Skriva út
Hátíðardámur í Øravík
30.11.2016 Tíðindi
Sunnudagin hin 27. november 2016 var frálíkt vetrarveður. Luftin var ljós og klár. Fyrsti sunnudagur í advent bjóðaði kirkjuárinum vælkomin. Bygdin var skrýdd í fagrasta skrúð við Merkinum í húnar hátt, nú Bønhúsið rundaði hálva øld.
Komu til bygdina í góðari tíð og kendu við tað sama, at Bønhúsið í Øravík er í góðum hondum. Kærleikin til gudshúsið er eyðsýndur, og húsið er savningarstaður hjá bygdarfólkinum. Guðs orð gerandis og heilagt og við givin høvi. Ein sosialur karmur, ið øll hava tokka til. Ein nevnd stjórnar húsinum saman við trúføstum tænarum.
Bønhúsið í Øravík er ogn hjá bygdarfólkinum og reist teimum sum staðbundin halgidómur. Tó,var tað áhugavert at hoyra, at kirkjuliðið í Øravík er ein eyðsýndur partur av kirkjuliðinum á Tvøroyri, og at ørvingar kenna seg heima í kirkjuni á Tvøroyri.
Tað hevur alstóran týdning fyri eina bygd, at fólkið eigur innivist í einum halgidómi. Alt gott um at ferðast í aðra bygdir, men fyrimunurin at savnast í eini lítlari bygd samansjóðar fólkið á staðnum, ikki minst í farnari tíð, tá ið bilur ikki var í hvørjum húsi.
Serliga fangaði frásøgnin um sunnudagsskúlan í Øravík avstaðsfólkið. Tað er eitt gott og gagnligt arbeiði, at læra børnini Guðs orð og orðið um Jesus. Sjálvt um hetta á ein hátt er søga, tí barnatalið í Øravík er lágt, so er hetta gott hjá trúnni at hoyra. Og hvør veit, um framtíðin ikki letur børn fjølgast í Øravík.
Gudstænastan var heit og fjálg, og húsið var fullsett. Dómprósturin tók formessuna, biskupur prædikaði, sóknarpresturin segði søguna hjá húsinum og hvalbiarprestur lýsti signingina.
Sangkórið Ljómur setti ein serligan dám á gudstænastuna. Altíð kveikjandi at hoyra Ljóm syngja. Hugnalig og jalig fólk, sum við góðum sálmasangi lyfta gudstænastuna og mentanarlívið í oynni upp á eitt virðiligt støði.
Andin skal hava føði, og tað var ikki sørt, at vit vórðu mettað. Tað var prikkurin yvir øllum væleydnaðum, at øll bygdin og allir gestirnir vórðu boðin til døgurða á Miðnámsskúlanum í Hovi. Frágera góður matur, hugnalig samvera og lívgandi talur.
Havi leitað, um ikki okkurt kravdi ábøtur. Vit ljóða klókari, um vit ikki lata ov væl at. Nei, einki neiligt var at finna. Niðurstøðan er klár sum tann klári dagurin: Ein væleydnaður og fullkomin dagur!
Kirkjuligu myndugleikarnir í høvuðsstaðnum veita fólkinum í Øravík eina hjartans tøkk.
JF
Onnur tíðindi