Havstein: - Gleði meg at prædika á ólavsøku
- Kirkjan hevur avgjørt eina rødd í heiminum, sigur Havstein Klein, sandoyarprestur.
Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)
ÓLAVSØKUGUDSTÆNASTA: - Tað sum eg beri fram, verður sagt við virðing, sóma og umsorgan, sigur Havstein Klein.
Í samrøðu við Dagfinn Olsen frá Sosialinum leggur hann dent á, at henda prædikan er ein stórur pallur, sum røkkur kring alt landið.
- Øll tjóðin er í kvirru hesa løtuna, meðan prædikan verður hildin, og har landsins myndugleikar eisini sita í kirkjuni.
- Tí er hetta eitt serstakt høvi, slær Havstein fast.
Og hann leggur aftrat:
- Hetta er tí nakað, sum eg komi at nýta við virðing fyri teimum, sum lýða á.
Gudstænastan á ólavsøku plagar at verða send beinleiðis í Kringvarpinum. Tí er høvi hjá øllum fólkinum, bæði úti og heima, at fáa alla hesa hátíðarligu gudstænastuna við.
TANSANIA - FØROYAR
Líka so fast, sum kappróðurin, kórsangurin á Tinghúsvøllinum og Tivoli er á ólavsøku, so er gudstænastan í Havnar kirkju ólavsøkudag eitt, ið mong síggja fram til.
Hetta er løtan, tá prestar, tingfólk, landsstýrisfólk og onnur fara í skrúðgongu úr Løgtinginum oman í Havnar kirkju, har gudstænastan verður hildin og nógv verður gjørt burturúr.
Ein føst skipan er, hvør prestur ið skal prædika á ólavsøku. Og í ár er tíðin so komin hartil, at Sandoyarprestur, Havstein Klein eigur túr at prædika.
Havstein Klein er 45 ára gamal, og hevur verið prestur í Sandoyar prestagjaldi síðani í 2014. Og so kann leggjast aftrat, at hann og familjan virkaðu í fleiri ár sum trúboðarar/prestar í evangelisk luthersku kirkjuni í Tansania.
Tað var í Mara-stiftinum, har eisini Hans Jacob Joensen, táverandi varabiskupur vitjaði, tá ein av biskupunum har var vígdur og settur í tænastu.
So fólkakirkjan í Føroyum og lutherska kirkjan í Tansania hava eitt ávíst samband.
EIN RØDD Í HEIMINUM
Tað er sjálvandi altíð ymiskt, hvat ein prestur fær at bera fram úr dagsins prædikuteksti – og ikki minst, hvat tann einstaki ”lurtarin” fær burturúr prædikuni.
Hetta er Havstein fult greiður um, og sum hann sigur tað í samrøðuni: - Kirkjan er ikki partapolitisk, ella eigur ikki at vera tað.
- Men kirkjan hevur eina rødd í hesum heimi, og sum ikki eigur at avmarkast til ikki at koma inn á aktuell viðurskifti, vísir hann á.
Prædikan var ikki heilt liðug, tá Sosialurin hitti prest. Men klokkan 11 ólavsøkudag sleppa vit øll hoyra, hvat Havstein Klein hevur uppá hjarta.