðar kirkju, Glyvra kirkju, Gøtu kirkju, Havnar kirkju, Hoyvíkar kirkju, Hvalbiar kirkju, Hvalvíkar kirkju, Kunoyar kirkju, Kvívíkar kirkju, Leirvíkar kirkju, Miðvágs kirkju, Nólsoyar kirkju, Norðskála kirkju, Rituvíkar kirkju, Sandavágs kirkju, Sandvíkar kirkju, Skála kirkju, Tvøroyrar kirkju, Vágs kirkju, Vestmanna kirkju, Vesturkirkjuni, Viðareiðis kirkju