Skriva út

Havnar Kirkja 225 ár

10.12.2013 Tíðindi
Havnar Kirkja 225 ár

Triðja sunnudag í advent, sum er komandi sunnudag, er Havnar Kirkja – dómkirkjan – 225 ár. Kirkjan hátíðarheldur 225 ára dagin henda sunnudagin. Tað verður við gudstænastu, har biskupur, dómpróstur og prestarnir í dómkirkjuni verða til staðar

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Triðja sunnudag í advent, sum er komandi sunnudag, er Havnar Kirkja 225 ár.
Tórshavn er gamal kirkjustaður. Hvussu gamal er ikki greitt. Nøkur søgufróð halda, at fyrsta kirkjan er tann, ið bygd var í 1610 og at kirkjan í Kirkjubø undan henni hevði verið sóknarkirkja. Tað er valla hugsandi. Havnin er eldri kirkjustaður enn so. Hon er fyrndargamal tingstaður og rættiliga tíðliga er hon handils- og hernaðarstaður. At slíkum stovnum var ein kirkja knýtt. Bæði í fyrikristnari og eftirkristnari tíð høvdu tinghaldini eitt sakralt grundarlag, t.e. samband við gudsdyrkan, og var tessvegna ein halgistaður nátúrligur. Í fyrikristnari tíð eitt hov, vígt gudinum Tóri – harav navnið Tórshavn – í eftirkristnari ein kirkja.

Í nógvum bygdum eru kirkjur bygdar aftur á somu grund, øld eftir øld, men í nýggjari tíð bygdar á øðrum staði, eins og nýggjar kirkjubygdir eru komnar aftrat. Eisini kirkjan í Havn varð flutt. Tann kirkjan, ið bygd var í 1610, stóð úti á Reyni, og var har til 1788. Hetta árið varð nýggj kirkja bygd norðan fyri býin, ið tá var, og her stendur Havnar Kirkja enn. Heldur trongligt man hava verið úti á Reyni.

Í 1788 var Rasmus Jørgen Winther prestur í Suðurstreymoy, komin higar í 1780. Hann bar so í bandi, at eisini øki til nýggjan kirkjugarð varð fingið til vegar í Havn. 21. mai 1782 varð fyrsta lík grivið í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Gamli kirkjugarðurin var úti á Reyni. Nýggja kirkjan í Havn varð vígd triðja sunnudag í advent 1788. Prestagarðurin í Havn hevði verið handan Á (á leið har Café Natúr er í dag), seinni úti á Reyni. Í 1789 varð nýggjur prestagarður bygdur í Sandagerði. Í kirkjugarðinum kring núverandi Havnar Kirkju varð fyrsta lík jarðað í oktober 1791.

Rasmus Jørgen Winther var sera virkin maður. Ikki meira enn tvey ár eftir at hann var komin til Havnar, stevndi hann fólki saman at tala um nýggja kirkju. Ein søgan sigur, at ein maður varð sendur til Bergens at keypa við til kirkjuna, men at hann heldur keypti eitt pakkhús, sum varð tikið niður og ført til Havnar. Men byggiroknskapurin man vera fullgott prógv fyri, at søgan ikki er sonn. Tí so nógv tilfar er keypt til kirkjuna, at tað illa kann hava verið neyðugt aftrat einum heilum pakkhúsi. Haraftrat gekk drúgv tíð at byggja kirkjuna. Meðan føroyskar kirkjur vanliga stóðu í gerð í tveir ella tríggjar mánaðir, stóð Havnar Kirkja í gerð í samfull fýra ár.

Andreas Djurhuus, próstur eldri, vígdi Havnar Kirkju triðja sunnudag í advent 1788. Til er ein frásøgn frá hesari vígslu, ið J. H. Schrøter, sum tá var næmingur á latínskúlanum og seinni prestur í Suðuroy (1804-1826), hevur skrivað. Henda frásøgn ljóðar soleiðis:

»Det var Aftenen iforvejen bekendtgjort, at Menigheden skulde tidlig samles i den gamle Kirke. Efter at Psalmen: »Paa Gud alene haver jeg sat min Lid« var afsungen, holdt Hr. Winther en kort Afskedstale, hvori der omtaltes, at Guds Ord i saa mange Mandsminder havde været forkyndt i denne Kirke, og Gud takket for saadan Naade. Derpaa begyndtes Psalmen »O, kjære Sjæl, frygt aldrig meer«, og gik vi syngende den i Procession, først vi to Discipler, jeg og Schell, saa begge Studenterne Lund, saa Rector og Poul Østerøe, Provsten og Præsten og Hr. Wang,

Embedsmændene og endelig Menigheden. Da der var taget Sæde i den nye Kirke, blev først sunget Psalmen: »Jeg vil mig Herren love«. Derpaa blev Indvielsestalen holdt. Efter Indvielsen blev Psalmen: »O, Store Gud, vi love dig«, sungen. Præsten messede Collect og Epistel. Efter Psalmen: »Nu bede vi den Hellig Aand«, prædikede Sognepræsten over Dagens Evangelium. Efter Prædiken afsang man det sædvanlige Svar, derpaa messedes Collecten om Ordet og Velsignelsen, hvorefter Tjenesten endtes med Psalmen: »Hvor deilig skal Guds Kirke staa«.«

Umbyggingin í 1865 broytti Havnar Kirkju so nógv, at Sverri Dahl, landsfornfrøðingur, í bók sínari »Havnar Kirkja« (tveir fyrilestrar, hildnir í Útvarpi Føroya 1965) nevnir hana eina nýggja kirkju. Vit vita ikki út í æsir, hvussu kirkjan, sum bygd var í 1788, hevur sæð út, men einstakar tekningar og fotomyndir benda á, at hon hevur verið átøk teimum gomlu føroysku bygdakirkjunum, sum enn standa uppi. Hon hevur verið at kalla eins stór, sum hon er nú; og tað merkir, at hon hevur rúmað næstan øllum fólkinum í sóknini, sum tá var 600.

Í 1865 fekk kirkjan tað snið og ta útsjónd, hon hevur enn – við tveimum undantøkum. Ovara pulpiturið varð tikið burtur, tá kirkjan fekk nýtt pípuorgul í 1970-árunum. Í 1960-árunum varð bygt upp í eystara enda. Har er skrivstova, skrúðrúm o.a. í neðra. Í erva er fundarhøli til kirkjuráðið o.a.

Manntalið í Tórshavnar sókn var vaksið frá 600 í 1788 til 900 í 1865, men kirkjan varð ikki rúmkað samsvarandi. Hon varð longd eitt sindur eystureftir; tað er tann smali parturin av kórinum, har altarið er. Tornið varð hækkað, niðara hædd til klokkuna, ovara til tornurið. Tað einasta, sum gav fólki meira sitipláss, var eitt pulpituir, sum bygt varð konufólkamegin. Fyrr var tað bert mannfólkamegin.

Vindeyguni í gomlu kirkjuni vóru í tveimum hæddum. Tey fingu í 1865 tað snið, tey hava nú – rundbogað í erva. Kirkjan, sum síðan 1788 hevði verið svørt, varð nú málað hvít. Á syðru síðu var atbygningur við forkirkju. Hann varð tikin niður í 1865 og forkirkja ístaðin gjørd í vestara enda.
Fyrr guldu fólk ávíst gjald fyri stólin í kirkjuni; henda skipan varð avtikin í 1923. Hvør stólur var talmerktur, men í 1942 varð málað út yvir tølini.

Í 1975, tá Vesturkirkjan varð vígd, og árið eftir tá Suðurstreymoy varð býtt sundur í tvey prestagjald – eystara og vestara – varð Havnar kirkja sóknarkirkja fyri eystara býarpart av Havnini við Tróndargøtu, Varðagøtu og Villingardalsvegi sum markaskjali. Til hennara lógu harumframt Argir, Hoyvík, Hvítanes, Norðradalur og Syðradalur. Í 1976 varð kirkja bygd á Argjum og í 2007 í Hoyvík, sum báðar gjørdust sjálvstøðugar sóknarkirkjur.

Í november 1990 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt biskupsdømi og fekk Havnar Kirkja tá støðu sum dómkirkja. Einstakir próstar høvdu fyrr verið havnarprestar, men nú varð sóknarpresturin í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi hereftir eisini dómpróstur.

Og tað kann av sonnum sigast, at er nøkur kirkja í landinum, sum allir føroyingar eru felags um, so er tað Havnar Kirkja.

Havnar Kirkja hátíðarheldur 225 ára dagin komandi sunnudag. Tað verður við gudstænastu, har biskupur, dómpróstur og prestarnir í dómkirkjuni verða til staðar.

Eftir gudstænastuna verður boðið til ein drekkamunn á Hotel Hafnia.