Skriva út
Hátíð í Porkeri
10.10.2012 Tíðindi
Vit, ið vóru í Porkeris kirkju sunnudagin 7. oktober í ár kl. 16, fara at minnast gudstænastuna og dagin alla ta tíð, ið heilsan loyvir.
Kirkjan í Porkeri hevði 165 ára føðingardag. Nógv var gjørt burturúr, og alt fólkið var boðið til eina góða máltíð í Missiónshúsinum eftir gudstænastuna.
Nú kann altíð metast um, nær vit skulu hátíðarhalda ein kirkjuligan føðingardag. Rundar ella hálvrundar dagar, ella hvørja fjórðings øld?
Biskupur er tó sannførdur um, at júst hesar løturnar við fagnaði og samveru skapa ein jaligan dám millum fólkið. Tað er trivnaðinum í kirkjuliðinum at gagni, at vit duga at vera saman bæði í gleði og álvara. Tær álvarsomu og krevjandi løturnar koma av sær sjálvum, ofta óbodnar. Tær góðu løturnar mega vit sjálvi skapa í felag. Hugsa vit um trivnað og vælveru, so kemur einki av sær sjálvum.
Løtan í kirkjuni var tignarlig. Sóknarpresturin prædikaði, og Streingjakórið í Porkeri sang tveir sangir. Vakur og yndisligur sangur og ein staðfesting av, at Kirkjan og Missiónshúsið samvinna í somu felags søk, at bera evangeliið um Jesus út til bygdafólkið í sangi, talu og samveru.
Undir gudstænastuni handaði biskupur Jógvani Midjord urguleikara “fortjenstmedaljen” i silvuri, sum Hennara Hátign Drotningin hevur latið Jógvani fyri tænastuna sum urguleikari í 45 ár í Porkeris kirkju.
Jógvan Midjord byrjaði sum urguleikari um fermingaraldur. Hesa tænastu hevur hann røkt trúliga. Tey fyrstu árini saman við øðrum og nú tey seinru árini einsamallur.
Jógvan er giftur við Eyðbjørg Gaard Midjord, ið vit kenna bæði frá Tvøroyrar kirkju og Próstadømisráðnum. Tey búgva á Tvøroyri, og Jógvan røkir framvegis tænastuna sum urguleikari í heimbygdini. Sigast skal, at løtan í Missiónshúsinum staðfesti, at fólkið fagnaði honum stórliga fyri tænastuna.
Kirkjuráðið í Porkeri dugdi væl at leggja dagin til rættis og hátíðarhalda og fagna trimum: føðingardag kirkjunnar, urguleikaranum og dekninum.
Í Missiónshúsinum fekk Magnus Hansen, ið hevur verið deknur í Porkeri í 25 ár eina vakra heilsu og góð orð fyri tænastuna. Bæði Magnus og Jógvan fingu eina fitta gávu sum tøkk.
Gávan var eitt ur. Í stilla sinni mínum vitjaði hugsanin. Myndatalan er greið. Tíðin rennur, árini fara, men gott er tað, at tíðin eisini verður nýtt í Harrans tænastu.
Takki kirkjuráðnum fyri møguleikan at vera við til hátíðardagin, og formaðurin, skiparin Zacharias Bech, hevði sett væl út í kortið saman við manningini í kirkjuráðnum og ónevndu tænarum kirkjunnar.
Nú eg siti við skriviborðið í høvuðsstaðnum gleðist eg stórliga. Tað snýr seg ikki einans um tøl og pappír. Vit eiga ein halgidóm bygdan av livandi steinum. Vit eiga ein upprisnan Harra og frelsara, Jesus, ið doyði og livir vára vegna. Tænastan er ein gudstænasta.
Orð: JF
Myndir: Mannbjørn Olsen.
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi