Skriva út
Havgirda fólk
29.10.2015 Tíðindi
Mong halda, at ódnarveður altíð er ein nátúrligur partur av sjólívinum. Tað er ikki ofta, at vit hoyra sjófólk siga, at tey eru bangin, men fleiri siga frá, at tey onkuntíð væntaðu, at nú sukku tey. Øll vilja vera bjargað. Og sjálvt á landi kann lívið vera sum eitt uppøst hav, har vit eru um at søkka av mótgangi, sorg og sjúku og einum óhappi fyri og øðrum eftir
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Komandi sunnudag – 1. november – er allahalgannadagur. Henda dag minnast vit teir av landsmonnum okkara, sum fórust úti á havinum. Havið og vit føroyingar eru óloysiliga knýtt saman, tí úr havinum kemur tað, sum skapar grundarlagið undir lívskorum okkara her á landi.
Bønin fyri sjófólki okkara verður ikki gloymd – ið hvussu er ikki av teimum, sum hava sínar úti á sjónum. Tí eru so nógvir av songum okkara um havið, um hetta sama hav, sum hevur givið okkum so nógv, men sum eisini hevur tikið so nógv frá okkum. Í sanginum »Fjallprúða heim« sigur skaldið Rasmus Effersøe føroyingar vera »eitt havgirt fólk« og tekur soleiðis til:
Ríkt er títt hav,
gevur tær treysti og megi,
veldur tær sorgir og gleði;
fongríka hav!
Annars hevur allahalgannadagur sum minningardagur teirra deyðu verið hildin næstan líka leingi sum tann kristna kirkjan hevur verið til. Tá varð skipað soleiðis fyri, at eitt minningarhald varð hildið ársdagin deyða hins deyða úti á grøvini.
Men sum so mangt annað í kirkju okkara, hevur 1. november sum allahalgannadagur røtur aftur til Karlamagnus kong í Fraklandi, sum henda dag varð krýndur í Rómaborg av sjálvum pávanum ár 800. Tá vóru eisini ásettir tekstirnir til dagin, og sum enn eru úr gamla tekstaraðnum: Lesturin við altarið er úr Opinberingabókini og evangeliiteksturin úr Matteusarevangeliinum.
Luther tók av dagin, tí hann skuldi vera ein katólsk leivd. Men hetta lukkaðist ikki meira enn væl, tí dagurin livdi framvegis í huganum á fólki, har tey vildu minnast øll teirra, ið farin vóru. Men sum halgidagur var hann burtur. Í Norðurlondum hendi so tað, at allahalgannasunnudagur varð fluttur til fyrsta sunnudag eftir 1. november, og her er hann so enn, komin í staðin fyri ein av sunnudøgunum eftir tríeindardag.
Sum nevnt hevur allahalgannadagur í Føroyum sín serstaka dám sum minningardagur teirra sjólátnu. Kanska einasta land, har fólkið kennir navnið á 1. november sum allahalgannadegi á sama hátt, sum tað veit, nær jóladagur er.
Undir seinna heimsbardaga varð valdur ein dagur at minnast teir sjólátnu. Minningargudstænasta varð hildin í Havnar Kirkju nýggjárskvøld 1942; men óhóskandi hildu mong tað vera, henda dag at biðja farna árinum farvæl og bjóða tí nýggja vælkomið við flagginunum á hálvari stong. Løgtingið avgjørdi, at minningardagurin longu árið eftir (1943) skuldi vera miðføstusunnudag.
Í 1949 broytti Løgtingið aftur avgerðina, og nú varð allahalgannadagur, 1. november, kosin sum minningardagur fyri sjólátnar føroyskar sjómenn. Og soleiðis hevur verið síðan.
Langtanin á sjónarheyggi
Hittir tú í dag eldri fólk, sum minnast tíðina undir seinna heimsbardaga og árini eftir, tá fyrstu skipini – sluppir, skonnartir og trolarar – fóru avstað til fiskiskap ella til Íslands eftir last at føra niður á bretska marknaðin, vórðu fløggini vundin í hún hjá øllum, ið áttu eina flaggstong. Úr næstan hvørjari bygd vóru menn til skips, og øll komu tá í tíðini meira hvørjum øðrum við.
Hava vit várfiskiskapin á Suðurlandinum í huga, so komu fyrstu skipini aftur um krossmessuleitið ella fyrst í mai mánaði. Og tá fóru bæði ung og gomul á sjónarheyg at vita, um nakað skip sást. Kanska einamest á teim støðum, har skip høvdu heimstað; tað veri seg í Klaksvík, á Skálafjørðinum, í Vágum, Vestmanna, Havn ella í Suðuroy.
So skjótt eitt skip sást koma undan, kom róp í: »Skip, skip!« Tá hópaðust børnini saman, og teir gomlu menninir komu út í tún. Onkur átti ein kikara, og so stóðu øll spent og bíðaðu í tøgn eftir, hvat hann fór at siga.
Tað fyrsta, sum hugt varð eftir, var í grundini ikki eftir, hvat skip tað var, sum nú nærkaðist landi, men um flaggið var í fullari stong. Tá hann við kikaranum hevði sæð hetta, so varð prátað av nýggjum. Har var látur og gott lag. Og børnini spurdu hvønn annan: »Er hetta skipið, sum pápi, beiggi ella abbi er við?«
Men so hendi tað við hvørt, at tann gamli tók kikaran frá eyganum og segði lágmæltur: »Flaggið er á hálvari stong.«
Tá tagnaði alt prát og allur látur. Børnini fóru stillisliga til hús. Alt arbeiði varð lagt til síðis. Ótti og sorg seig saman um bygdirnar. Hvør var tað, sum ikki kom aftur? Var tað ein ella vóru tað fleiri? Tá so skipið kom longri inn á fjørðin, fóru fløggini aftur á hvørja stong, hesa ferð á hálvari.
Øll vóru felags í sorgini. Øll høvdu samkenslu við teimum, sum mist høvdu. Hesi vóru korini.
Við hvørt varð bíðað eftir einum skipi, men tað spurdist ongantíð aftur. Skipið var farið og alt mannskapið við. Hetta hevur fólk okkara so mangan upplivað. Í 1920 fórust við allari manningini klaksvíkssluppin »Kristina« og tvøroyrarsluppin »Helena«, í 1923 tvøroyrarsluppin »General Gordon« og í 1924 toftasluppin »Anna«. Í 1930 fórust fleiri mans av klaksvíks- skonnartini »Ernestinu« í Íslandi. Í 1932 fórust vágssluppirnar »Laura« og »Immanuel«, í 1934 havnarsluppin »Nólsoy« og vestmannasluppin »Neptun«, í 1938 klaksvíksskonnartin »Fossanes« og so ikki um at tala øll skipini, sum fórust undir seinna heimsbardaga 1940-45. Í 1951 fórst »Alvi« av Sandi. Á heysti 1957 spurdist havnartrolarin »Stella Argus« ikki aftur. Tíggju ár seinni fórust fleiri mans í bjargingarbáti av línubátinum »Nólsoyar Páll« úr Havn. Og soleiðis kundu vit hildið fram, bæði tá einstakir menn ella heilar manningar fórust. »Ilt er at byggja borð fyri báru«, sigur orðatakið. Tó at før okkara eru smíðað úr góðum tilfari, útgjørd við øllum nýggjum og framkomnum siglingartólum og trygdin umborð annars er nøktandi, so henda kortini ólukkur. Men ikki í so stóran mun sum fyrr, tá tað at kalla á hvørjum ári hendu stórar ólukkur.
Aðrar ferðir vóru tað bátar, sum fóru til útróðrar ella gjørdu skjútsferðir. Ódnarveður brast á. Heima sótu konur, mammur, ommur, systkin og børn, og annars tey, sum varðaðu av, við bangnum hjarta – bíðaðu og vónaðu, til øll vón var úti.
Bygdir sum Gjógv, Skarð og Hestur vóru fyri svárum missi seinastu tíggju ára skeiðini í 1800- og fyrstu í 1900-árunum, tá bátar við fleiri monnum gingu burtur.
Lyftini og vónin
Fyri tey avvarðandi kendist tað sum sólin søkk niður, tá boðini komu, at nú var hann ella hon ikki meira millum teirra livandi. Myrkrið seig seg niður yvir tilveruna alla. Eingin skilir við viti sínum, hví hetta nú skuldi vera so.
Men lov og tøkk fái Drottin, at myrkrið fekk ikki valdið einsamalt. Mitt í sorg okkara skal lovsongurin ikki tagna av varrum okkara, tí bæði yvir teimum, sum fóru, og yvir okkum, sum fingu loyvi at liva nakað aftrat, hevur Gud birt ljós við Jesu uppreisn, tí í uppreisnini vann Jesus sigur á deyðanum. Av tí at Jesus visti, at Gud vildi reisa hann uppaftur úr grøvini triðja dagin, kundi hann siga: »Tann, sum trýr á meg skal liva, um hann so doyr.«
Orð eru fátæk, tá vit royna at ugga har, sum sorgin rakti so meint. Men Gud hevur ongantíð lovað okkum ævinleika her og ikki heldur lovað okkum øllum at liva eitt langt lív, men hann hevur lovað okkum, at hann skal vera við okkum allar dagar – alt til veraldar enda.
Í gudstrúgv okkara kunnu vit tí líta longri fram – út um deyðan, sum ikki longur skal vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pína skal longur vera til, tí at hitt fyrra er farið (Opinb. 21,4). Hitt nýggja og fullkomna er komið í staðin fyri tað, sum farið er, og har Gud er vorðin alt í øllum.
Men enn liva vit í einum heimi, har bæði deyði og sorg eru at finna. Kring landið eru reistir varðar til minnis um teir sjómenn, ið fórust, men eisini til minnis um teir, sum fullu í bjørgunum ella tey, sum doyðu av vanlukku. Nøvnini á talvunum kring minnisvarðarnar eru í sjálvum sær ein tala fyri okkum. Hetta er ein tala um henda heim, har vónir fara í sor og sorgin kann leggja seg so nívandi á mannasinnið. Men samstundis er hetta eisini ein tala, ið birtir hina kristnu vónina, at ljós er fyri stavn, tí at Jesus hevur vunnið sigur fyri okkum.
Ein dagin skulu øll, sum livdu og doyðu í trúnni á Jesus Kristus, savnast aftur í Himlinum. Tí kunnu vit við fullum rætti biðja við yrkjaranum (Bernt Støylen), tá hann sigur:
Gud! gev okkum øllum tað landið at ná,
har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá,
tá hirðin sítt fylgi
úr mold og úr bylgju
skal savna, har sorgin um ævir er av,
tí deyður er deyðin, og horvið er hav.
Onnur tíðindi