Skriva út

Havi ongantíð sagt: ”Áh, nei. Ikki aftur lestur í dag!”

14.08.2023 Tíðindi
A

Una Hansen hevur verið deknur við Nólsoyar kirkju í samfull 40 ár. - Mær hevur dámt hesa tænastuna sera væl øll hesi árini, og geri tað enn, sigur Una, sum nú hevur fingið tænastumedalju fyri trúgvu tænastu sína.

Orð: Snorri Brend/Myndir: Evy Toftegaard Nielsen, Nólsoy

TÆNASTUMEDALJA: - Her hava tíbetur altíð verið góð fólk at heita á, tá tað ikki lá fyri hjá mær at lesa. Tí hevur tað gingið uttan trupulleikar øll hesi árini, slær hon fast.
Lagt var upp til eina serstaka og minniliga gudstænastu, tá kirkjuklokkan ringdi til gudstænastu í Nólsoy næstseinasta sunnudag, 6. august.

Umframt tað at hetta var 160 ára føðingardagur hjá kirkjuni, og eitt barn skuldi berast til dópin, fekk Una handaða tænastumedalju frá Hennara hátign, Margrethu drotning.

- Tað er sjálvandi stórt, at eg kann fáa ein slíkan heiður. Og eg má siga, at hetta var ein øgiliga góður dagur her úti, greiðir Una Hansen frá.

Tað er longu langt síðani, at hon fekk at vita, at kirkjuráðið hevur innstillað hana til henda heiðurin. Skipanin við tænastumedaljum er soleiðis, at um hesin heiðurin skal veitast einum, er neyðugt at viðkomandi fyrst játtar at taka ímóti honum.

- - - -

Presturin Anne Mette Greve Klemensen festir tænastumedaljuna á vermóður sína, Unu Hansen

- - - -

Og tað gjørdi Una sjálvandi, tá hetta skuldi ordnast.
- Eg segði sjálvandi ja. Okkara tænasta við kirkjuna er jú ólønt, og tí haldi eg, at tað er fínasta slag, at ein slíkur heiður verður latin.

Áhaldni tí tænastuni
Her á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni ber til at lesa hundraðtals samrøður við kvinnur og menn, sum hava valt at gera eina tænastu sum kirkjutænarar í einari av kirkjum okkara.
Tær tørvar ikki at lesa nógv av hesum samrøðum, sum Jústinus Leivsson Eidesgaard hevur gjørt, fyrrenn tú sært, hvussu nógv henda tænastan hevur at týða fyri øll hesi hundraðtals fólkini.

- - - -

Soleiðis sær ein tænastumedalja frá drotningini út

- - - -

Og lesur nú tær meiri nágreiniliga, so sæst týðiliga og greitt, at hetta er ikki nakað, sum tey bara hava tímað at gjørt í eina ávísa tíð, og so var tann uppgávan liðug, og ein síðani kundi fara í holtur við okkurt annað.

Nei, her kann ein bara staðfesta, at trúskapur móti kirkjuni og kirkjunnar harra, er tað sum hevur givið teimum áhaldni. Summi teirra eru stutt síðani byrjaði, meðan onnur hava havt sín gerning í kirkjuni í mong ár, - onkur teirra enntá omanfyri 70 ár.

Una greiðir frá, at hon á vári í 1983 var spurd av verfaðir sínum, Leif Hansen, ið var deknur, um hon vildi átaka sær tænastuna sum deknur við Nólsoyar kirkju. Og hon svaraði hesum fyrispurninginum við játtandi svari.

- Eg havi nú verið deknur í samfull 40 ár. Men ongan sunnudag ella heiligdag havi eg sagt: ”Áh, nei. Ikki aftur lestur í dag!” At vera deknur fall mær heilt natúrligt, tí eg havi altíð gingið í kirkju.

- - - -

Deknarnir báðir við Nólsoyar kirkju, Una Hansen og Evy Toftegaard Nielsen

- - - -

Øgiliga nervøs
Ein várdag í 1983 var støðan hon, at Leif Hansen skuldi burtur í aðra bygd at halda møtir, og spurdi fyrst annan avloysarin og síðani hin, um teir kundi lesa, men júst henda dagin lá ikki fyri hjá hvørgum teirra.

Hvat var nú til ráða at taka? Jú, hann spurdi verdóttur sína, Unu, sum síðani hevur verið deknur og lisið eitt ótal av lestrum.

Soleiðis bar tað til, at hon las sín fyrsta lestur henda morgunin. Men tað var ikki nóg mikið við bert henda eina lesturin.

Tá í tíðini vóru nevniliga tvær gudstænastur hildnar dýrabiðidag í Nólsoyar kirkju, men soleiðis er ikki longur.

- Eg minnist, at eg var øgiliga nervøs, tá eg skuldi lesa. Men eg fann so friðin, og fekk fyrst lisið ein lestur á middegi og síðani aftur ein lestur um kvøldið.

- So eg fekk eina heldur harða byrjan. Men mær hevur dámt at verið í hesi tænastuni líka síðani, greiðir Una brosandi frá.

Árið eftir, í 1984, andaðist verfaðir hennara, og nú vóru boð eftir Unu til eina fasta tænastu sum deknur.

- - - -

Prestar, kirkjutænarar og biskupur – vinstrumegin: Anne Mette Greve Klemensen og Sverri Steinhólm, Suni og Una Hansen, og Jógvan Fríðriksson

- - - -

Lættir lestrar
Tá ein hevur verið í tænastu á sama staði í 40 ár, hevur ein fingið ávísar royndir.

Una Hansen hevur hesi árini lisið ein hóp av lestrum, og hevur havt lætt við at lesa, serliga lestrarnar hjá Jákupi Dahl, prósti.

- Tann fyrsti lesturin, sum eg las í 1983 hevur helst verið ein hjá honum. Lestrarnir hjá Dahl eru lættir at lesa, og eru eisini í hóskandi longd.

- Mær hevur eisini dámað væl lestrarnar hjá Mariu Eide, og teir, sum John Myllhamar hevur skrivað, greiðir hon frá.

- - - -

Nógv fólk vóru komin saman sunnudagin í Nólsoyar kirkju. Her var bæði 160 ára dagur hjá kirkjuni, barnadópur og handan av medalju til deknin

- - - -

Eitt er at skula finna ein góðan, hóskandi og lættlisnan lestur til tær mongu deknagudstænasturnar í einum kirkjuári. Ein onnur uppgáva er hon at velja sálmar.

Men hevur Una verið heppin í mangar mátar, tí hon hevur ikki havt fyri neyðini at hugsa um hvørjar sálmar, ið syngjast skuldi. Hesa uppgávuna hevur maður hennara, Suni, tikið sær av.

Hann man eisini duga væl at velja sálmar, tí hann hevur í roynd og veru verið organistur her í Nólsoy heilt síðani í 1969.

- Men sjálvandi, tá prestur hevur gudstænastu her úti, so er tað hann sum velur sálmarnar, sigur Una Hansen at enda í stutta prátinum.

- - - -

Una, undir liðina á manninum Suna, ið sum organistur hevur eisini verið Nólsoyar kirkju hollur. Hann hevur eisini fingið tænastumedalju frá drotningini

- - - -

Tey bæði eiga nú hvør sína tænastumedalju frá Margretu drotning fyri trúgva tænastu í kirkjuni. Tað man neyvan vera unt øllum hjúnum!

- - -

Lesið meiri um hátíðarligu gudstænastuna í Nólsoyar kirkju á hesi leinkjuni HER: