Skriva út
Havstein: - Fólk vilja hava sína kirkju
21.09.2018 Tíðindi
(BYGDARKIRKJAN 5/5): Skalt tú savnast við tínum bygdarfólki, so er kirkjan eitt gott stað í so máta.
Henda veruleika hava vit roynt at lýst í eini styttri greinarøð her á heimasíðuni, við at vísa á týdningin av teirri lokalu kirkjuni.
Við í hesi greinarøð hava vit víst á dømi úr Danmark, har ein tosar um at niðurleggja tær smærru bygdarkirkjurnar, tí so fá fólk savnast til tær kirkjuligu tænasturnar gjøgnum árið.
Vit hava eisini tosað við Ingu Tórarenni, sum veit alt um týdningin sum hennara lokala kirkja í heimbygdini Skúvoy hevur fyri hana.
Og vit hava eisini hoyrt Viðareiðisprest, Jóannes Purkhús greiða frá, at uttan ljóðið frá teirri kallandi kirkjuklokkuni, er skjótt at ein sunnudagur ikki gerst ein heiligdagur, men bert verður ein dagur eins og allir hinir í vikuni.
Í hesum seinasta partinum fær sóknarpresturin í Sandoyar prestagjaldi, Havstein Klein orðið. Í hansara prestagjaldi finnast tvær av útoyggjum okkara – Skúvoy og Stóra Dímun.
Og fyrsta viðmerking hansara til henda evnið er stutt:
- Tá eg vitji á útoyggj, so merki eg at bygdarfólkið tekur væl undir við gudstænastunum.
- Eingin ivi er um, at kirkjan enn hevur stóran týdning fyri smábygdirnar og tær smærru oyggjarnar í Føroyum.
GONGUR Í ARV
Í prestastarvi sínum hevur Havstein Klein eina skipan, har hann ferðast til Skúvoyar einar seks ferðir um árið. Og í heyst ætlar hann sær aftur út í Stóru Dímun.
At koma út á smærru oyggjarnar dámar honum væl. Tí sum hann sigur tað: - Fyrr var kirkjan eitt tað fyrsta ið hugsað var um, men nú eru aðrir stovnar komnir.
Hann hevur eisini lagt merki til, at fólk eru sera góð við kirkjuna. Hetta sæst millum annað í smáum bygdum, har eingin skúli er.
- Eg kann bara staðfesta, at fólk vilja hava eina kirkju. Ja, hygg bara eftir øllum teimum mongu kirkjutænarunum, sum taka lut í kirkjuliga arbeiðinum.
- Og hyggur tú væl eftir, so kanst tú eisini síggja, at nógvastaðni hevur ein ávís tænasta gingið í arv í fleiri ættarlið. Uttan trúfastar kirkjutænarar var eingin kirkja.
GÓÐUR VANI
Umframt tað at kirkjuklokkan kallar til gudstænastu sunnu- og halgidagar, er hon haraftrat karmur týðandi hendingar í lívinum hjá íbúgvunum, so sum dóp, ferming, brúðarvígslu og tá ið vit missa ein kæran.
- Tá leita fólk sær til kirkjurnar fyri at finna hvílu, fyri at syngja og fyri at verða uppbygd, - fyri at hoyra Harrans orð, og til felagsskap og bøn.
- Ella tey koma higar av góðum og gomlum vana. Jú, fólk eru góð við kirkjuna, staðfestir Havstein Klein.
Har fólk ikki sjálvi kunnu koma í kirkju, veita fleiri kirkjur ta tænastu, at gudstænasturnar verða stroymdar beinleiðis í sjónvarpi til sambýli og ellisheim.
- Og sum eg skilji tað, eru búfólkini sera glað fyri hesa tænastuna.
(Hetta er 5. og seinasta greinin í røðini um týdningin av bygdarkirkjuni. Hinar greinarnar vóru lagdar út 13. august, 16. august, 31. august og 13. september).
Orð: Snorri Brend
Mynd: Savnsmynd
Onnur tíðindi