Skriva út

Hátíðardámur í Sørvági

28.01.2016 Tíðindi
Hátíðardámur í Sørvági

Fjórða sunnudag í advent – hin 20. desember 2015 – varð kirkjuhúsið vígt. Fjøld av fólki var til gudstænastuna, og eftir halgan fund fingu vit ein góðan kaffimunn í nýggja og stásiliga húsinum, har øll vórðu boðin vælkomin.

Dómprósturin prædikaði yvir dagsins tekst, og biskupur helt vígslutaluna. Ein góður andi hvíldi yvir øllum. Ljómliðið í Sørvági setti dám á løtuna við horntónleiki, og tað var unniligt í halgidóminum.

Tríggjar ungar gentur/kvinnur sungu so avbera vakurt undir gudstænastuni. Gleðiligt er tað, at tey ungu nýta evni síni eisini innan kirkjugátt. Minnist meg rætt, vóru tær abbadøtur Torkil Haraldsen, ið er kirkjuráðsformaður í Sørvági. Rógvi Johannesen spældi guitar til sang teirra, og tað var vakurt at líða á.

Ein sangur varð yrktur til høvið. Deknurin Ingunn Joensen fagnaði degnum og kirkjuhúsinum við einum sálmi, ið varð sungin undir gudstænastuni.

Hesin stutti lesturin er ein kvøða til kirkjuráðið og fólkið í Sørvági. Væl er arbeitt, ja sera væl, um hugsað verður um tunga gongd niðan brekkuna. Á sjómannamáli vildi verið sagt, at kirkjuliðið hevur havt tungan andróður við atliti at byggiætlanini. Tey fornu virðini í lendinum eru ein avbjóðing. Vit – myndugleikarnir – í Havnini hava verið eins og ein íða í ringum sjógvi at komið framvið ella ígjøgnum.

Nú er so komið eitt stórt stig fram á leið, og lønin fyri trúfasta tænastu er eyðsýnd. Tað loysti seg at halda tørn og standa við róður, hóast torført var at sigla.

Hjartaliga til lukku og Guðs ríku signing við kirkjuhúsinum.

Orð:      JF
Myndir: DC

Sí fleiri myndir: