Havstein: - Tað besta er tó at hava ein urguleikara
Kirkjufólkið í Skálavík má hereftir venja seg við, at tað ikki altíð er ein urguleikari, ið situr við orglið og leiðir sálmasangin. Ein einføld tøknilig loysn verður nú brúkt, tá eingin er at spæla.
Orð: Snorri Brend/Mynd: kvf.fo
SKÁLAVÍK: ”Urguleikarar vaksa ikki á trøum!” Soleiðis verður mangan tikið til, og tað er eisini ein ávísur sannleiki í hesi útsøgnini.
Í nógvum av smærru kirkjunum kring oyggjarnar er mangan trupult at hava urguleikara til hvørja einastu gudstænastu. Hóast tey royna at finna slíkar, um ikki annað so til onkra gudstænastu, so er hetta ikki lætt. Orsøkin er hin einfalda, at teir ikki eru til, - ella kanska rættari: teir halda seg helst ikki til.
Hetta hevur so aftur skapt høvuðbrýggj hjá nógvum kirkjum og kirkjuráðum. Hjá nógvum er ikki nógv annað í at velja, enn at fáa onkran at syngja fyri, um eingin er at spæla.
Aðrastaðni hava tey tó verið munandi kreativari. Eitt dømi um hetta er við Gjáar kirkju, har tey hava valt eina serstaka tøkniliga loysn til sálmasangirnar í gudstænastuni.
Her hava tey fingið innspælt øll sálmaløgini, og so verða tey brúkt til gudstænasturnar í bygdini. Her er tað ein kirkjutænari, ið passar hetta tólið við at velja røttu løgini, rætt tal av ørindum, og síðani finna ein sálm at byrja og enda gudstænastuna við.
Hetta man rigga væl, hóast lítil ivi er um, at onkur kanska saknar ein veruligan urguleikara, tá tey eru í kirkju.
Men tað finnast eisini aðrar líka kreativar og tøkniligar loysnir sum henda við Gjógv. Og eina av hesum loysnunum hava tey nú tikið í brúk við Skálavíkar kirkju.
GÓÐ OG GOMUL URGA
Í kirkjuni í Skálavík finst væl at merkja ein urga – enntá ein av teimum eldru, fyri ikki at siga tann elsta í landinum.
Henda urgan var bygd fyri meiri enn 150 árum síðani, og er sostatt elsta pípu-urga í Føroyum. Onkur sigur enntá, at hon telist millum tær elstu í danska kongaríkinum, har 2700 slíkar eru skrásettar, teirra millum henda í kirkjuni í Skálavík.
Í eini grein á in.fo fyri júst trimum árum síðani var greitt frá urguni, sum júst tá fylti 150 ár. Har var sagt, at ein orgul-stemmari stutt frammanundan hevði kannað og stemmað hana.
Hann var sera hugtikin av urguni, og bað, sum vera man, tey í kirkjuni um ansa væl eftir henni, tí hon var í allarbesta standi.
Urgan er enn í góðum standi, men tað hevur ikki altíð verið so lætt at fáa onkran at spæla uppá hana. Og tað er hetta, sum kirkjuráðið hevur tikið avleiðingarnar av, og hevur arbeitt við eini aðrari loysn.
Tað var henda loysnin, sum var sett í verk seinasta sunnudag, 3. sunnudagur í advent.
GÓÐUR SÁLMASANGUR
Hetta var ein vanlig gudstænasta, har sóknarpresturin, Havstein Klein prædikaði, men hetta var samstundis eisini dagurin, tá henda nýggja tøknin skuldi roynast á fyrsta sinni.
Eitt annað, sum ikki er eins vanligt undir eini gudstænastu vóru teir góðu hátalararnir, sum nú skuldu leiða ljóðið víðari út í kirkjurúmið. Til hátalararnar var ein telda íbundin, sum síðani spældi dagsins sálmar.
Sálmarnir verða fingnir til vega úr stóra sálmasavninum í Kringvarpinum, haðani teir so verða spældir við bæði urguljóði og tí upptikna sálmasanginum í onkrari av føroysku kirkjunum.
Úr Skálavík verður sagt, at tey hava fingið at vita frá øðrum kirkjum, ið nýta hesa somu loysnina, at hon er góðl, og gevur somuleiðis góðan sálmasang í kirkjuni.
Havstein Klein sigur, at henda nýggja skipanin riggaði væl. Men, sigur hann í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá fólkakirkjuni:
- Hetta er í lagi. Men tað besta er tó at hava ein urguleikara!