Skriva út

Har sum gripur tín er: Tollakur biskupur halgi í søgn og í søgu

19.12.2012 Tíðindi
Har sum gripur tín er ...

Tollakur biskupur halgi í søgn og í søgu

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Advent. Sankta Luciu-dagur. Tollaksmessa – Lítli Jólaaftan. Ein vónarinnar tíð. Men – so segði maðurin – »nú var henda gleðin úti«, tá hann bant sær tveingirnar út í æsirnar á húðarskónum og skuldi til gongu í grannabygdina, har brúdleyp var. Hann hevði glett seg til dagin, men nú var dagurin har. Hvat hendi so meira?

»Forventningens glæde er altid størst«, sigur orðatakið. Adventin er ein herlig tíð. Í henni liva vit í vónini og gleðini um tað, ið koma skal. Jólini – hátíðina miklu, vit minnast føðing heimsins frelsara. Her loðar mikil stákan og umhugsan uppi við hesum døgunum fram undir jól.

Viðraði í adventini, minnist meg úr heimbygdini Hesti, at róð varð dúgliga út hesar dagarnar. Vóru líkindini ikki so góð, varð dyrgt fram við landi. Tí seiður var heldur ikki at forsmáa. Tað ráddi um at hava nakrar greipur hangandi á trænum til jóla, tí siður var jólaaftan at kóka ræstan fisk til døgverða – tosk ella seið – og hava tálgarsperðil afturvið, skorin í dálar og snerktur á pannu.

Men fyri meg var tollaksmessudagur – 23. desember – tann dagur, ið rein mest við sinnið. Eitt var tann so mangan sagda sorgarsøgan um skarðsbátin, sum gekk burtur henda dagin – ein ólukka, sum legði bygdina Skarð í oyði – annað var søgan um Tollak biskup heilaga, tí í grannabygdini handan fjørðin – í Kirkjubø – vóru halgigripir eftir hann goymdir í einum skápi í Múrinum har; og tað var ein spennandi, hugtakandi søga. Og eitt aftrat, tollaksmessudag hevði Jóan Christian Poulsen í Hesti føðingardag. Hann var rithøvundur og skald. Skrivaði Hests søgu, bók um orðtøk og máliskur, yrkti og umsetti sálmar. Og ikki so sjáldan sást navn hansara undir greinum í Kirkjutíðindum; viðhvørt nýtti hann dulnevnið Herbein, ið sigst vera gamalt mansnavn í bygdini.

Men nú til søguna um halgigripirnar, sum goymdir eru í Kirkjubømúrinum, og mannin tann, ið tollaksmessudagur hevur navn eftir.

Í 1817 greiðir danski presturin Hans Chr. Lyngbye »Commissionen for Oldsager« í Keypmannahavn frá dómkirkjumúrinum í Kirkjubø. Lyngbye var tá í Føroyum og kannaði tara- og plantuvøkstur, men gjørdi samstundis aðrar rannsóknir, skrivaði upp kvæði, gamlar søgur o.s.fr.

Um nevnda halgiskáp í eystara múrgalvi greiðir Lyngbye frá, at tey gomlu hildu stóran skatt vera goymdan har. Hann sigur loksteinin her vera tað mest merkisverda í múrinum; hann er o.u. 3 alin í hædd frá undirlendinum, so ein má fara upp í stiga fyri at skoða hann. Steinurin er 3 korter breiður og eitt sindur hægri. Á honum er myndaður Kristus á krossinum við tveimum kvinnum hvørjumegin, Maria og Magdalena. Í hvørjum horni í erva eru tveir kerúbar.

At roynt hevði verið at bróta inn í skápið at fáa fatur á skattinum, sigur Lyngbye vera skilligt, tí í niðara vinstra horni á loksteininum er stykki brotið burturúr. Og sagt varð, at ein maður mong ár frammanundan hevði roynt at loysa loksteinin frá. Eina nátt byrjaði hann so »at hugge og hamre paa Stenen«; men maðurin noyddist at hava stiga fyri at røkka upp til skápið, og meðan hann er í holt við at opna tað, dettur stigin undan honum; maðurin breyt beinið og meiðslaðist á annan hátt. Fólk roknaðu hetta sum revsing fyri at gera seg inn á halgigripirnar.

Á loksteinskantin er á latíni skrivað:

RVM: RELIQVIARVM: DE: LIGNO: DOMINI
HEC: EST: HABITACIO: HARVN: S.C.A.
DE: HOSTIO: ECCE: I: VIRGO: MARIA: S.
— — — OSSA: B.I: MAGNI: MR
— — — DE: TVMVLO S TI ÞORLACI

Í føroyskari týðing: Í hesari goymslu eru halgigripir frá krossi Harrans, frá offurlambinum; sí her hina heilagu Mariu moy ... og bein Magnusar pínslarváts sála ... úr grøv Tollaks halga.

Tann á steininum nevndi Magnus pínslarváttur, er Magnus jallur í Orknoyum; tað halgimenni, ið bæði ætlaða dómkirkjan í Kirkjubø og dómkirkjan í Kirkwall í Orknoyum høvdu navn eftir. (Í Kirkjubø: Magnusarkirkjan, í Kirkwall: St. Magnus Cathedral).

Tollakur halgi var biskupur í Skálholti í Íslandi. Var tollaksmessudagur hin hugnaligi lítli jólaaftan við nógvari stákan aftur við útvarpsjólaheilsanum frá føroyingum í útlondum, so loðaði tó eitthvørt ófrættakent uppi við sjálvum tollaksnavninum og halgiskápinum handan fjørð (Hestsfjørð). Tí gomul søgn var, at varð halgiskápið í Múrinum í Kirkjubø latið upp, skuldu tveir mans í sóknini doyggja.

Í 1905 skipaði Kofoed-Jensen arkitektur frá danska tjóðminnissavninum fyri, at skápið varð latið upp og gripir tess kannaðir. Hestur hoyrdi tá til Kirkjubøar sókn, og sama summarið fullu tveir mans í bjørgunum í Hesti, feðgarnir Zacharias og Oluf norðan fyri Garð. Sig so tað.

Ein vællærdur kirkjumaður

Í Kirkjutíðindum hevur Jákup Joensen, varabiskupur, fródliga grein um Tollak biskup halga. Og ikki minni fródliga frásøgn hevur Axel Tórgarð, prestur, í seinnu útgávu av bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum«. Hann æt Þorlákr Þórhallsson. Navnið er sett saman av Þor – av Þórr, Tórur, og -lákr av leikr, stríð.

Eitt halgimenni verður eisini nevnt »dýrlingur«, men um teir dýrgripir, sum goymdir eru eftir Tollak í Kirkjubømúrinum verður einki sagt, hvørjir teir eru – tað er dottið burtur. Har stendur bert »de tumulo sancte Þorlaci« (úr grøv Tollaks halga).

Tollaksmessa – 23. desember – hevur verið hildin í Føroyum og í Íslandi. Merkisvert er, at hann ikki er taldur við í nýggjum bókmentum um halgimenni í Norðurlondum. Orsøkin er helst, at Tollakur ongantíð varð viðurkendur sum halgimenni, tað er at siga: ikki kanoniseraður av pávanum ella katólsku kirkjuni; men í Íslandi verður hann mettur sum mætasta halgimenni landsins.

Tollakur Tórhalsson var borin í heim í 1133 á garðinum Líðarenda – sama garði, sum tann í íslendingasøgum gitni Gunnar búði. Foreldrini vóru fátæk og máttu fara av garðinum. Móðirin Halla flutti saman við soninum Tollaki til bygdina Odda. Har var tann lærdi Eyðmundur Sæmundarson prestur, og frá honum fekk Tollakur fyrstu undirvísing sína. Ikki tjúgu ára gamal varð hann prestvígdur í 1152 av Bjørn biskupi á Hólum.

Tollakur er helst farin í tænastu hjá einum av høvdingunum á Suðurlandinum, inntil tað eydnaðist honum at fáa so mikið av peningi, at hann kundi fara uttanlands.
 
Fimm ár seinni fer Tollakur til Paris, og líkt er til, at hesin íslendski klerkurin her hevur ognað sær ta gregoriansku hugsjónina um, at kirkjuliga valdið ber av tí verðsliga, og at kirkjan eigur at ráða yvir statinum. Eftir dvøl í Paris – eftir øllum at døma í nøkur ár – fer Tollakur til Lincoln í Onglandi. Her er hann í seks ár, og kemur so aftur til Íslands, ríkur av lærdómi.

Men lítið átti Tollakur av tí ríkidømi, sum mølur og rustur kunnu forkoma. Vinir og frændur hansara hildu, at hetta fór at beina fyri møguleikum hansara at koma sær fram, sum hann eftir evnum og lærdómi hevði uppiborið. Teir vildu tí hava hann væl giftan. Á garðinum Háur í Þjórsárdali búði heiðurlig og rík einkja. Tollakur og frændur hildu, at tað kanska var ómakin vert at royna eydnuna har. Teir avstað og verða væl fagnaðir av einkjuni, men náttina fyri sum Tollakur skuldi bera fram bønarorð, varð boðað honum í dreymi, at honum varð ætlað ein onnur og ediligari brúður. Hana skuldi hann festa og onga aðra. Tollaki varð beinanvegin greitt, hvør henda brúður var – Kristus og kirkjan. Ongantíð aftur fór hann at biðja sær konu.

Tollakur fekk sær tilhald í Kirkjubæ. Har búði tá presturin Bjarnheðin Sigurðsson, vísur, vinsælur og lærdur maður. Hjá honum búði Tollakur í seks ár.

Nakað vestan fyri Kirkjubæ – ein dag at ferðast – er garðurin Þykkvibær. Har búði Þorkell Geirsson, ein vitugur og ríkur maður. Hann var nú gamal og átti ongar arvingar. Nakað av ognum sínum gav hann skyldfólki, sum vóru langt burtur í ætt við hann, men tann størsta partin skuldi Kristus og hansara menn arva. Tað er at siga, at hann gav ognirnar til at grunda eitt klostur fyri. Hann heitti á Tollak Tórhalsson um at búseta seg har og skipa fyri, at hetta klostur varð bygt.

Bjarnheðin prestur vildi ikki seta seg ímóti hesum, tó at tað var honum tungt at skiljast frá Tollaki. Hann var 35 ára gamal, tá hann settist niður í Þykkvibær og tók við leiðsluni av nýggja klostrinum, ið hoyrdi til Augustinar skipanina. Eftir reglunum skuldi ein prior stýra klostrinum, men biskupurin í biskupsdøminum var tann rætti abbatin og fyristøðumaðurin.

Tollakur tók nú við kannikvígslu og gjørdist prior í klostrinum, men av tí at Þykkvibær var so langt frá biskupssætinum í Skálholti, gjørdi biskupurin av at víga Tollak til abbata. Men annars hevði biskupurin longu í 1174 valt Tollak til eftirmann sín og sett hann til at standa fyri umsitingini av ognum biskupssetursins. Tá ið biskupurin doyði tvey ár seinni, kundi Tollakur fara til Noregs at verða vígdur til biskup í Skálholti.

Íslands kirkja var tá undir erkibiskupinum í Niðarósa, og tá var Eyðstein Erlingsson í tí embætinum.

Komin til Noregs verður Tollakur væl fagnaður av Eysteini, sum sjálvur var av íslendskari ætt; men av ymiskum politiskum orsøkum – Magnus kongur Erlingsson og faðir hansara Erlingur jallur Skakki vóru ímóti, at Tollakur gjørdist biskupur í Skálholti – vildi Eystein ikki víga Tollak fyrr enn hann hevði fingið kongsins samtykki.

Men endin verður kortini tann, at Tollakur verður vígdur, og tað hendi 1. juli 1178. Har vóru hjástaddir millum aðrar Páll biskupur úr Bjørgvin og Eirikur biskupur í Stavanger, sum seinni gjørdist erkibiskupur, og sum eisini var av íslendskari ætt.

Biskupur í Skálholti

Stutt eftir heimkomu sína aftur til Íslands fer Tollakur við myndugleika at skipa fyri viðurskiftunum í biskupsdømi sínum, og tað kendist á øllum brøgdum, at Skálholt hevði fingið ein biskup, sum visti, hvat hann vildi.

Tollakur miðaði fyrst og fremst eftir at bøta um andliga og siðaliga lívið hjá prestunum. Har stóð vist ikki so væl til allastaðni. Hann fanst hvassliga at teimum prestum, sum ikki vóru nóg gudrøknir í lívi og levnaði sínum, og sum ikki røktu embætisskyldur sínar til lítar. Kortini kravdi hann ikki cølibat – tað, at prestar skuldu liva ógiftir.

Longu fyrsta árið gevur hann sonevndu ‘skriftarboð Tollaks biskups’, har fyriskipanir vóru viðvíkjandi dagliga lívinum hjá fólki og hvørjar syndabøtur skuldu gerast. Í hesi fyriskipan verður – sambært vanligari rómverskari skipan – strangari bót kravd av tí ríka enn tí fátæka, av tí fríska enn tí sjúka, av tí lærda enn tí ólærda; strangari verður tann kirkjumaður revsaður, sum hevur hægri embæti enn tann, sum hevur lægri embæti.

Skjótt fekk Tollakur harða mótstøðu í royndum sínum at fáa fólk at skikka sær betur. Serliga vóru teir máttmiklu høvdingarnir hart ímóti, at tann katólska kirkjan skuldi leggja seg út í teirra lív og levnað. Eitt nú ein maður sum Jón Loftsson á Odda, sum enntá var vígdur kirkjumaður, diakonur, hann hevði konu og ektafødd børn, men so hevði hann eisini hjákonu; hon var enntá systir Tollaks, Ragnheiður, sum hann fekk børn við; og eisini fekk hann børn við einum trimum øðrum konum. Sonur hansara Sæmundur Jónsson var ógiftur, men fekk børn við fýra konum.

Soleiðis var tað yvirhøvur í Íslandi um tað mundið, og visti illa við hjá teimum stóru og máttmiklu, var ikki mætari hjá vanligum fólki. Stóra mótstøðu fekk Tollakur í hesum atgerðum sínum, men uppaftur størri var hon, tá hann fór undir at krevja, at kirkjan sum stovnur skuldi hava rættin til allar kirkjur og tær ognir, ið til teirra lógu. Tað er eitt stríð um tann sonevnda patronatsrættin – staðarmál; og tað stríðið var ikki av fyrr enn stórthundrað ár seinni.

Millum annað verður sagt frá, at tá Tollakur vitjaði tann ríka og væl umtókta høvdingin Sigurð Ormsson á Svínafelli, sum beint tá hevði latið kirkju byggja á garði sínum, og vildi hava biskupin at víga hana, sýtti Tollakur fyri hesum, uttan so at allur ognarrætturin varð latin kirkjuni. Sigurður vísti á gamla landslóg og rætt, meðan Tollakur grundaði krav sítt á boð ápostla, páva og erkibiskups. Endin varð, at Sigurður læt sær lynda og Tollakur vígdi kirkjuna.

Tað gekst ikki Tollaki so væl allastaðni, og stríðið var mangan hart, t.d. tá ið biskupurin onkuntíð beinleiðis lýsti mótstøðumenn í bann, m.a. áðurnevnda Jón Loftsson, sum hevði systur hansara sum hjákonu. Jón skuldi siga: »Biskupur kann, so ofta hann vil, bannlýsa meg, men eg sigi ongantíð frá mær ognir mínar, annaðhvørt tað eru stórar ella smáar kirkjur, eg havi ræði á.«

Hetta eru bert nøkur fá dømi um tað stríð, sum Tollakur kom at standa í sum biskupur í Skálholti, og hvørki stríðið um ognarrættin ella stríðið um lív og levnað fólksins vann hann.

Jartekin og undur eftir deyða Tollaks

Kortini kann um Tollak verða sagt, at hóast alla mótstøðu og hóast allar fíggindar sínar, gjørdist hann sum fráleið væl umtóktur og at siga høgt í metum manna millum, so gudrøkin hann var og nærlagdur í kirkjuliga arbeiði sínum.

Tó at tað ikki lá raðið fyri hjá Tollaki at tala, var hann væl umtóktur sum prædikari, og væl dámdi honum sang og tónleik. Hann bar eisini orð fyri at vera gávumildur, og hvørja høgtíð savnaði hann fátæk saman í biskupsgarðinum og gav teimum stórar gávur.

Tá ið Tollakur Tórhalsson hevði verið biskupur í Skálholti í fimtan ár, hugsaði hann av álvara um at leggja frá sær og liva í klostri restina av ævi síni. Á einari ferð í Borgarfirði gjørdist hann illa sjúkur, og við neyð og deyð kom hann aftur í biskupsgarðin, og har legðist hann á sjúkralegu, sum skuldi verða hansara síðsta. Hann doyði 23. desember 1193; tá gekk hann á 60. ári.

Søgnin sigur, at á deyðastrá segði hann við tey, sum vóru um hann, og sum vóru so syrgin á at líta: »Eg skal ugga tykkum við, at eg haldi meg við vissu vita, at Gud fer ikki at døma meg til heljar.« Og hesi somu orð vórðu søgd í tí røðu, sum Gissur Hallsson, høvdingur – ein av gomlu mótstøðumonnum biskupsins – helt við grøv hansara. Har varð sagt, at tað var ikki mangur, sum kundi hava vón um ta ævigu sælu, skuldi Tollakur ikki hava hesa vónina.

Á deyðastrá gav Tollakur systursoni sínum, Pálli Jónssyni – hann var sonur áðurnevndu Ragnheiðar og Jóns Loftssonar – biskupsring sín; og tað varð mett sum ein fyriboðan um, at hesin fór at verða eftirmaður hansara, og soleiðis varð eisini.

Skjótt spurdist, at jartekin og undur vóru hend eftir eftir deyða Tollaks, og ikki liðu meira enn fimtan ár, so vórðu bein hansara tikin úr grøvini og løgd í skrín. Tað var 20. juli 1198, eftir at Altingið hevði givið loyvi til at ákalla Tollak sum halgan mann.

Tveir minningardagar vórðu vígdir Tollaki – 20. juli og 23. desember.

Halgimenni í Íslandi og Føroyum

Tollakur gjørdist so íslendskt halgimenni, men sum nevnt varð hetta ongantíð staðfest av pávanum ella kirkjuni, tað er at siga, at har kom eingin formlig kanonisatión av honum sum halgimenni, men hinvegin hevur ongantíð verið forboðið at biðja til hansara.

Dyrkanin av honum røkk eisini út um Ísland, men ikki hevur nógv verið gjørt burtur úr honum aðrastaðni í Norðurlondum uttan í Føroyum. Minningardagur hansara varð ongantíð lógarfestur í Noregi og heldur ikki nøkur messa honum til heiðurs, men dyrkaður hevur hann verið, og tað sigst, at umleið ár 1300 hevur eitt altar verið í Krosskirkjuni í Bjørgvin, vígt honum.

Hægri í metum tykist Tollakur at hava verið í Skotlandi og Onglandi, og har verður hann nevndur í halgimannayvirlitinum.

Tveir aðrir íslendskir biskupar verða nevndir heilagir menn. Annar er Jón Ögmundsson, sum frá 1106 til 1121 var fyrsti biskupur á Hólum á Norðurlandinum. Eftir deyða sín fekk hann tílíka fólkaeydnu, at navnið Jón av honum gjørdist mest nýtta mansnavn í Íslandi, men sum halgimenni er hann ikki so høgt í metum sum Tollakur, og einki er frætt um, at navn hansara sum halgimenni er kent uttan fyri Ísland. Og so er tað Guðmundur Arason, biskupur á Hólum frá 1203 til 1237. Tann síðsti katólski biskupurin í Íslandi, Jón Arason, royndi at fáa pávan at góðkenna Guðmund sum halgimenni, kanonisera hann, men tað eydnaðist ikki.

Guðmundur Arason fekk somu lagnu sum Jón Ögmundsson og Tollakur Tórhalsson, at teir ongantíð eru viðurkendir uttan fyri Ísland.

Tollaksmessusiðir føroyinga

Av hesum trimum gjørdist Tollakur tann best kendi, og í Føroyum hevur tollaksmessa verið hildin.

Sjálvt navnið Tollakur hevur ikki verið so nógv brúkt í Føroyum, ikki í yngri tíð. Og tað hevur undrað, at Nólsoyar Páll ikki hevur latið Danimeyu kallað sonin Tollak, al tann tíð, at hann var borin í heim tollaksmessudag. Men tað navnið hevur kanska verið ov heilagt til at brúka í einum tátti um eina miseydnaða fríggjaraferð, tó at tað júst var tað, sum Tollakur einaferð tók sær fyri. Tað lá betur fyri at kalla drongin Jákup – Jákup á Møn.

Hyggur tú í orðabókina, so verða har nevnd tollaksmessa, tollaksmessuaftan, tollaksmessudagur og tollaksmessukvøld. Og vit hava frásagnir um bátar, sum á tollaksmessu komu aftur í øllum góðum, og um bátar, sum ikki spurdust aftur.

Tollaksmessudagur var í Føroyum fastur dagur at stoyta kertu. Og tollaksmessuaftan varð roykstovan vaskað upp og niður.

Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í Gásadali, sum hevði mynd av Tollaki, og hagar komu fólk úr øllum landinum at biðja til hansara. Tað er, sum skrivað stendur: »Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera!« (Matt. 6,21).

Sí mynd