Skriva út

Havnar kirkja yvirtikið Arnes Minde

03.09.2015 Tíðindi
Havnar kirkja yvirtikið Arnes Minde

3. september 2015

Havnar kirkja yvirtikið Arnes Minde

Longu fyri sløkum 25 árum síðan vendi kirkjuráðið fyri Havnar kirkju sær til Tórshavnar kommunu um møguleikan at yvirtaka ognina Arnes Minde, sum er rættiliga stórur og serstakur bygningur á horninum millum Bringsnagøtu og Kirkjuveg. Tá var nógv virksemi í húsunum, so hetta lat seg ikki gera tá, men býráðið samtykti, at um húsið einaferð gjørdist tøkt, so kundi kirkjan yvirtaka tað. Havnar kirkja hevur havt sera trongar umstøður, og í fjør tók kirkjuráðið spurningin framaftur. 

- Tað, sum er spennandi við hesi verkætlan er, at kirkjan ætlar at vera við til at skapa eitt livandi umhvørvi á Bryggjubakka. Tí umframt arbeiðið hjá kirkjuni í sambandi við gudstænastur og onnur kirkjulig tiltøk, so er eisini ætlanin hjá kirkjuni at hava ymisk mentanarlig tiltøk, so sum konsertir, framsýningar, kafé og hugnakvøld, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. 

- Vit vita, at Havnar kirkja, sum eisini er Dómkirkja Føroya, hevur stóran tørv á hølum til ymiskt virksemi. Kirkjubygningurin er friðaður, so tað er ongin møguleiki at útbyggja kirkjuna. Til jarðarferðir og onnur tiltøk sleppa ofta ikki øll inn í kirkjuna, so møguleikin at brúka Arnes Minde hevði verið kærkomin. Kirkjuráðið hevur eisini upplýst, at húsið skal brúkast til konfirmantalestur og sosialt virksemi í sambandi við gudstænastur. 

- Kirkjan hevur eisini heilt serligar uppgávur, t.d. á ólavsøku og til onnur høvi. Kirkjuráðið hugsar at brúka Arnes Minde til skrivstovu til dagliga avgreiðslu í sambandi við kirkjuskrivstovuna, eins og prestar og onnur starvsfólk kunnu hava sína dagliga gongd og tænastur har, tí í kirkjuni sjálvari er lítið og onki pláss. 

- Kirkjuráðið hevur enn fleiri spennandi ætlanir, t.d. at draga hús og kirkju inn í søguliga umhvørvið á Reyni, at hava bóka- og myndaframsýningar, og at skipa fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við ferðavinnuna. Húsið er søguligt og hevur t.d. bæði verið politistøð, varðhald og hevur hýst býráðssali og -skrivstovu. 

- Býráðið samtykti í fjør at lata kirkjuráðið yvirtaka Arnes Minde fyri 3,5 miljónir, sum var metingarpísurin. Kommunan er sambært lóg vanliga bundin av at selja allar ognir fyri marknaðarprís. Henda sølan er tí góðkend av kommunala eftirlitinum í Almannamálaráðnum. 

- Almannamálaráðið var biðið um at at geva undantak at selja ognina uttan alment útboð. Eisini setti kommunan treytir til varðveiting av húsunum, somuleiðis at sokallað útvent virksemi verður í Arnes Minde. Fyri jól gav Almannamálaráðið loyvi at víkja frá kravinum um alment útboð. 

- Nú eru vit so komin hartil, at kirkjan kann yvirtaka og flyta ymiskt virksemi inn í Arnes Minde til ólavsøku. Vit fegnast um, at málið nú hevur fingið eina góða loysn og ynskja kirkjuni og kirkjuráðnum alla eydnu við virkseminum í Arnes Minde, sum nú bæði verður varðveitt í stórt sæð upprunalíki, og verður ein livandi stovnur í søguríka umhvørvinum mitt í býnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Dagstovnurin fyri tey smæstu børnini, sum hevur hildið til í Arnes Minde í nøkur ár, flytur nú í dagstovnin Birkilund, sum verður liðugt umvældur á ólavsøku.