Skriva út

Hátíðardagur í Árnafirði

15.10.2012 Tíðindi
Hátíðardagur í Árnafirði

1.
Sunnudagin 7. oktober var hátíðardagur í Árnafjarðar kirkju. Kirkjan helt 75 ára vígsludag. Hanus á Gørðum, sóknarprestur, hevði altartænastu, Uni Næs, dómpróstur, prædikaði, Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, sum er ættaður úr Árnafirði, greiddi frá um kirkjuna og Magnus B.Jørgensen, sóknarprestur, stóð fyri altargongdini saman við fyrrverandi sóknarprestinum í prestagjaldinum Niels P. Danielsen. Elsa Funding, sóknarprestur, var eisini við til hátíðargudstænastuna.

Henda sama dag var eisini prýðiligur messuakul, sum Paulina Eliassen, hevði gjørt til dagin tikin í brúk. Eftir at dómprósturin hevði vígt messuakulin til tænastubrúk í kirkjuni, segði Magnus B.Jørgensen hesi orð um messuakulin:

“Messuakulin er tilevnaður úr ull og patchwork. Framman við fýra krossum, sum ímyndar gleðiboðskapin í allar ættir og til allar tjóðir. Krossur er á bakinum. Litirnir eru samsvarandi altartalvuna.

Messuakulin er reyður. Í trinitatistíðini er liturin annars grønur. Men traditión er her í Árnafirði at allir messuaklar eru reyðir.

Vit taka messuakulin í brúk við hesum orðum úr Efesusbrævinum kap. 6, 10-14:
v10 Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! v11 Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins. v12 tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. v13 Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið.

Amen.

2.
Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, segði hesi orð á kórsgáttini um Árnafjarðar kirkju:

Tað eru liðin 75 ár síðani Árnafjarðar kirkja varð vígd. Dagurin var hin 10. oktober 1937.

Árnafjørður er eftir øllum sólarmerkjum gomul bygd. Hon verður nevnd í “Hundabrævinum” frá 14. øld og í søgnini um floksmennirnar. Navn sítt hevur hon ivaleyst eftir landnámsmanni sínum, Árna.

Ábendingar eru um, at bønhús hevur verið í bygdini fyrr í tíðini, harav staðarnøvnini “Bønhúsmørk” og “Bønhúsáin”. Lestur hevur verið lisin í ára tíggjur hjá Útistovubóndanum. Størsta roykstovan í Árnafirði var í Útistovu. Og man tað ikki hava verið so, at eftir lestur, varð Kingobókin løgd upp á bitan og ringur sligin á roykstovugólvinum, har ein vísa varð kvøðin fyri aftur at fáa hita í kroppin?

Tá skúlin varð bygdur í 1904 varð lestur lisin í skúlanum. Árnfirðingar nýttu tó sóknarkirkju sína í Klaksvík í sambandi við dóp, kornfirmatión, brúðarvígslu og jarðarferð. Og gingið varð um Áarskarð í øllum veðri.

Tað var eitt satt frambrot, tá bygdarfólkið setti sær fyri, fyrst í tríatiárunum, at fara undir at byggja eina kirkju á staðnum. Samanhaldið var gott í bygdini, øll hjálptu til á ein ella annan hátt, og arbeiði gekk bæði skjótt og væl. Tað var Óla Hans Biskopstø, ið stóð fyri arbeiðinum. Kirkjan var longu liðug í 1936, men varð vígd árið eftir.

Vígsludagurin upprann við dýrdarveðrið. Smiril fór av Havnini við ferðafólki. Á veg norður legði hann inn á Borðoyarvík, har fleiri ferðandi komu umborð, og stevndi síðani inn á Árnafjarðar vík, har gestirnir vóru fluttir til lands við árabátum og øll bygdin flaggskrýdd.

Longu fýra ár eftir, at kirkjan varð vígd av próst Dahl og tikin í brúk, fekk hon í november mánaði 1941 stóran skaða. Hann var landsynningur í ættini. Tvær minur komu rekandi inn eftir víkini. Onnur endaði yviri við “Starastein”, og hin kom við briminum líka niðan í “Stórá” og brast í myrkrinum. Øll vindeyguni í kirkjuni fóru av brestinum, bæði í niðaru og ovara síðu. Eitt stórt rekatræ kom fúkandi gjøgnum luftina og varð kroyst niður millum tvær sperrur og gjørdi stóran skaða. Stólar fóru, men altarið sjálvt fekk ongan skaða, heldur ikki vakra altartalvan, ið Waagstein málaði.

Summarið eftir varð farið undir at umvæla kirkjuna. Og í sambandi við fimmti ára dagin hjá kirkjuni í 1987 fekk hon eitt nú nýggjar litir innan, ið samsvara við litirnar í sjálvari altartalvuni.

Skaldið, Hans Andrias Djurhuus, tekur til í yrking síni: “Kirkjan á tanganum”:

Har stóð hon gjøgnum árini í silvitni og ódn,
og bygdarfólkið – stór og smá- tey eru hennar børn.
Hvønn halgidag tá hoyra tey tað ringja.
Tey gomlu koma raggandi-tey ungu koma fim,
so hoyrist gjøgnum summarlogn og gjøgnum vetrarbrim,
hvussu bygdarfólk í takksemi syngja.

Hon skyggir hvít í skýming-og gylt við sólarlag.
Teir hyggja eftir henni, tá farið er av stað
í stilli og skiftandi byri.

Kirkjan var fyrsta og seinasta húsið í bygdini, sum barst einum í og úr eygsjón, tá báturin rundaði “Mjóan”. Her sótu forfedrar okkara sunnu- og halgidagar, lótu møðina renna, fingu nýggja styrki og sálarbót. Vit síggja tey fyri okkum í huganum og hoyra røddir teirra. Her vóru vit sjálv borin at skírnarfunti og lærd at koma frá tí at vit dugdu at stetla.

Bygdarinnar halgidómur er karmur um trúarlív árnfirðinga, lestur, gudstænastu, dóp, altarborð, brúðarvígslu og jarðarferð. Her er rúm fyri kvirruni, sálmasonginum, gleðini og sorgini. Ja, alt, ið fer fram her, er ein varandi kelda til lívsmót og lívsgleði.

Tað eru nú liðin 75 ár síðani kirkjan varð vígd og tikin í nýtslu. Vit ynskja hvør øðrum tillukku við bygdarkirkju okkara.


3.
Eftir gudstænastuna varð skipað fyri almennum borðhaldi, døgurða, í Bygdahúsinum, har nógv fólk vóru komin saman. Sera hugnalig løta við talum og sangi og góðum blíðskapi.
Tillukku við hátíðardegnum og Guð signi kirkjuna og fólkið, har býr.

------------------------------------

Sí myndir