Skriva út

HÁTÍÐARDAGUR Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI 1. SUNNUDAG Í ADVENT

28.11.2019 Tíðindi
28.11.19.jpg

Tað var 1. s. í advent í 1994 at Hans Jacob Joensen biskupur vígdi Fríðrikskirkjuna. Hetta hátíðarheldur kirkjuliðið komandi sunnudag.

Kl. 11.00 verður hátíðargudstænasta. Martin R. Jacobsen, Jónsvein Bech og Ovi Brim luttaka. Kirkjukórið syngur. Aftaná gudstænasta eru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum.

Kl. 18.00 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni. Kirkjukórið, VOX, The Gadders, Taborkórið og Martin og Tóri R. Jacobsen luttaka.

Aftaná eru øll vælkomin til drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Vælkomin øll!